týsdagur 22. januar 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐING
BÍLIG VETRARCRUISE
TIL ÍSLANDS
Ferðandi búgva umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði í 35 tímar
Í februar í ár hava fólk
møguleikan at uppliva
vøkru náttúruna á Eyst
urlandinum í Íslandi á
hávetri.
Smyril
Line
selur
nevniliga
sera
bíligar
ferðir til Íslands í februar
– úr einans 299 krónum
fyri hvønn ferðandi.
Fráferðirnar úr Føroy
um eru ávikvist 4., 11., 18.
og 25. februar, og Norr
öna liggur við bryggju á
Seyðisfirði frá týsmorgni
klokkan 9 til mikukvøld
klokkan 20.
Á skíð ella sletu
Milda veðurlagið á hesi
leiðini í Íslandi ger, at
veðrið ikki er ein forðing
fyri at gera tað, einum
lystir.
Náttúran kring Seyð
isfjørð er eisini sera vøk
ur við høgum fjøllum
báðu megin fjørðin.
Hjá Smyril Line vísa
tey á, at fólk eitt nú
kunnu leita sær til Staf
dal, ið liggur beint oman
fyri bygdina, at standa á
skíð ella at skreiða á
sletu, og henda møgu
leika hava ferðandi við
Norrönu á nevndu ferð
um eisini.
Um ferðandi velja at
taka bilin við, eru góðir
møguleikar at hyggja seg
um har á Seyðisfjarðar
leiðini, og høvi er eisini at
vitja hugnaligu granna
bygdirnar – og at uppliva
serstaka landslagið við
Mývatn.
- Velja ferðandi at vitja
Mývatn, mæla vit til at
hava svimjiklæðini við.
Ymiskt at síggja
Hjá Smyril Line vísa tey
á, at møguleikar eisini
eru at vitja søvn á Seyðis
firði, og her er eitt nú
gamla el-verkið, sum er
tað elsta av sínum slag í
Íslandi – og gamla smiðj
an, har víst verður, hvussu
ymiskt varð evnað til í
gomlum døgum.
- Ferðafólk búgva um
borð,
meðan
Norröna
liggur
við
bryggju
á
Seyðisfirði, og soleiðis er
Norröna eisini tykkara
gistingarhús á allari ferð
ini.
Hjá Smyril Line leggja
tey aftrat, at ferðin byrj
ar longu, tá ferðafólk
koma umborð í Tórs
havn; tá lata handil og
matstovur upp, og fólk
hava eisini møguleikan
at njóta vælveruna í
heitu pottunum, meðan
oyggjarnar fara í kav.
- Tey yngru, sum eru
við á ferðini, hava eisini
ymiskar møguleikar um
borð; tey kunnu eitt nú
leita sær í playstation-
rúmið ella í biografin,
verður lagt aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Í Stafdali kunnu øll hugna sær
Í Stafdali, sum liggur
beint oman fyri bygdina
á Seyðisfirði, kunnu øll,
bæði vaksin og børn,
hugna sær. Sagt verður
um økið, at her kann
vera rættiliga hugnaligt
hjá familjum at stytta
sær stundir.
Her
eru
tríggjar
skíðlyftir og bakkar til
øll sløg av skíðrennarum
– og til børn við sletum
ella skíðufjalum.
Sagt
verður
um
Stafdal, at tær longru
breytirnar eru ávikavist
900
og
700
metrar
langar, og her eru lyftir,
sum fyta teg niðanaftur.
Breytin til nýbyrjarar
er 100 metrar long.
Sagt verður eisini, at
skíður, skíðufjalar og
annað kann leigast, eins
og smáttur eru í økinum,
sum vitjandi kunnu fara
inn í, tá løtur eru.
vilmund@sosialurin.fo
Norröna á Seyðisfirði í fagrasta veðri.
Í februar hava fólk møguleikan at uppliva vøkru
náttúruna á Eysturlandinum í Íslandi á hávetri
Mynd: Mortan Mortensen
Her í Stafdali kunnu
øll, bæði børn og
vaksin, stytta sær
stundir á ferðini
við Norrönu