Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Tað hevur ongantíð verið so nógv brúk fyri Miðflokkinum í Føroyum, sum tað er beint nú. Tað sigur Jenis av Rana, for­mað­ ur Miðfloksins, sum sjálvur er sann­ førdur um, at tað er rætt, sum hann ber fram. Sambært honum, so eru nógvar or­søk­ir til, at so stórur tørvur er á Mið­flokk­i­num. Vit kunnu nevna nakrar her: – Samgongan vil seta trygdina í vanda. Landsstýrissamgongan hjá Aks­el V. Johannsen æltar at loyva, at sam­kynd­ir menn sleppa at lata blóð. Tað er at seta trygdina í vanda, tí smittu­vandin er størri við blóði frá sam­kynd­um monnum, og tað er at boyggja seg fyri LGBT. – Eitt tað fyrsta, sum hendan sam­ gon­gan fer at gera, um hon verð­ur aft­ur­vald, er at loyva fólki at skifta kyn. Sambært Jenisi av Rana er Aksel V. Jo­hanne­sen so útspekuleraður, at hann torir ikki at gera tað fyri val­ ið, men sambært hon­um verður tað beint eft­ir valið, um samgongan slepp­ur til valdið aft­ur. Hann sigur víðari, at samgongan gjørdi seg inn á tað kristna, trygga grundstøðið við at loyva samkyndum at giftast. Samgongan ætlar sær inn í barna­garðar at ávirka børnini til at gera tað ónátúrliga nátúrligt... Tað eru nógvir politikarar, bæði í Før­oyum og úti í stóru verð, sum hava viljað ført fram, hvussu ógudilig onnur eru. Stíðið um rættindini hjá sam­kynd­um at giftast var bæði var dømi um tað. Tað var bæði hart og hvast, men úrlsitið vísti tó, at før­ oysku politikkur hevur flutt seg. Eitt er tað, at ein meiriluti av Løg­ting­i­num atkvøddi fyri. At meir­ i­lutin at kalla bara vóru sam­gongu­ umboðini er ikki tí, at hetta var eitt stríðsmál millum andstøðu og sam­ gongu. Heldur var hetta ein finta frá parti av andstøðuni at lát­ast sum um hon var í sama báti, sum Mið­flokk­ur­ in. Men tað var hon ikki. Best hev­ur borg­ar­stjór­in í Havn víst tað við at stað­festa, at Fólkaflokkurin – al­t­ern­ a­tiv­i løg­mans­flokkurin – var flokk­ ur­in, sum legi­ti­mer­aði hjúnarband mill­um sam­kynd í Føroyum, tá hon segði so­leiðis við fjølmiðlarnar eftir at hava vígt fyrsta samkynda parið: »Hetta er ein heilt serligur dagur fyri bæði Havnina og Føroyar. Hetta er gott fyri umdømið hjá høv­uðs­ stað­num, og eg haldi tað klæðir seg, at tað er borg­ar­stjórin sjálvur, sum gift­ir fyrsta parið, sigur Annika Ol­ sen, borgarstjóri í Havn, og vísir á, at Tórshavnar kommuna í mong ár hev­ur stuðlað samkyndum, millum ann­að gjøgnum stuðul til LGBT og Pride-skrúðgongurnar. – Eg haldi, at løtan er líka há­tíð­ ar­lig hvørja ferð tvey finna saman í kær­leika, um tey eru samkynd ella ikki, sigur Annika Olsen.« Sig so, at alternativi løg­mans­ flokk­ur­in, Fólkaflokkurin er ímóti at fólk av sama kyni giftast! Tað er hann so bestemt ikki! Hví mundi Fólkaflokkurin gifta fyrsta samkynda parið? STRIÐ UM ORÐ ELLA GERÐIR Mánadagur 28. januar 2019 Nr. 11 93. árg. kr. 20,00 Avgerandi vika hjá Akseli S LES UM JÓHAN Á PLÓGV HANSEN Á SÍÐU 23, 21 OG 20 FØROYINGURIN Á DANSKA LANDSLIÐNUM BLEIV SKIFTUR ÚT Á HM-FINALUDEGNUM. – SOLEIÐIS ER SPÆLIÐ, SIGUR JÓHAN Á PLÓGV HANSEN, SUM FEKK HM-GULL UM HÁLSIN Í GJÁR Stuttsøgd: Fýra EM- vinnarar í inniróðri LES SAMRØÐU VIÐ ODMAR FÆRØ Á SÍÐU 18 OG 19 ODMAR FÆRØ TIL HAMKAM: -UM TAÐ IKKI VERÐUR NÚ, SO VERÐUR TAÐ ALDRIN, SIGUR 29 ÁRA GAMLI MIÐVERJIN JULIAN JOHANSEN: EYÐMJÚKLEIKI OG HART ARBEIÐI HEVUR FØRT JÓHAN LANGT, SIGUR FYRRVERANDI VENJARIN HJÁ HONUM LES UM HONDBÓLT Á SÍÐU 21 ER SPÆLIÐ BAKSÍÐAN MIÐFLOKKURIN: Hendan sam gong an arbeiðir ið íst fyri at avkristna h at SAM GONG AN Í FERÐ VIÐ AT AVKRISTNA FØROYAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin