Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FERÐING NAVN OG ALDUR: BOGI JØRGENSEN, 30 ÁR Bogi Jørgensen, 30 ár Í STÓLINUM HESA VIKUNA Stólurin 1 . LÝS TEG SJÁLVa/n VIÐ TRIMUM ORÐUM: Róligur, nærlagdur og Umhugsin 2 . Hvar starvast tú? Starvsfólkaleiðari hjá Gist & VIst 3 . Hvønn Sosialan Miðil nýtur tú oftast? Facebook 4 . hvørjari sjónvarpsrøð hyggur tú eftir fyri tíðina? Bedrag III 5 . Hvør bók hevur havt størst ávirkan á teg? Enn eri eg so heldigur at eiga hana til góðar 6 . HVØR var TÍN BESTA UPPLIVING í 2018? Uttan samanlíkning: At gerast pápi. Annars hevur tað eisini verið ein stór uppliving at ”byggja” húsini, sum skjótt standa liðug. 2018 hevur verið eitt hendingarríkt ár, má sigast. 7 . HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Meir ella minni/ so gott sum (Sigur konan…) 8 . Heldur tú at menniskjan er natúrliga góð/ónd ella eitt stað mitt ímillum? Eitt stað mitt ímillum og so hevur umhvørvið sín stóra leiklut. 9 . Um tú hevði kunnað hitt ein søguligan persón, hvør hevði tað so verið? Niel Armstrong. 10 . Hvør er størsta hóttanin ímóti mannaættini? Mannaættin sjálv og tendensurin at bróta niður heldur enn at byggja upp. tó vænti eg at vit nokk skulu klára tað. 11 . HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Smílinum og fornuftinum. 12 . HVAT STRESSAR TEG? Tá ið samskiftið ikki er í lagið. 13 . HVAT GLEÐIR TEG? At síggja dóttrina – ella bara at hugsa um hana :) 14 . Hvat elskar tú, at øsa teg upp um? Eingangsplast – serliga súgvirør. Og so also sendingina í KVF. 15 . HVAT VAR SEINASTA YNSKI, SUM TÚ FEKK UPPFYLT? Lívsynski: at fáa eitt vælskapt barn. Dagligdagsynski: at fáa eina svarta takrennu og ikki eina myrkagráa. 16 . HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Teldan. Hana kundi eg ikki verið fyri uttan. 17 . HVAT ER BESTA ÍLØGAN TÚ HEVUR GJØRT? Vónandi fer íløgan í húsini at vísa seg at vera góð fyri meg og familjuna. 18 . HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ FØROYUM OG HVÍ? At vit eru so tætt við alt, men alíkavæl so langt burtur.