týsdagur 22. januar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Politiskt putlispæl í teir
næstu sjey mánaðirnar
Samgonguleiðararnir
hittast i dag at
leggja næstu
sjey mánaðirnar í
politikki til rættis
Árni Gregersen
Í øll árini hann hevur sitið
sum samgonguleiðari og løg
maður, hevur Aksel V. Jo
hannesen hildið fast um, at val
verður ikki fyrr enn í seinast í
august í ár.
Ofta hevur hetta ljóðað
ósannlíkt í valskeiðnum, men
higartil hevur samgonggan av
tveimum vinstrahallum flokk
um
og
einum
høgraflokki
hildið saman.
Brotasjógvarnir hava verið
ógvusligir, men við treiskni og
góðari kemi millum floksfor
mennirnar hevur borið til at
fáa samgonguna at ganga í
takt, tá hetta hevur verið av
gerandi neyðugt.
Nú er samgongan aftur
komin í eina slíka støðu. Form
liga er ein av steinunum í skón
um, Kristin Michelsen, koyrdur
úr tingbólkinum hjá Javnaðar
flokkinum og harvið eisini úr
samgonguni.
Tað
ger,
at
samgongan
saman við stuðulskvinnuni
Sonju Jógvansdóttir ikki long
ur hevur meira enn 16 av 33
tingfolkum og harvið ikki
meirluta í tinginum.
Samgongufólk siga, at sam
gongan hevur alt valskeiðið havt
eina minnilutastjórn, men tað
er tá ið Sonja Jógvansdóttir
ikki hevur verið tald við.
Nú er støðan ein onnur. Nú
manglar ein atkv’ða afturat og
tað er júst nú, tá ið fyrst
andstøðan krevur, at nýggjur
formaður verður valdur í fíggj
arnevndini. Andstøðan sigur,
at Kristin Michelsen nú er
partur av andstøðuni og tí skal
veljast nýggjur fomraður.
Grundleggjandi hevði tað
ikki broytt so nógv um and
støðan fekk formannin í fíggj
arnevndini, men fíggjarnevnd
in er nevndin við hægstu ting
og tí vil ein samgonga eisini
hava formannin.
Finst ongin loysn á tí, so fer
samgongan at krevja, at allar
nevndirnar verða valdar av
nýggjum. Hetta kann gerast
við fyrimuni um samgongan
tryggjar sær, at Magni Laksá
foss atkvøður saman við sam
gonguni.
Tað er fyrsta forðingin. Hitt
er so at fáa putlispælið at
liggja rætt, so røttu fólkini
koma í rættu nevndarsessirnar.
Landsstýrissessurin
Rigmor Dam er farin úr sessin
um, sum landsstýriskvinna.
Um alt var sum vanligt, so
hevði Javnaðarflokkurin til
nevnt ein nýggjan landsstýris
mann, men av tí at flokkurin
síðani samgongan bleiv skipað,
hevur mist tvey umboð úr
tingbólkinum, er tað ivasamt
um hinir báðir samgongu
flokkarnir góðtaka, at Javnað
arflokkurin fær hendan sessin
aftur.
Hetta kann tí eisiniu gerast
partur av samlaða putlispælin
um. Landsstýrissessurin kann
gerast ein av brikkunum, sum
verður tikin uppí putlispælið,
tá ið nevndirnar skulu veljast
av nýggjum.
Gerast tey bæði, Sonja Jógv
ansdóttir og Magni Laksáfoss
partur av vælbólkinum hjá
samgonguni, so er samgongan
17 tinglimir, andstøðan 16.
Nevndarebýtið
gevur
tí
samgonguni 23 nevndarsessir
av 45. Hinar 22 fær andstøðan.
Hetta fer at hava við sær, at
samgongan missir meirlutan í
nøkrum nevndum, men kann
tryggja sær, at fáa meirlutan í
teimum nevndum, sum sam
gongan heldur hevur størstan
týdning.
Val?
Sjálvandi kann hetta putli
spælið ganga upp, men tað
kann eisini gerast so torført, at
løgmaður velir at skriva út val.
Tað eru bert sjey mánaðir
eftir av valskeiðnum, so tað er
ongin niðurtúrur at skriva
valið út nú.
Politisku
tdrupulleikarnir
kunnu gerast so ógvusligir –
eisini innanhýsis í samgonguni
– at tað kann tykjast lættari at
reinsa luftina.
Samgongan hevur nøkur
mál eftir, sum hon fegin vil
hava framd, men tað at vit eru
í einum valári, kann gera tað
torført at fáa allar avtaluir at
ganga upp.
Í dag hittast formennirnir í
samgonguflokkunum, har teir
skulu royna at fáa putlispælið
at liggja so, at tað heldur til
seinast í august.
Floksformennin nir skulu
avgera, hvør skal hava lands
stýrissessin hjá Rigmor Dam.
Teir skulu avgera um nevndir
nar skulu veljast av nýggjum
og so skulu teir semjast um,
hvørji mál samgongan skal
leggja á tingborðið áðrenn eitt
val verður útskrivað í seinasta
lagi 31.august.
Teir skulu eisini tryggja
sær, at teir hava ein valbólk til
nevndarvalini, sum tryggjar
teimum
meirlutan
í
stóru
nevndunum.
Alt hetta kann vísa seg so
trupult, at løgmaður - annað
hvørt einsamallur – ella saman
við Høgna Hoydal og Poul
Michelsen, velir at skra út val í
februar.
Aksel V. Johannesne, løgmaður og samgonguleiðari, situr við møguleikanum at skriva út val
Glasir hevur gjørt støðuna truplari hjá samgonguni
Poulk Michelsen, Framsókn, og Høgni Hoydal, Tjóðveldi,
hava sjálvandi stóra ávirkan á hvat fer at henda.