Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 19 Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 15. Februar 2019 kl. 10.00 í Østrøm, Sigmundargøta, Tórshavn. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 4. Februar 2019. Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins: 1) val av fundarstjóra 2) frágreiðing frá nevndini um farna ár 3) framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar 4) val av nevnd 5) val av grannskoðara 6) innkomin uppskot (herundir viðtøkubroyting) 7) ymiskt Aftaná 4. Februar 2019 kunnu limir grunsins síggja møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins. Nevndin Tak niður Faroe Law app’ina her iPhone Android Sosialurin 341800 www.faroelaw.fo Patent til sølu Vegna trotabúgvið Sp/f Atlantic Heavy Lift verður eitt patent til at bera ein platform, lýst til sølu. Talan er um patent nr. DK 177714. Patenti er galdandi í Danmark og snýr seg í høvðusheitum um eitt far til at bera en oljuplatform, tá ein slíkur verður tikin niður. Fleiri upplýsingar um patentið kunnu eisini síggjast á: https://onlineweb.dkpto. dk/pvsonline/Patent Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og vraka millum innkomin boð ella einki at taka. Eisini tilskilar bústjórin sær rætt til at fara í samráðingar við tey sum hava boðið við tí endamáli, at selja til hægstbjóðandi. Skrivlig boð skulu vera Óla M. Hansen, advokati, í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018, kl. 12.00. Boð kunnu sendast til Advokatpartafelagið Faroe Law, Postboks 158, 110 Tórshavn, ella til oha@faroelaw.fo Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla M. Hansen, advokat, á tlf. 669900, 517316, ella teldupost oha@faroelaw.fo Leys størv á Landssjúkrahúsinum Starvsfólk til reingerð á Landssjúkrahúsinum Umsóknarfreist 29. Januar 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til onkologisk ambulatorium Umsóknarfreist 1. Februar 2019 Sjúkrarøktarfrøðingar til summarfrítíðarstørv Umsóknarfreist 15. Februar2019 Summarfrítíðaravloysarar Umsóknarfreist 15. Februar 2019 Neonatalsjúkrarøktarfrøðingar til føðideildina Umsóknarfreist 7. Februar 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn, føddur tann 4. februar 1953, deyður tann 6. september 2018, og eftirsitandi hjúnarfelaga Ásvør Joensen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 290/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 9. januar 2019. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Edel Betzy Lenny Thomsen, Á Todnesi 3, 410 Kollafjørður, fødd tann 3. desember 1930, deyð tann 3. desember 2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Hans Ívar Thomsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 390/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 18. januar 2019. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaða omma, mamma og vermóðir Geirtrud Andreasen, f. Lützen f. 26. maj 1941 – d. 27. januar 2018 andaðist og varð jarðað Takk prestur fyri góð orð, tøkk fyri blómur, heilsanir og gávur til Javna. Somuleiðis hjartans tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til, bæði áðrenn og aftaná jarðarferðina. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til tað seinasta hvíldarstaðið Harrin tekur Harrin gevur Ommubørn, Súsanna, Tórur, Ingerð, Ólavur, Andras, Hjørtur, Harda, Rúni og Gunnbjørg TAKK Herbjørg Egholm, fødd Viderø f. 19.09.1923 d. 15.11.2018 Hjartaliga takk til tykkum øll, sum fylgdu elskaðu konu míni, mammu, ommu, langommu og oldurommu okkara til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum øll, sum vístu okkum samkenslu og hjálptu til á ymsan hátt. Takk til tykkum á Tjarnargarði fyri góða umsorgan, tey árini hon búði har. Takk til Sólsetur og takk til Derhard Jógvanson prest fyri vøkur orð. Blíðar heilsanir og gott nýggjár. Eiler, Eyðna og Emi við familjum Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn