hósdagur 24. januar 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
januar 2019
25
Cargo er partur av
stórari føroyskari
tænastufyritøku
FARMADEILDIN ER VAKSIN VIÐ RISAFETUM, SÍÐANI BRØÐURNIR
RENÉ OG HALGIR DAHL OLESEN VÓRU SETTIR AT REKA DEILDINA
Árni Gregersen
Í mong ár var tað soleiðis, at tann farmur,
sum Norrøna flutti millum londini her í Norð
uratlantshavi, so var tað Blue Water, sum tók
sær av tí partinum.
Tað var ikki altíð, at tað var ein góð
forrætning – hvørki fyri Blue Water ella Smyril
Line. Samstarvið endaði við, at Smyril Line og
Blue Water avtalaðu, at Smyril Line Cargo aftur
sjálvi skuldu taka sær av farminum.
Hetta setti krøv til eina veruliga havnadeild,
sum megnaði at menna hesa deildina, so tað
eisini kundi geva inntøkur til felagið.
Brøðurnir René O Halgir Dahl Olesen vóru
heintaðir inn til felagið at fáa visjónir at gerast
veruleiki.
-Vit keyptu longu í 2015 Eystnes og
Hvítanes til farmaflutningin. Tey vóru bygd
um, so tey fingu frystilastir, so vit kundu bjóða
okkum fram at flyta uppsjóvarviskin,s um var
virkaður og frystur í Føroyum til marknaðirnar
í Evropa, sigur Halgir Dahl Olesen.
Hetta vísti seg beinanvegin at rigga og
ferð kom á menningina, samstundis sum
føroysku skipini fiskaðu meira og meira av
uppsjóvarfiski.
Ein stór mong av makrelinum verður seldur
til Ruslands og hagar sigla bæði Eystnes
og Hvítanes í dag í so at siga fastari rutu.
Uppsjóvarfiskurin verður lossaður í Sankta
Pætursborg og so taka keypararnir yvir har og
senda fiskin víðari til endastøðirnar í landinum.
Ísland
Smyril Line hevur øll árini røkt sambandi til
Íslands, men tað hevur fyri tað mesta verið við
Norrønu, sum hevur siglt á Eysturlandið.
Felagið setti sær fyri at kanna um tað vóru
aðrir møguleikar í Íslandi. Tað vísti seg skjótt,
at íslendska útflutningsvinnan saknaði eina
farleið, sum fór úr Íslandi fríggjakvøld. Ein
slík farleið hevði gjørt, at íslendingar kundu
senda feskan fisk til evropeiska marknaðin í
endanum á vikuni og at fiskurin kom til Evropa
og marknaðirnar har tíðliga í nýggju vikuni.
Tað hevur víst seg, at hetta var eitt gott
hugskot. Smyril Line Cargo vísir seg at standa
seg ógvuliga væl í kappingini við u reiðaríini,
sum eisini røkja farmasigling úr Íslandi.
Eitt sum rutan hjá Smyril Line Cargo hevur
framum hini er, at talan er um roll on- roll off
skip. Tað vil siga, at her er talan um flutning í
og á vognum heldur enn í bingjum.
-Fyriunurin er fyrst og fremst, at vit kunnu
lossa og lasta skjótari enn bingjuskipini gera
tað. Afturfyri kunnu vit so ikki seta vognarnar
oman á hvønn annan, men hetta hevur víst
seg at vera ein góð loysn, sigur Halgir Dahl
Olesen.
Tað hevur víst seg, at Mykines er sera
vælegnað at flyta bilar til Íslands. Tað er ikki
neyðugt at koyra teir í bingjur, sum annars er
vanligt, tí Mykines hevur eitt afturlatið dekk við
taki. Mykines kann taka einar 500 persónbilar.
Mykinesx er eisini serliga væl egnað til
annað stórt og tungt góðs, sum kranar, bussar
og annað, sum eisini er á plattum.
Vaksið nógv
Smyril Line Cargo er vaksið skjótt hesi árini,
sum eru farin afturum bak. Í dag eru tey 20
fólk í Danmark,, 27 í Íslandi og 27 í Føroyum.
Harumframt hava tey keypt flutningsfyri
tøkuna, sum hevur trekkjarrar og vognar, OCD,
Har eru 17 fólk í arbeiði.
Tað vil siga, at eini 60 fólk eru við
farmaskipunum , umframt tey 120, sum eru
við Norrønu.
-Eg eri ómetaliga stoltur av, at hetta er eitt
føroyskt felag burturav, sum brúkar føroyska
arbeiðsmegi, sum hevur sáttmálar við føroysku
fakfeløgini. Vit keypa so at siga alt í Føroyum
og gera umvælinganr her í landinum sigur
stjórin.
Hann leggur afturat, at allar avgerðir vedrða
tiknar av føroyingum í Føroyum.
Hann leggur afturat, at tað sjálvandi er
ómetaliga stuttligt at vera partur av einari
fyritøku, sum Smyril Line, sum spennir so víða.
Umframt sigling, so hevur fyritøkan tvey hotell
og matstovur og annað.
-Eg eri eisini glaður fyri at vit hava eigarar
og ovastu leiðslu, sum lurta eftir okkum og
okkara hugskotum, sum vit hava megnað at
gera til veruleika, sigur Halgir Dalh Olesen.
Halgir Dahl Olesen er stjóri saman við
beiggjanum Rene Dahl Olesen