Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI – Vit ynskja at varð­veita navnið: »Kioskin hjá Astu«, siga nýggju eigararnir Eirikur Lindenskov Fyrsta dagin verður kioskin hjá Astu á Vaglinum í Havn flutt av Vaglinum og nið­an á Sand­víkarhjalla, har hon á goymsluni hjá Balslev verð­ ur end­ur­nýggj­að fyri síðani at verða flutt oman aftur á Vagl­ið. Tað er felagið Gist&Vist, sum nú eigur Kioskina hjá Astu – ella Kioskia hjá G, sum tey gomlu havn­ar­fólk­ ini kall­aðu hana. Ki­osk­in er frá 1935. Hon læt upp til ó­lav­ søku tað árið. Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist sigur, at enda­mál­ið er at varðveita kioskina júst soleiðis, sum vit kenna hana og at brúka so nógv av upp­ runatilfarinum aftur, sum til ber. Ikki minst vakra og ser­merkta stjørnuloftið inni í kioskini. Tað verða Petur Hans Poul­sen og Martin Tórgarð, sum fara at umvæla kiosk­ ina. Martin Tórgarð er abb­a­ son­ur H. C. W. Tórgarð, ark­ i­tekt, sum teknaði kioskna fyri 88 árum síðani – í jan­ uar­mán­aði í 1931. Fyri Johannes Jensen hev­ur tað alt at siga, at ki­ osk­in verður varðveitt júst sum hon er. – Ja tað er tí, at vit keyptu hana. Tað var júst fyri at varð­veita hana og fáa hana aft­ur til eina virkna kiosk, sum skal selja all­ar vanligar kiosk­vørur og bløð. Vit fara eisini at selja kaffi, te, tvíflísir og annan »gong­u­ mat«, sigur Johannes Jen­ sen, sum í hesum sambandi nevn­ir hugtakið »at menna utt­an at missa« – at kioskin kann koma enn meira til sín rætt sum tað ikon hon er í Havn – og samstundis varð­ veit­ast sum tann gamla ki­ osk­in hjá Astu við øllum tí upp­runatilfari, sum kann endurnýtast. Fyri havnarfólk og helst øll í Føroyum er kioskin ein býarmynd, og vit kenna øll skapið aftur. H. C. W. Tórgarð hevur teknað fysta sniðið í 1931. Tá var tal­an um eina átta­ kant­aða kiosk við inngongd. Diskur var innanfyri og í mót­sættu síðu var kiosk­lúka. Loftið er varðveitt og sigur tað nógv um stødd og søgu hennara frá fyrstan tíð. Kioskin er við árunum víðkað og hevur í dag fingið eitt skap, ið øll kenna aftur og sum fólk eru góð við. Tá tú kemur til diskin, sært tú stjørnuloftið hjá Tór­ garð, ið skal varðveitast. Útbyggingin, ið er gjørd í tíðini, Asta Jacobsen hevði kioskina, skal síggjast aftur, men opnast upp niðan móti Sparikassanum. Reyðu rukku­blikk­plát­ ur­nar verða skiftar út við nýggj­ar, reyðar alupláutr, ið eru tættar og gjøgn­um­ skygd­ar oman fyri disk­ hædd. Hetta verður tað einasta nýggja við kioskini uttan. Hugsanin er, at búmerkið verður holað út í bplaturnar soleiðis, at ljósið sæst út á gøtuna. Sum nevnt verður kiosk­in flutt niðan í høli á Sand­vík­ ar­hjalla, har um­væl­ing­ar­ar­ beiðið verður gjørt. Eitt nú skal gólvið skiftast og tak­ið gerast av nýggjum. Enn vita teir ikki, hvussu stór­við­uri­n hevur tað og tí­skil heldur ikki, hvussu nógv kann end­ur­nýt­ast. – Men tað sum kann end­ur­ n ý t ­ ast, verð­ur e n d ­u r ­ nýtt, sig­ur Jo­hann­es Jen­sen. Meðan kioskin er burtur av Vagl­i­num er ætlanin at fyr­i­reika økið, har ki­osk­in skal setast aftur við fund­ a­menti og leiðingum, sum skulu leggjast í jørð. – Vit ynskja at varðveita navn­ið: Kioskin hjá Astu, sigur Johannes Jensen. Vøruúrvalið verður sum á eini kafé ella í eini kiosk. »Gongu-matur« ella »gøtu- mat­ur« og drekkivørur, heitt og kalt. Men tað ber ikki til at njóta matin inni. Einki verð­ ur framleitt á staðnum. Alt kemur liðugt pakkað, klárt at eta. Tað verður Smyrji­breyðs­ búð­in, sum fer at reka ki­osk­ ina, og starvs­fólk­ini koma at arbeiða út frá Smyrj­i­ breyðs­búð­ini. VARÐVEITA KIOSKINA HJÁ ASTU Tað var Jacob Danielsen, vanliga nevndur Jakke – ella bara G – føddur 4. juni 1887, sum við um­sókn um byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig til at byggja kioskina. Hon læt tó ikki upp fyrr enn á ó­lav­søku 1935. Tekningina til ta upprunaligu lítlu ki­osk­ ina átti H.C.W. Tórgarð, með­an tað var Rasmus hjá Funn­ings Jóannes (Thom­sen) í Bøgøtu, sum smíð­aði hana inni í stov­ uni hjá Jens Næss á Hoy­ dals­vegnum. Síðan varð hon flutt oman á Vagl­ið í pørtum og sett sam­an. Í 1940 var kioskin út­ bygd. Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði út­ bygg­ing­ina, og tað er so­ leiðis vit síggja hana í dag. Kelda: Jógvan, Annfinn Tórgarð teknaði í 1931 Martin Tórgarð yngri og Petur Hans Poulsen, sum skulu umvæla og restaurera ta 83 ára gomlu kioskina hjá Astu á Vaglinum í Havn. Í apríl letur kioskin uppaftur og verður hon akkurát líka, sum vit kenna hana, men tá í fínasta standi Tá ið G doyði í 1945, var Asta 15 ára, og hon arvaði ki­osk­ina. Asta var yngsta dótt­ir Jakke og Jettu. Hon var bara fáar mán­ að­ir gomul, tá ið mamman doyði. Hon vaks upp hjá Djóna, gubba sínum, og El­i­s­abeth, nevnd Betta, í Luc­as Debesar gøtu. Tey bæði húsini vóru væl. Síð­an var tað Christian Weihe, sum stóð fyri ki­ osk­ini tey næstu trý ár­ ini, áðrenn Asta tók við. Christ­ian tók sær í mong ár av bók­haldinum hjá henni. Asta giftist í 1955 við Nikláa Jacobsen, skip­ ara av Glyvrum. Tey bú­ sett­ust í Tróndargøtu og fingu tey trý børn. Niklái fór í land seinast í fimm­ti­ár­unum at hjálpa Astu í ki­oskini. Tey plagdu at skift­ast um at standa har. Eisini høvdu tey skúl­a­næm­ing­ar at hjálpa til um kvøldarnar. Vanliga var opið til kl. 11 á kvøldi. Niklái doyði í 2001, 73 ára gamal. Asta hevur síðani verið einsamøll um at reka kioskina, til hon í fjør varð seld. Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur Danielsen Asta hevur átt kioskina síðani 1945 G – Jacob Danielsen, sam­ an við børnum uttan fyri Kioskina, sum læt upp í 1935 Asta Jacobsen átti kioskina í 62 ár. Flestu havnar­fólk munnu kenna – og eru góð við Astu Ætlandi letur Kioskin hjá Astu upp í apríl komandi á sama stað og í somu stødd, sum hon hevur staðið. Upp­lat­ing­ar­tíð­ir­nar verða frá 9-15 um vet­urin og 9-18 summ­ar­hálv­una. Til til­tøk verður opið dag, kvøld og nátt, til dømis á ólavsøku, Ment­an­arnátt og so víðari. Av vørum kunnu nevn­ast: Kaffilatte, Capp­ o­cino, svart kaffi, soda­ vatn, djús, vatn tvíflís, sal­at, croissant, kitkat, stim­e­rol, wien­er­breyð, muff­ins, viku­bløð, avísir og nógvar aðrar vørur. Kioskvørur og heitt at drekka Stjørnuloftið inni í kioskini er upprunaligt og sermerkt – og skal varðveitast. Tá kioskin er umvæld koma kundarnir inn í kioskina at keypa, sum tað var av fyrstan tíð Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Ovari parturin av blikkplátunum verður gjøgnumskygdur – annars verður kioskin akkurát sum vit kenna hana