týsdagur 22. januar 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐING
FONN FLOG SKIPAR FYRI
PÁSKATÚRI TIL ZAGREB
Triðja árið á rað skipar Fonn Flog fyri beinleiðis túri úr Føroyum, samstundis sum ein ferðaskrivstova í
Baltisku londunum, sum Fonn Flog samstarvar við, syrgir fyri at fylla flogfarið heim aftur til Føroya
Í døgunum 19.-23. apríl
ger Fonn Flog eina ferð
úr Føroyum til Zagreb,
sum er størsti býur og
høvuðsstaður í Kroatia.
Hetta er ein páskatúrur,
har tey ferðandi flúgva
beinleiðis úr Føroyum og
gista í Zagreb í fýra næt
ur, áðrenn leiðin gongur
heim aftur til Føroya.
Sakaris
Frederiksen,
stjóri í Fonn Flog, sigur,
at tað gongur væl at fylla
flogfarið
úr
Føroyum,
men nøkur pláss eru
eftir, og tískil er møgu
leikin enn at sleppa við á
hesa forvitnisligu ferð.
- Hetta er triðja árið á
rað, at vit gera ein bein
leiðis túr úr Føroyum, og
hesaferð er talan um ein
páskatúr.
Undanfarnu
tvey árini hava vit verið í
Riga, høvuðsstaðnum í
Letlandi. Soleiðis er hetta
fyrstu ferð, at vit gera
júst henda túrin til Za
greb í Kroatia.
Fult báðar vegir
Stjórin vísir á, at tað, sum
er serstakt við hesum
páskatúrinum hjá Fonn
Flog, er, at flogfarið flýg
ur við ferðafólki, bæði úr
Føroyum við føroyingum
og heimaftur til Føroya
við útlendskum ferða
fólkum.
- Vit samstarva við
eina ferðaskrivstovu í
Baltisku londunum, har
vit fylla flogfarið úr Før
oyum, og tey fylla flog
farið til Føroya. Soleiðis
hevur eisini verið hini
bæði árini, og talan er
um
somu
ferðaskriv
stovu – eisini, nú vit gera
henda túrin til Kroatia.
Sakaris
Frederiksen
vísir á, at nú ferðamálið
hesaferð er Zagreb, verð
ur flogið úr aftur Kroatia
umvegis eysturríska bý
in Linz og heim aftur til
Føroya við útlendskum
ferðafólkum.
- Soleiðis selur ferða
skrivstovan í Baltisku
londunum
ferðina
til
Føroya, bæði í Kroatia og
í Eysturríki - við fráferð
úr báðum londunum.
Beinleiðis flúgving
Stjórin sigur, at tá før
oysku ferðafólkini eru
komin beinleiðis úr Før
oyum til Zagreb, koma
kroatisku
ferðafólkini
uppí flogfarið, sum síðan
millumlendir í Linz eftir
eysturrísku ferðafólkun
um.
- Tá flogfarið so fer
niður aftur eftir føroysku
ferðafólkunum, fara út
lendsku ferðafólkini, sum
hava vitjað í Føroyum,
heimaftur, sigur hann.
Ferðast verður í Air
bus 320 hjá Atlantsflogi,
sum hevur pláss fyri 168
ferðafólkum.
Samstarvið
millum
Fonn Flog og ferðaskriv
stovuna í Baltisku lond
unum hevur verið sera
gott, og tá hetta samstarv
hevur víst seg at rigga
ógvuliga væl, hevur verið
hildið
fram
í
góðum
treysti.
Sakaris
Frederiksen
sigur, at tað, sum er so
spennandi og slóðbrót
andi við hesum sam
starvi, er, at Fonn Flog
fyllir flogfarið, sum fer
úr Føroyum – og sam
starvsfelagin fyllir flog
farið heim til Føroya.
Stjórin sigur, at tað
tók bert nakrar tímar at
fylla flogfarið úr Føroy
um til Riga í fjør, og nú
ferðamálið fyri fyrstu
ferð við hesum konsepti
er Zagreb, er áhugin eis
ini stórur, tó at nøkur
pláss enn eru eftir á ferð
ini.
- Farið verður úr Før
oyum stundisliga klokk
an 08 hin 19. apríl, og
flogfarið lendir í Zagreb
klokkan 12.30. Tá farið
verður heim aftur úr Za
greb hin 23. apríl, verður
ikki farið avstað haðani
fyrr enn klokkan 19, legg
ur hann aftrat.
Ymiskar avbjóðingar
Sakaris Frederiksen vísir
á, at kostnaðarstøðið í
Kroatia er nógv lægri
enn í Føroyum, og tú
kanst keypa eitt nú mat
og drekka fyri brotpart
av tí, sum tað kostar her
um okkara leiðir.
- Tað eru nógv ferð
andi, sum hugsa um kostn
aðarstøðið, tá tey velja
sær ferðina. Er kostn
aðarstøðið lágt, røkka
pengarnir sjálvsagt longri,
og tað hevur týdning fyri
nógv ferðafólk. Avbjóð
ingin hjá ferðaskrivstov
uni, sum vit samstarva
við, er, at sannføra síni
viðskiftafólk um, at Før
oyar eru eitt gott og for
vitnisligt
val,
hóast
kostnaðarstøðið her er
væl hægri enn eitt nú í
Kroatia, sigur stjórin.
Hann vísir á, at tá før
oyingar koma niður til
Zagreb er alt opið, bæði
handlar og matstovur.
Men,
tá
útlendingar
koma
til
Føroya
um
páskirnar er tað nógva
stongt.
- Hetta halda útlend
ingar er ein trupulleiki,
og her hava vit sum
ferðamannaland - eisini
um páskirnar - kanska
eina avbjóðing, leggur
Sakaris Frederiksen aftr
at.
vilmund@sosialurin.fo
Ein serligur
túrur fyri tey
vaksnu
Tað eru serliga vaksin fólk, sum
fara páskatúrin til Kroatia - pør,
bindiklubbar og arbeiðspláss,
sum eitt nú brúka túrin sum
eina starvsfólkaútferð
Á
páskaferðini
hjá
Fonn Flog til Kroatia
vóru upprunaliga trý
hotell at velja ímillum,
og eitt av hesum er
longu útselt.
- Tað eru tveir prísir
fyri ferðina. Annar er
5.990 krónur, og hin er
6.200 krónur. Í Zagreb
skipa vit fyri útferðum,
um fólk hava hug til
tað, og hetta plagar
ferðafólki
at
dáma
nokso væl. Hetta eru
prísir
fyri
flúgving,
ferðaavgjald og gisting
í
fýra
nætur
við
morgunmati.
Sakaris Frederiksen
sigur, at tey, sum fara
páskatúrin, typiskt eru
vaksin
fólk
-
pør,
bindiklubbar
og
arbeiðspláss,
sum
brúka túrin sum eina
starvsfólkaútferð.
vilmund@sosialurin.fo
- Tað, sum er so spennandi og slóðbrótandi við hesum samstarvi, er, at Fonn
Flog fyllir flogfarið, sum fer úr Føroyum – og samstarvsfelagin í Baltisku
londunum fyllir flogfarið heim til Føroya, sigur Sakaris Frederiksen
Mynd: Álvur Haraldsen
Í Zagreb verður skipað fyri útferðum, og
tað plagar fólki at dáma nokso væl