Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 TÍÐINDI Jógvan Isaksen um­hugs­ar nú, um næsta krim­ i­søgan skal vera enn ein bók um William Hamm­ er, um hann skal geva Hann­ is Martinsson come­back, ella um hann skal fara at skriva um ein heilt nýggjan persón Eyðun Klakstein Fyri jól gav Jógvan Isaksen út sína fimtandu krimibók fyri vaksin. »Anathema« er fimta bókin í røðini sum Skansa­deildina, har William Hamm­er er høvuðspersónur. Framm­an­undan hevur Jógv­ an Is­aksen skrivað tíggju krim­i­bøkur um miðlamannin Hann­is Martinsson. Sam­an­ lagt hevur virkni rit­høv­und­ in skrivað næstan fimmti bøk­ur. »Anathema« fekk sum hin­ar krimibøkurnar góða mót­tøku og var millum mest seldu bøkur í fjør. Jógvan Is­ak­sen ætlar sær at halda fram at skriva krimibøkur, og spurn­ingurin er nú, hvønn per­són næsta bókin skal snúgva seg um. – Eg gangi og hugsi um, hvønn næsta bókin skal vera um. Skal tað vera enn ein bók um Will­iam Hammer, skal eg lata Hann­is Martinsson trína framaftur, ella skal eg fara í holt við ein heilt nýggjan høv­uðs­persón? – Tá ið eg byrjaði at skriva um Hannis Martinsson í 1990, var hann um 40 ára ald­ ur, so hann er blivin ein eldri mað­ur nú. Tað var eisini ein or­s­øk til, at eg fór at skriva um William Hammer í 2013. Eg hevði brúk fyri einum yng­ri høvuðspersóni. Men tað kann vera, at Hannis kann koma afturíaftur, sigur hann. Jógvan Isaksen umhugsar eis­ini, um hann skal fara at skriva um ein heilt nýggjan høv­uðs­persón. – Eg umhugsi eisini, um eg skuldi funnið ein heilt øðr­vísi persón at skriva um. Kanska kundi næsti høv­uðs­ per­són­ur­in verið ein kvinna, sig­ur hann. Verður burtur í søgunum Fyrsta krimibókin hjá Jógv­ ani Isaksen kom í 1990. »Blíð er summarnátt á Før­oy­a­ landi« var sum frísk luft í føroyska bók­ment­a­heim­ i­num og slóðaði fyri góðu undirtøkuni, sum krim­i­søg­ ur­nar hjá Jógvani hava havt síð­ani. Síðani 2007 hevur Jógv­an Isaksen skrivað eina krim­i­ bók um árið. – Fyrstu árini kundi eg brúka eitt hálvt ár ella kanska eitt heilt ár til at skriva eina krimibók, men seinnu árini havi eg brúkt um­leið tveir mánaðir at skriv­a krimibøkurnar. Tað dám­ar mær best nú. So siti eg í ar­beiðs­rúm­inum hjá mær heima og skrivi frá morgni til myrk­urs, og eg livi meg so nógv inn í krimisøgurnar, at tær blíva mín veruleiki. – Tað er komið fyri, at eg eri far­in skeivan dag inn á uni­vers­i­tetið at undirvísa, tí eg livi mest sum í einari aðr­ ari verð. Tað kemur meira enn so fyri, at eg missi dag­ a­skil, sigur hann. Jógvan Isaksen undirvísir í bók­ment­um á Københavns Uni­versiteti. Fær nógv hugskot Summ­ir rithøvundar leggja sínar bøkur neyvt til rættis, áðrenn teir byrja at skriva. Summ­ir gera sær eina synopsis og vita júst, hvussu teir skulu skriva bókina. So­leiðis arbeiðir Jógvan Is­ak­sen ikki. – Eg byrji at skriva, og so koma hugskotini bóltandi á leið­ini. Eg veit ikki altíð, hvat fer at henda. Um eg onk­un­tíð havi gjørt mær eina skriviætlan fyri bókina, held­ur hon ikki, tí áðrenn eg veit av, eri eg farin aðra leið. Skriv­ingin fer avstað við mær, sigur hann. – Tað minnir um at vinda upp á hespu. Tú skalt hava fat­ur á einum enda, og so kanst tú vinda restina av tógv­i­num uppá. – Míni bestu ráð til tey, sum hugsa um at skriva eina bók, er, at tey seta seg at skriva og verða sitandi. Ella tey kunnu gera sum Mark Twain, hann lá fyri tað mesta í songini og roykti sig­ar, með­ an hann skrivaði, men tað var konan vist ikki so fegin um, sigur Jógvan Isaksen. UMHUGSAR NÝGGJAN HØVUÐSPERSÓN Kanska kundi næsti hø­vuðs­ per­són­urin verið ein kvinna JÓGVAN ISAKSEN – Eg livi meg so nógv inn í krimisøgurnar, at tær blíva mín veruleiki. Tað er komið fyri, at eg eri farin skeivan dag inn á universitetið at undirvísa, sigur Jógvan Isaksen