Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Eg ivist ikki í, at trúgv­ andi í Føroyum fara at vera forfylgd, akkurát so­leiðis sum trúgvandi verða forfylgd aðrastaðni í verðini. Tað var óvanligi boð­ skap­urin hjá Jenisi av Rana, formanni í Mið­ flokki­num, á lands­fundi hjá flokkinum leygar­ dagin. Jenis av Rana málaði eina ógvuliga dapra mynd av, hvørjar av­leið­ ingar, tað fer at fáa fyri før­oyska samfelagið, slepp­ur hendan sam­ gong­an at halda fram eftir løgtingsvalið, sum verður í seinast lagi 31. august. Eftir hansara tykki er samgongan við at av­ kristna Føroyar við teim­ um lógum, hon hevur sett í gildi. Eitt mál, hann hugsar um, er broytingin í hjúnabandslógini, so­ leið­is at samkynd kunnu giftast. Eitt annað mál er broyt­ingin í revsilógini, har tað nú stendur, at »anal samlega partur av van­liga samlegu hug­ takinum«. Men hann er sann­ førd­ur um, at hetta er bara byrjanin, og sleppur hendan samgongan at halda fram, er nógv annað í væntu. Eitt nú ivast hann ikki í, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um, at tað skal standa fólki frítt fyri at velja, hvat kyn tey vilja vera, løgfrøðiliga, verður samtykt. Tað merkir, at ein maður, ið følir seg sum eina kvinnu, skal fáa krav upp á, at tað stendur í passi­num, og øðrum løg­ frøði­ligum skjølum, at hon er kvinna. Stúra fyri forfylging Men so ivast Jenis av Rana enntá heldur ikki í, at sam­gongan fer bein­ leiðis at forfylgja teimum kristnu í Føroyum. Ein máti at gera tað upp á, er at tvinga kristin til at vera við til ymiskt, sum stríðir ímóti teirra kristnu sannføring. Hann vísir á, at úti í heimi eru meiri enn eitt dømi um, at kristin verða rættarsøkt fyri at gera mannamun ímóti sam­ kyndum. Eitt dømi er um ein bak­ara, ið varð stevndur tí at hann ikki vildi baka brúd­leypskaku til eitt sam­kynt par. Tá varð hann frí­kend­ ur, men síðani er hann aftur saksøktur, tí hann ikki vildi baka eina kaku, ið var blá uttan og ljósa­ reyð innan, til eitt við­ skifta­fólk, sum vildi há­ tíðar­halda at tað hevði skift kyn. Eitt annað dømi er um ein blómuhandlara, ið varð saksøktur tí hann ikki vildi gera blómutyssi til eitt samkynt par, sum skuldi giftast. Jenis av Rana sigur at nógv onnur dømi eru eisini, har endamálið er, við lógini í hondini, at tvinga trúgvandi fólk til at vera við til ymiskt, hóast tað stríður ímóti teirra kristnu sannføring. Og hann ivast ikki í, at hetta eisini fer at verða í Før­oyum. – Eg havi onga orsøk til at ivast í, at hendan sam­ gongan eisini fer at verða kveikt av tí, sum hend­ir í øðrum londum á hes­ um øki, staðfesti hann á Lands­fundinum. Trúgvandi skulu tryggjast við lóg Jenis av Rana sigur, at sostatt verður tað neyðugt, at vit fáa sam­tykt eina lóg sum tryggjar, at fólk kunnu nokta at verða við ymiskt, sum stríður ímóti teirra kristnu sannføring. Í hesum sambandi vís­ir hann á, at serliga skulu læknar og sjúkra­ røktar­frøðingar fáa lógar­tryggjaðan rætt til at nokta at vera við til fostur­tøkur, eru tey ímóti tí av átrúnaðarligum áv­ um. Men eisini onnur heilsu­starvsfólk, lærarar, og onnur, skulu fáa lógar­ tryggjaðan rætt at nokta at verða við til ymiskt, í stríð­ir ímóti teirra kristnu sannføring. – Eingin skal tvingast til at átaka sær uppgávur, sum stríða ímóti teirra krist­nu trúgv, sigur Jenis av Rana. Men Jenis av Rana leggur kortini dent á, at sjálv­sagt skal ein slík lóg orðast vi skili, tí tað skal sjálv­andi ikki bera til at bera seg undan hvørjum sum helst við bara at skjóta seg inn undir at tað stríðir ímóti eins kristn­ari sannføring. Og hann heldur, at fáa vit ikki eina beinleiðis lógar­áseting um hetta, væntar hann, at vit eisini fara at síggja sakarmál í Føroyum, har kristin fara at verða rættarsøkt, tí tey ikki vilja átaka sær upp­ gáv­ur, sum stríða ímóti teirra kristnu trúgv. TRÚGVANDI Í FØROYUM BANGIN FYRI FORFYLGING RÆTT AT NOKTA Kristin í Føroyum skulu hava lógartryggjaðan rætt til at nokta fyri at vera við til fosturtøku, ella nakað annað virksemi, ið stríðir ímóti teirra sannføring Hann ivast ikki í, at hetta eisini fer at verða í Føroyum. Eingin skal tvingast til at átaka sær uppgávur, sum stríða ímóti teirra kristnu trúgv  EINGIN ORSØK AT IVAST – Eg havi onga orsøk til at ivast í, at hendan samgongan letur seg kveikja av tí, sum hendir aðrastaðni á hesum øki, staðfesti Jenis av Rana, formaður Miðfloksins á Landsfundi hjá flokkinum um vikuskiftið