Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SEV fer nú at gera eitt verk til sólorku í Sumba SÓLORKA Ætlanin er nú at gera gamla fótbóltsvøllin í Sumba til fyrsta veruliga sólorkuverk í Føroyum Áki Bertholdsen Sumbingar verða nú ein týð­ andi partur av eini nýggjar, slóð­brótandi ætlan hjá SEV. SEV ætlar sær nevniliga nú und­ir eina nýskapandi roynd við sólorku í Føroyum, og í hes­um sambandi er ætlanin at seta fyrsta sólorkuverkið í land­inum upp í Sumba. Terji Nielsen, menning­ar­ leið­ari hjá SEV, sigur, at eitt slíkt sólorkuverk liggur ser­ stak­liga væl í Sumba, tí tað er gamalt, at tað er góður sól­ar­ gang­ur í Sumba. Men hann sigur, at har­aft­ ur­at hevur Sumba ein stóran fyri­mun og tað er, at har er ein gam­al fótbóltsvøllur, sum at kalla ikki verður brúktur long­ ur. Talan er um gamla fót­bólt­ svøllin á Krossinum í Sumba, sum menningarleiðarin hjá SEV hugsar um. Hann sigur, at fær SEV ein slættan og planeraðan vøll at seta eitt slíkt sólorkuverk á, er tað ein ógvuliga stórur fyri­ mun­ur, tí so er alt klárt at seta sól­panelini upp. Hann sigur, at upprunaliga arbeiddi SEV við eini ætlan um at seta eitt slíkt verk upp í Nes­haganum, men mett varð, at har er ov vindhart og tí varð ætl­anin slept. Men í Sumba er fyrimunurin so eisini tann, at har er longu ein slættur vøllur framm­an­ und­an, og tað skarvar mun­ andi av kostnaðin fyri eitt slíkt roynd­arverk. – Hinvegin hevur tað eisini stóran týdning, at eitt slíkt sól­ orku­verk tolir verðurlagið í Før­oyum, leggur hann afturat. Terji Nielsen væntar, at hend­an royndin hjá SEV fer at kosta tvær, tríggjar milliónir, men hann leggur afturat, at tað sólorka er í so stórari menn­ing, at slík verk verða al­ samt bíligari, so longu í summ­ ar kann prísurin longu verða lækk­aður fleiri hundrað­tús­ und krónur. Longu í summar Terji Nielsen sigur, at tey hava verið í samskifti við bygda­ ráðið í Sumba og bygdaráðið hev­ur samtykt at taka undir við verkætlanini, og at bjóða SEV at fáa gamla fótbóltsvøllin til endamálið. Hann sigur, at gongst sum ætlað, verður sólorkuverkið sett upp longu í summar, men áðrenn nakað kann gerast, skulu sjálvsagt øll loyvi fáast til vega, bæði byggiloyvi frá komm­ununi, loyvið frá frið­ ing­armyndugleikunum, og fram­leiðsluloyvi frá orku­deild­ ini á Umhvørvisstovuni. Menningarleiðarin sigur, at sólorkuverkið talan er um at seta upp, er eitt verk upp á onku­staðni ímillum 200 – 500 kilo­watt. Men verður tað neyð­ ugt at byggja út, ber tað til. Hann nevnir, at verkið fer væntandi at fylla umleið helvt­ina av vøllinum og hevði kunna gjørt nokk av streymi til at nøkta tørvin á ljósi hjá ein­um 35 sethúsum. Men umframt at sólorka verður alsamt bíligari, verður hon eisini alsamt effektivari, So hóast sólorkuverk gera nógv mest av streymi, tá ið tað er sól, gera tey eisini nakað av streymi í vanligum dagslýsi. Sum verkini eru nú, gera tey eini 20 - 30 prosent av streymi í dagsljósi av tí tey annars gera av streymi í brennandi sól. Men sum sagt verða tey alsamt effektivari. Eitt bein afturat Terji Nielsen sigur, at allar út­ rokningar hjá SEV vísa greitt, at sólorka allarhelst verður ein týðandi partur av grønu kósini hjá SEV og tískil hevur SEV stóran áhuga at sleppa undir hesa royndina í Sumba fyri at vita, hvussu tað roynist í verki. –  Sólorka hevur tann fyri­ mun, at hon kann vera eitt bein afturat hjá SEV at standa á í royndunum at gera Føroyar grønari. – Sólorkuverk gera nevniliga nógv mest av streymi um summarið, tá ið tað er heldur lak­ari við vindorku og vatn­ orku, so tað passar sera væl inn í eina ætlan um at gera alla orku­nýtslu á landi grøna í 2030, sigur Terji Nielsen. Eitt slíkt sólorkuverk liggur serstakliga væl í Sumba Gongst sum ætlað, verður sólorkuverkið sett upp longu í summar Tískil hevur SEV stóran áhuga at sleppa undir hesa royndina í Sumba Fótbóltsvøllurin á Krossinum í Sumba hevur verið karmurin um mangan harðan dystin, men nú verður hann karmurin um eina slóðbrótandi roynd við sólorku í Føroyum