Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 Regin Weihe Dalsgaard Í STÓLINUM HESA VIKUNA Stólurin 1 . LÝS TEG SJÁLVan VIÐ TRIMUM ORÐUM: uppfinningarsamur Altíð í gongd ótolin 2 . Hvar starvast tú? Býlings- og marknaðarstjóri í SMS 3 . Hvønn Sosialan Miðil nýtir tú oftast? Ein vani at fara á Facebook, men mær dámar best instagram. Nógv ótrúliga dugnalig og inspirerandi myndafólk 4 . hvørjari sjónvarpsrøð hyggur tú at í løtuni? Suits á netflix 5 . Hvør bók hevur havt størst ávirkan á teg? Lev livet uden bekymringer – ein bók hjá Dale Carnegie. Abbi mín fekk bókina í 1950’unum frá einum um útlendskum entreprenøri, sum var í FØroyum. Lánti bókina frá pápa mínum, tá ið eg einaferð var nýbyrjaður vinnurekandi, og trýstið var øgiligt. Aftaná lærdi eg at handfara avbjóðingar øðrvísi. Eg pástandi, at mesta læran í coaching og positivari sálarfrøði eru nógv inspireraðar av hesi bókini  6 . HVat var TÍN BESTA UPPLIVING í 2018? At blíva giftur og brúðarferðin á Mallorka  7 . HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? tað má nokk vera ’fínasta slag, einki problem’ 8 . Heldur tú, at menniskjan er natúrliga góð/ónd ella eitt stað mitt ímillum? Heilt sikkurt mitt ímillum 9 . Um tú hevði kunnað hitt ein søguligan persón, hvør hevði tað so verið? winston churchill 10 . Hvør er størsta hóttanin ímóti mannaættini? líkasæla millum menniskju og eisini religiøs viðurskifti, kríggj, umhvørvisdálking, klókir robottar(ai) o.a 11 . HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildini – tað skal eg siga, issje sannheit  12 . HVAT STRESSAR TEG? At gera ting sum eg ikki tími 13 . HVAT GLEÐIR TEG? børnini og kitty og tá ið eg fái okkurt hugskot, ið verður framt 14 . Hvat elskar tú at øsa teg upp um? Tá ting, sum einki hava upp á seg, verða blást upp, t.d í miðlunum. 15 . HVAT VAR SEINASTA YNSKI, SUM TÚ FEKk UPPFYLT? at eitt hugskot, eg havi gingið við leingi, er blivið til veruleika 16 . HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? ravmagn – tað er ein týðandi partur av okkara gerandisdegi, og mann kann ikki ímynda sær ein heim uttan ravmagn 17 . HVAT ER BESTA ÍLØGAN TÚ HEVUR GJØRT? Fyritøkan globi, sum eg byrjaði tann dagin eg fylti 18 ár 18 . HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ FØROYUM OG HVÍ? at familjan og vinir eru nær við, og at tað er sera lætt at fáa hugskot til veruleika. NAVN OG ALDUR: Regin Weihe Dalsgaard, 34 ár