týsdagur 22. januar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fótbólturin og
felagsskapurin hjálpti
í eini tungari tíð
Hanna Olsen misti sum tannáringur mammu
sína, tá hon small um við heilabløðing.
Fótbólturin og felagsskapurin rundanum
hjálpti henni í eini tungari tíð
Tróndur Arge
Í samband við Temadagarnar
á Hotel Føroyum um viku
skiftið, nýtti Venjarafelagið
høvið at heiðra Honnu Olsen
úr Víkingi, sum ársins eldsál
2018. Sum tannáringur misti
Hanna brádliga mammu sína,
og tá var tað serliga fótbólt
urin, ið hjálpti henni í eini
tungari tíð
- Tá eg var tannáringur,
misti eg brádliga mammu
mína. Hon small um við heila
bløðing, og sum 15 ára gomul
var hetta heilt øgiliga hart.
Men
fótbólturin,
og
tann
felagsskapurin, ið fylgir við tí,
hjálpti mær ígjøgnum eina
tunga tíð í lívinum, og tað eri
eg ómetaliga takksom fyri,
sigur Hanna Olsen úr Syðru
gøtu, sum um vikuskiftið fekk
heiðurin “Ársins eldsál 2018”
frá Venjarafelagum.
Eisini fekk Jón Pauli Olsen
heiðurin sum ársins ungdóms
venjari. Undan teimum hava
Heimir Guðjónsson (HB) og
Jógvan
Hendrik
”Hegga”
Samuelsen (ÍF) fingið heiðurin
sum ársins venjarar í 2018 í
ávikavist Betri deildini og 1.
deild.
Vann FM við ÍF
Í 1991 vann Hanna Olsen
føroyameistaraheitið
við
fremsta kvinnuliðnum hjá ÍF,
har hon eisini sleit sínar allar
fyrstu fótbóltsskógvar. Men
seinastu mongu árini hevur
hon verið ein virkin og týðandi
partur av fyrst GÍ og síðani
Víkingi.
Tað er onki at ivast í, at fót
bóltur er bæði gevandi og
mennandi
fyri
børn,
ung,
miðalaldrandi og eldri. Tað er
tí eisini sera týdningarmikið,
at hetta verður væl fyriskipað,
soleiðis at øll kenna seg væl í
einum tílíkum felagsskapi. Í
slíkum førum er tað oftani eld
sálirnar, og øll tey sjálvbodnu,
ið gera eitt sera stórt arbeiði.
- Fótbóltur hevur givið mær
so ótrúliga nógv, og eg veit,
hvussu nógv tað hevur at siga
fyri mong. Tí ynski eg bara at
geva eitt sindur aftur av øllum
tí, sum eg havi fingið. Tað er
eisini so ótrúliga lívsjáttandi
at arbeiða millum børn og ung,
og síggja hvussu tey mennast,
sigur Hanna Olsen í samrøðu
við heimasíðuna hjá Fótbólts
sambandinum.
Hanna Olsen hevur tað tor
ført í tíðini eftir at mamman
er deyð. Ein av teimum, sum
dugdi væl at stuðla henni, var
fyrrverandi føroyski landsliðs
venjarin, Páll Guðlaugsson.
- Páll Guðlaugsson var venj
ari hjá okkum, tá mamma
doyði, og ta fyrstu tíðina, eftir
at mamma var farin, var hann
ein heilt fantastiskur stuðul
hjá mær. Tað skal hann eiga
eina stóra tøkk fyri, sigur
Hanna Olsen at enda, við
heimasíðuna hjá Fótbóltssam
bandi Føroya.
Eldsálin í Vági ársins
ungdómsvenjari
Venjarafelagið
hevur
eisini
valt Jón Paula Olsen sum árins
ungdómsvenjara 2018. Venjara
felagið skrivar millum annað
at:
Tað er millum annað grunda
á, at vit hava lagt til merkis, at
hann er við í nær um øllum
sum hevur við fótbólt at gera í
heimbygdini. Jón Pauli Olsen
er ungdómsvenjari hjá FC Suð
uroy og hevur harumframt
verið týðandi partur av toym
inum handan nýggja tiltakið
skúlafótbóltur. Jón Pauli Ol
sen er eisini venjari á nýstovn
aða Fótbóltsakademi Føroya,
umframt at hann eisini er fót
bóltsvenjari á Ítróttaháskúl
anum í Suðuroy. Tað kann ikki
vera nakar ivi um at Jón Pauli
er ein dugnaligur, evnaríkur og
virkin venjari.
Heimir og Hegga
eru heiðraðir
Venjarafelagið
valdi
eftir
kappingarenda í fjør ársins
venjara í Betri deildini hjá
monnum, kvinnum og 1.deild
monnum.
Í Betri deildini hjá monnum
var ongin ivi. Her fall valið á ís
landska
venjaran
hjá
HB,
Heimir
Guðjónsson.
Hann
vann FM við heili 73 stigum,
sum er met í føroyskum fót
bólti. Hjá kvinnunum fall valið
á Mathias Davidsen, sum førdi
EB/Streym/Skála til greipuna.
Í 1.deild bleiv ”Hegga” valdur til
ársins venjara, eftir at hann
vann deildina við ÍF.
Hanna Olsen, Ársins eldsál 2018, og Jóan Pauli Jacobsen frá Venjarafelagnum - Mynd: Hans Erik Danielsen
Tað var Frankie Jensen vegna Venjarafelag Føroya seinnapartin fríggjadagin handaði Jón Paula
Olsen steyp í samband við tilnevningina ársins ungdómsvenjari. – Mynd Venjarafelagið
Hanna Olsen er ársins eldsál