Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Orrustan um ógoldnu og ókendu rokn­ing­ar­nar í sambandi við bygg­ ing­ina av Glasir feldir mán­a­dag­in lands­stýriskvinnuna í ment­a­mál­ um, Rigmor Dam. Soleiðis eru spælireglarnar. Tá óskil er í á einum øki hjá að­al­ráð­ num, so hongur landsstýrisfólkið upp á tað. Ein kanning ella upp­gerð av øðrum slag fer so at greina fyri okkum, hvar ábrygdin er av hes­ um. Politiskt verður altíð gjørt nógv burt­ur úr slíkum málum. Sum sið­ ur er halda tey uppíblandaðu aft­ ur, meðan mótstøðufólkin koyra á. Soleiðis varð misálitisuppskot reist ímóti Rigmor Dam, sum sam­ gong­an feldi í Løgtinginum beint fyri jól. Spurningurin er so, hvat nú fer at henda. Tað vanliga er, at eft­ir at løgmaður hevur umsitið mál­ið í eina tíð, so so tekur ann­ að fólk úr sama flokki við sum nýtt lands­stýrisfólk. Tað hevið so merkt, at onkur annar úr Javn­að­ ar­flokkinum tekur sæti í Menta­ málaráðnum. Tað kundi ver­ið Helena Dam á Neystabø, sum kundi røkt sessin restina av skeið­ num. Hon er fyrrverandi lands­stýr­ isfólk í mentamálum og forkvinna floks­ins á tingi. Annað boð kundi ve­r­ið Jónleif Johannesen ella Krist­ianna Winther Poulsen – ella Djóni Nolsøe Joensen, sum nú í fyrstu syftu missir sæti á tingi. Um Aksel V. Johannesen held­ur fram sum løgmaður eftir val­ið, so er einki at ivast í, at Rig­mor Dam aftur verður millum lands­stýr­ is­fólk­ini. Tí er valla hugsandi, at onk­ur annar skal »lærast upp« í henn­ara stað. Enn meira sannlíkt verður tó, at vit fyri fyrstu ferð fara at síggja, at tað verður eitt fólk úr einum øðr­ um samgonguflokki, sum fer at røkja sessin hjá Rigmor Dam. Javnaðarflokkurin er tódnaður 25 prosent í tingfólkatali – og tað hevur broytt javnvágina í sam­ gong­uni. Tá so Framsókn missir for­kvinnu­sessin í fíggjarnevndini – vegna innanhýsis klandur í Javn­ að­ar­flokk­i­num, so er eyðsæð, at tey mugu fáa okkurt annað aft­ur­ fyri. Har hevði sessurin í Ment­a­ mál­a­ráð­num kunna javnað útaftur mis­munin – og Framsókn hevur for­kvinnuna í mentanarnevndini í Løg­ting­inum, sum saktans kundi lyft ta up­pgávuna. Annar møguleiki er, at Krist­ina Háfoss tekur yvir hetta máls­øki eisini. Tá hon er liðug við fíggj­ar­ karm­ar­nar um nakrar vikur hev­ur hon einki stórmál eftir í Fíggj­ar­ mál­a­ráð­num. Sannlíkt er tí hesaferð, at tað ikki verð­ur eitt javnaðarfólk sum tek­ur yvir eftir Rigmor Dam. Framsókn fær MMR aftur fyri at missa fíggjarnevndina NÚ KANN JAVNVÁGIN RÆTTAST Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin BAÐIRÚM SETT VIONE Hvid 100 cm. v/2 LUX skf. og Formia grebum, hvítt glans postalínsvask 100x45x57,6 cm 4.098,- u/spegl og krana v.m. TEL. 20 59 59 SMIÐJUGERÐI 6 WWW.UNO.FO VIT ERU HAR SUM RINGVEGURIN OG VELBASTAÐVEGURIN MØTAST Eitt stórt verk hjá Ing­álvi av Reyni verð­ ur selt á upp­boði hjá danska upp­boðs­søl­u­ húsinum Bruun Ras­ mus­sen. Talan er um olju­ máln­ing, sum er 195x130 sentimetrar stór­ur. Málningurin verð­ur mettur at hava virði á 60-80.000 krón­ ur, og seinasta boð var umleið 50.000 kr. Upp­boðs­sølan endar 22. jan­uar, og vanliga koma flestu boðini inn sein­astu løtuna av uppboðssøluni. Selja Ingálv á uppboði Barbara Holm Danska stjórnin vil aftur broyta próvtalsstigan, sum sambært