Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FERÐING SUDOKU-KAPPINGIN Dagarnar 8. til 10 august verður landsins størsta tónleikatiltak hildið í Klaksvík. Summar Festivalurin bjóðar kendar altjóða bólkar og fjølbroytt úrval av tí besta á føroyska tónleikapallinum. Í tríggjar dagar ljómar tónleikurin á festivaløkinum, og millum pallarnar ber til at hugna sær, hitta fólk og fáa sær okkurt gott at eta ella drekka. Summar Festivalurin hevur kunngjørt Rasmus Seebach sum fyrsta høvuðsnavnið í 2019. Øll, ið senda loysnina á Sudoko inn komandi vikurnar, eru við í lutakastinum um eitt vikuskiftispass til Summar Festivalin. Loysnirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. mars. Vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum mikudagin 6. mars. Sendið til: Sosialurin, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Merkið brævbjálvan "Sudoku" Vinn vikuskiftispass til Summar Festivalin 2019 7 9 1 2 9 1 6 3 7 9 3 2 7 9 1 7 3 7 6 1 4 2 1 9 5 8 5 1 6 4 Vinn vikuskiftispass til Summar Festivalin 2019 Lofti ferðir ger í 2019 fleiri túrar til Ísrael Lofti ferðir hevur í nógv ár gjørt regluligar ferðir til Ísrael, og hevur eitt lið av royndum ferðaleiðarum bæði í Føroyum og í Ísrael. Fyrsti túrurin í ár verður til ”Jerusalem Marathon”, sum er í mars, hesin túrur er fult tekn­ aður, ferðaleiðarar eru, Bjørg­ finnur Heinesen og Maig­un Sol­munde. Á páskatúrinum í apríl, eru tað hjúnini Jógvan og Unn Zach­ariassen sum eru ferða­ leið­arar, hesin túrurin er eisini fult teknaður. Ein spennandi túrur er til ”Euro­vision”, (melodigrand prix) sum verður í Tel Aviv í mai, við Marner av Lofti sum ferða­leiðara. Í juni verður eisini væl­um­ tókti árligi kvinnutúrurin” við Maigun Solmunde sum ferða­ leið­ara. Hesin túrur er serliga til­lag­aður áhugamálum hjá kvinn­um. Ein nýggjur túrur sum ong­ antíð áður hevur verið gjørdur, er ein ”mannfólkatúrur” hesin túrur er í kjalarvørri á teim kríggjum Ísrael hevur luttikið í síðani staturin var settur á stovn í 1948. Ferðaleiðar á túr­ in­um eru, Marner av Lofti og Stefan Kogeus ið er her­yvir­ mað­ur í Ísraelska herinum og sum sjálvur hevur luttikið í kríggj­um og átøkum, Stefan er eisini leiðari fyri ísraelsk ser­ vand hermannalið. Seinasti túrurin í 2019 er ár­ liga Jólaferðin, nógvir før­oy­ ing­ar velja at halda jólaaftan í Betlehem, og er tað okkara mest royndi ferðaleiðari Svenn­ ing av Lofti, sum hevur tikið sær av teim flestu jóla­ferð­ unum. Meiri kunning um ferðirnar síggjast inni á heimasíðuni www.loftiferdir.fo ella við at senda ein teldupost til info@ loftiferdir. Eisini kann ringjast á tel 219141 fyri at fáa meiri kunning.