hósdagur 24. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Uppstilling til løgtingsval man
vera á skránni hjá øllum politiskum
flokkum í hesum døgum
Formaðurin í Streymoyar Sjálvstýris
felag staðfestir, at tað hevur stóran
týdning fyri Sjálvstýrisflokkin at fáa at
kvøðuslúkar, sum til dømis Magna
Laksafoss á listan.
Og rætt hevur hann – um hann bara
hugsar matematiskt um at útvega
Sjálvstýrisflokkinum størri vald.
Tað eru nakrar fyritreytir, sum eru
galdanandi fyri allar flokkar, til tess at
vinna sær politiskt vald – undirtøku
millum veljarar. Tað er sjálvandi fyrst
og fremst at fáa flokkinum so nógvar
atkvøður, sum til ber. Og fyri at fáa tað,
so má flokkurin hava valevni, sum
draga flokkinum nógvar atkvøður.
Á seiansta løgtingsvali gjørdi Javn
aðarflokkurin í so máta nógv tað størsta
hálið, fyrst við Aksel V. Johannsen, sum
fekk 2405 atkvøður, síðani við Sonju
Jógvansdóttir, sum fekk 1021 atkvøður.
Hjá Tjóðveldi fekk Høgni Hoydal
1.149 atkvøður, og hjá Fólkaflokkinum
fingu Jacob Vestergaard og Annika Ol
sen ávikavist 966 og 961 atkvøður.
Onnur fyritreyt er at vinna slagið
um Havnina. Tað gjørdu Javnaðarflokk
urin og Tjóðveldi á seinasta løgtingsval
ið, og tí vunnu teir valið. Í Havn fingu
teir tilsamans 53,1 prosent av atkvøðu
num.
Tí hevur tað týdning, hvør stillar upp
fyri flokkarnar. Og tí hevur tað sjálvandi
eisini týdning fyri Sjálvstýrisflokkin at
fáa fólk sum til dømis Magna Laksafoss
í flokkin.
Eitt stríð hjá einum »fremmandum« í
Sjálvstýrisflokkinum um at vinna ann
að umboðið – ella einasta umboð hjá
flokkinum – í Løgtinginum kann føra
til, at flokkurin fær størri undirtøku,
enn hann annars hevði fingið.
Sjálvandi er poltikkur annað enn at
fáa eitt rokniark at ganga upp. Og tað
kann tykjast løgið, at politikarar sum
fótbóltsspælarar ganga á uppboði mill
um flokkar. Men soleiðis er politikkur
eisini vorðin.
Tað sigur ikki sørt, at av teimum sum
vórðu vald á ting á síðsta løgtingsvali –
og millum varafólkini, hava níggju
umboðað meira enn ein flokk á tingi.
Valfepur og valtaktikkur
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
25. JANUAR 2019
» – Samgongan fær ikki mannað lið, sigur
Bárður, men gloymir, at anstøðan fær
mannað lið við ólógligum spælara.
Soleiðis skrivar Jógvan Páll Lassen,
advokatur, á Facebook. Og hann heldur
fram:
– Bárður Nielsen skuldi heldur spurt
Kristin Michelsen, um hann er limur í
løgtinginum ella býraðsformaður, tí
honum er ikki loyvt at spæla á báðum
liðum í senn.
– Gott er við høgum morali, men betri
er við dupultmorali.«
Nei, ikki er altíð
so lætt at síggja flís
ina. Ólíka lættari at
finna bjálkan...
Gott við morali –
men betri er við
dupultmorali
ADVOKATURIN
Les eisini blaðið
á telefonini
Tænt øllum løg
monnum – uttan
einum
Siðsøga síða 16-17
Sjúrður Olsen:
Vigt hava tey røttu
fólkini
Vinnan
Mánakvøldið 28. januar 2019 fer
Vágakórið undir nýggja sangskrá
við nýggjum væluppøgdum
kórleiðara nevniliga sanglærara
num Katrin á Borg Johannesen
Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar
saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har hon
hevur nomið sær útbúgving í tónleiki við
fokus á sang og sangpedagogikk.
Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórlei
ðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, og
hon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst
í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum.
– Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið,
og tað verður spennandi, hvat vit saman
kunnu fáa í lag, sigur Katrin á Borg Jo
hannesen.
Úr Vágakórinum siga seg vera serliga
spent uppá at bjóða nýggjum sangarum
at koma við, tí vit ætla at víðka munandi
um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast
so stórt, sum tað einaferð var - stuttligt
hevði verið, eisini at sæð mong av okkara
ungu sangfuglum í einum fjølbroyttum
vælljómandi Vágakóri.
– Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30
til 21.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit
venja, læra, frøast um vakran tónleik, hugna
okkum. Málið er at gleða okkum sjálvi og
onnur við vøkrum sangi til skemtunar og til
hátíðarløtur, siga tey í tíðindabrævi.
Og tey leggja afturat:
– Um nakrar vikur skipa vit fyri einum
venjingarvikuskifti á onkrum eksotiskum
staði í Føroyum. Hugni, venjing og konsertir
í nærumhvørvinum eyðkenna hesar 2-3 dag
arnar heimanífrá.
Komið og syngið við
Vágakórinum
Katrin á Borg
Johannesen er júst
flutt heim aftur til
Føroyar saman við
familjuni eftir 12
ár í Oslo, har hon
hevur nomið sær
útbúgving í tónleiki
við fokus á sang og
sangpedagogikk