týsdagur 22. januar 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kursk
tók 118
mans
við í
dýpið
Nýggjur filmur
um kavbátin
Kursk, sum sakk í
Barentshavinum,
kann nú síggjast
Mong
munnu
minnast
navnið »Kursk«. Russiski
kavbáturin sakk í Barents
havinum í 2000, eftir at
tað miseydnaðist at skjóta
eina torpedo. 118 mans
vóru umborð.
Nú er nýggjur filmur
gjørdur um tilburðin, og
hann
lýsir
stríðið
hjá
teimum 23 monnunum,
sum yvirlivdu spreinging
ina og stríddust fyri lívin
um umborð á kavbátinum,
ið endaði á 107 metra dýpi.
Russiskir myndugleikar
vildu ikki siga nógv um til
burðin í 2000, og í fyrsta
umfari royndu teir at fjala
út yvir hendingina. Nógvir
av monnunum, sum vóru
umborð á Kursk, komu úr
býnum
Murmansk
við
markið til Noreg, og har
halda fólk, at russiski flot
in kundi havt gjørt meira
fyri at bjarga monnunum.
Nú hevur danski leik
stjórin Thomas Winter
berg staðið fyri innspæling
av filmi um Kursk. Í høv
uðsleiklutum eru sjón
leikararnir
Matthias
Schoenaerts, Colin Firth,
Léa Seydoux og Max von
Sydow.
Filmurin verður
frumsýndur hósdagin
og kann millum
annað síggjast í
Havnar Bio.
MENTAN
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
POIROT VIÐ
NÝGGJUM
SKEGGI
Nýggj røð um detektivin Hercule Poirot
skapar kjak, tí Poirot er ikki soleiðis, sum
mong kenna hann
Tað er blivið siðvenja, at BBC
um jólini frumsýnir eina nýggja
røð, sum byggir á søgu hjá høv
undanum Agatha Christie, ið
skrivaði 66 krimiskaldsøgur
umframt nógvar stuttsøgur og
annað.
Í ár sýndi BBC nýggja røð
um privatdetektivin Hercule
Poirot, sum vit ivaleyst eisini
kenna væl her á okkara leið
um. Belgiski detektivurin er
serliga væl kendur í útgávuni
hjá David Suchet, sum í næst
an 25 ár spældi Poirot.
Nú hevur kendi ameriku
maðurin John Malkovich fingið
kjansin at spæla Poirot, og tað
ger hann á sín heilt egna hátt í
trírøðini »The ABC Murders«.
Hyggjarar og ummælarar eru
misjavnir á máli um, hvussu
Malkovich riggar í leiklutinum
sum Poirot.
Millum annað verður kjak
ast um, hvussu nýggja skeggið
hjá Malkovich riggar til Poirot.
David Suchet brúkti lítla yvir
skeggið sum ein eyðsýndan og
týdningarmiklan part av út
trykkinum
hjá
Poirot,
og
Malkovich hevur fingið sær
høkuskegg.
Lucy Mangan, sum er um
mælari á The Guardian, heldur,
at Malkovich gevur øllum
teimum, sum ikki dáma gamla
Poirot, eina heilt nýggja út
gávu, og røðin hevur meira
kant. Suzi Feay, sum ummælir
fyri Financial Times, heldur
hinvegin, at nýggja røðin livir
ikki upp til gulltíðina í bretsk
ari krimi og er ikki trúføst
ímóti Agatha Christie-andan
um.
Slitin og kroystur
John Malkovich hevur sum
vera man roynt at givið Poirot
eitt nýtt úttrykk. Í nýggju røð
ini skal Poirot vera fyrrver
andi prestur, sum er flýggjaður
til Onglands fyri at fella brots
menn. Hann tikist nakað slitin,
kroystur og samanbitin – ikki
við sama snobbuta sjálvsáliti
sum Poirot hjá David Suchet
– og tað gevur Poirot og røðini
ein myrkari dám.
– Sambært leikritinum var
Poirot ikki glaður og í einum
lívstíðarskeiði, sum vit ikki so
ofta síggja í filmi, og tað vakti
mín áhuga fyri leiklutinum.
Poirot nærkast endanum av
lívinum, og hann er eitt sindur
gloymdur, eftir at hann hevur
livið í meira enn 20 ár í Ong
landi. Hetta var áhugavert hjá
mær at tulka, sigur John Mal
kovich í samrøðu við BBC.
Nýggja røðin snýr sum um
sonevndu ABC-drápini. Poirot
fær bræv frá drápsmanninum,
sum undirskrivar seg ABC, og
drepur fólk eftir alfabetin
um – fyrst Alice Ascher, síðani
Betty Barnard og Sir Carmich
ael Clarke. Poirot má brúka
tær gráu heilakyknirnar fyri
at loysa krevjandi morðgátuna.
Danska sjónvarpsrøðin TV2
Charlie sendir nýggju røðina
hesa vikuna.
John Malkovich ger nýggja tulking av detektivinum Hercule Poirot
Babylon Berlin
Berlin býur er lívligur og litríkur ímóti endanum av
Weimar-tíðini og er pallseting fyri hesari framúr týsku
sjónvarpsrøð, sum skal vera dýrasta ikki-enskt mælta
sjónvarpsrøð nakrantíð. Løgreglumaðurin Gereon Rath kemur
úr Køln til Berlin at kanna eitt mál um avnoyðslu, og í sprøkluta
náttklubbaumhvørvinum í Berlin hittir hann skøkjuna Charlotte
Ritter, sum droymir um at blíva kriminalpolitistur. Tey fylgja
slóðini í einum skakandi máli, sum kann fáa stórar avleiðingar
fyri alt tað týska samfelagið. Hetta er menniskjalyndi, girnd og
stórpolitikkur hvørt um annað. Røðin kann stroymast á dr.dk.
Kvinnuligur lívverji
Svenska Noomi Rapace er í høvuðsleiklutinum sum lívverjin Sam Carlson
í filminum Close, sum Netflix hevur framleitt. Sam skal vera lívverji fyri
ríka arvingin Oliviu.
Hvørgin teirra er
fegin um samstarvið,
men so hendir nakað,
sum noyðir tær
báðar kvinnurnar
at standa saman og
stríðast fyri lívinum.
Filmurin um kavbátin Kursk
verður nú sýndur í biografum
PREI
PREI