nýggjum eft­ir­met­ ing­um ikki er nøktandi. Í vár ætlar danska stjórnin at hava ein nýggjan stiga. Ein um­fat­ andi eftirmeting gjørd í Dan­ mark av tí próvtalsstiga, sum skúl­a­næmingar í Danmark og Før­oyum verða mettir eft­ir vísir, at stigin ikki fær góð­an karakter. Fleiri við­ ur­skifti eru komin fram í eft­ir­metingini, har lærdir h­á­skúlar millum annað vísa á, at einki próvtal er at geva næmingum, sum skara framúr. Finn Jensen, dekanur á Glasi, tekur undir við summ­ um av atfinningunum. Hann vísir millum annað á, at brúk­ar tú próvtalsstigan rætt, so skal próvtalið 7 rúma nógv­um. – 7 er útgangsstøðið og frá 7 eru trý glopp til næsta talið báð­ar vegir – 10 ella 4. Og so eru tvey glopp aftaná tað til ávik­a­vist 12 og 2. Hetta ger, at 7 skal rúma nógvum, sigur Finn Jensen. Hann vísir á, at hesin sjey­ tal­sstigin er gjørdur sum ein roynd at fáa somu skip­an sum í Bretlandi, har próv­ tølini eita A B C D. Men man vildi varðveita møg­u­leikan at rokna próvtølini sam­an og gera miðaltal, so tí gjørdi man eitt millumting. – Eg veit ikki hví man so feg­in vildi varðveita møgu­ leik­an at hava miðaltøl. Tí í ver­u­leikanum sigur eitt mið­ al­tal einki. Sum eg plagi at siga við næmingarnar: Hevur tú eitt bein í ovninum og eitt í frystaranum, so hevur tú tað í miðal gott. Men í ver­ u­leik­anum er tað jú ikki so, sig­ur Finn Jensen. Tá ið nýggi próvtalsstigin varð innførdur í Føroyum, kom eisini ein nýskipan um, hvussu man letur próvtøl, við í keypinum. – Nú skulu vit ikki meta um, hvussu væl næmingar duga pens­um, men heldur meta út frá, hvussu nógv­ ar mál­i­pinnar tey lesandi megna at uppfilla í próv­tøk­ uni. Tað er ein heilt annar hátt­ur at hugsa upp á, sigur Finn Jensen. Hann er samdur í at­finn­ ing­u­num um, at tað er komið in­flat­ión í próvtalsstigan, og at fólk sum heild fáa hægri próv­tøl í dag enn fyrr. – Nú skal man hava 2 fyri at hava staðið eitt fak. Fyrr skuldi man hava 6. Í dag skalt tú so geva 0 í próvtal, um ein ikki skal standa fakið – fyrr var tað talið 5. Og eg vænti tað spælir inn, at tað er tor­ført at geva próvtalið 0, tí 0 er jú einki, og fá avrik kunnu sigast at vera einki. So eg vænti tað er truplari at dumpa fólk í dag, sigur Finn Jen­sen, og vísir á, at tað held­ur ikki er nakað próvtal í dag til næmingar, sum skara fram­úr – sum 13 talið var fyrr. Hann hevur tó onga mein­ ing um, hvørt 13 próv­tals­stig­ in var betur. Men hann var í øllum førum ikki verri. – Vit vita jú ikki, um tað ikki hevði verið inflatión í próv­tøl­u­num við 13 tals­stig­ a­num. Tað kann jú væl vera, at tað sama hevði hent, sigur Finn Jensen. Samanumtikið sigur hann seg væl skilja summar at­finn­ing­ar, sum danskir skúl­ar hava av stiganum. Men tað ber illa til at geva próv­tals­stig­anum skuldina fyri alt. – Eg haldi heldur man átti at hugt eftir, hvussu próv­tøkur fara fram, og um man megnar at gera próv­ tøkurnar so, at man met­ir fólk rætt. Tað er ein nógv meira samansettur spurn­ ingur enn bert at taka próv­ talsstigan upp og broyta hann, sigur Finn Jensen og vísir á, at tað er jú ikki vist, at hendan broytingin í próvtalsstiganum í Dan­ mark, kemur til føroyska skúla­verkið eisini. Nyttar ikki geva próv­tals­ stiganum alla skuldina Finn Jensen, dekanur á Glasi