hósdagur 31. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað verður telvað aftur og fram millum
samgongufólk á sosialu miðlunum, eft
ir at tað kom í ljós, at løgmaður kanska
fer at leska Framsókn við landsstýris
sessinum hjá Rigmor Dam í staðin fyri
at velja allar løgtingsnevndirnar av
nýggjum.
Tann møguleikin beyðst, nú Rigmor
Dam legði frá sær. Og fær Framsókn
møguleikan at hava eitt landsstýrisfólk
afturat næsta hálva árið ella so, ja so
tekur flokkurin sjálvandi av tí møgu
leikanum.
Fyri Rigmor Dam er tað heldur ikki
so galið. Tí hevði Javnaðarflokkurin í
staðin sett onkran innanhýsis í sessin,
tað kundi verið Jónleif Johannesen ella
Kristianna Winther Poulsen til dømis,
so stóð sessurin í Mentamálaráðnum
ikki opin aftur fyri Rigmor Dam, um so
var, at Javnaðarflokkurin kemur í sam
gongu eftir løgtingsvalið komandi.
Og um Javnaðarflokkurin hevur
tríggjar ella fýra landsstýrissessir fram
til valið, tað hevur ikki tann stóra týdn
ingin úteftir.
Tjóðveldi gremur seg sum vera man
um ójavna í býtinum av landsstýris
sessum. Tað vil so vera, nú Tjóðveldi
gjørdist størsti samgonguflokkur. Men
tann kabalin er løgd, og býtið hjá Tjóð
veldi er slett ikki av leið. Trý landsstýr
isfólk, tingformannin og nógvar
nevndarsessir er ikki so galið býtið.
Fíggjarmálaráðið og Fiskimálaráðið
telja eisini meira enn samferðslumála
ráðið og almannamálaráðið.
Róð verður framundir, at Javnaðar
flokkurin á henda hátt vil leggja sjógv
ímillum flokkin og Glasir við at seta
Framsókn í Mentamálaráðið. Kanska
grundaður mistanki, men neyvan hev
ur tað tann stóra týdningin í politiska
spælinum. Tað at eitt landsstýrisfólk
noyðist frá hevur enn ikki ført til, at
viðkomandi ikki verður valdur aftur á
ting ella ikki sleppur í landsstýrið aftur.
Og byggigølan Glasir stingur djypri í
politisku skipanini, enn at eitt lands
stýrisfólk má heingjast upp á alla ta
stóru fløkjuna.
Eyðvitað er tað í løtuni mest sanlíkt,
at løgmaður fer at gera eitt ráðharra
skifti – eina ministararokadu, sum tey
siga aðrastaðni. Tað verður so fyrstu
ferð, at valdsjavnvágin í einum lands
stýri soleiðis verður broytt.
Hvør skal nú í hvønn sessin?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
1. FEBRUAR 201
Hóast meirilutin í
Tvøroyrar býráð
hevur tikið tilsøgn
ina, sum gav Kristini
Michelsen loyvi at
sita sum borgarstjóri
og løgtingslimur,
aftur, eru eingi tekin
til, at Kristin Michel
sen ætlar at siga
annan sessin frá sær.
Í skrivi til miðlarnar í dag endurtekur
Kristin Michelsen tað, sum hann áður
hevur sagt, at Heilsu- og Innlendismála
ráðið er ógegnigt í málinum. Hann ætlar
sær tí ikki at eftirlíka áheitanini hjá
Heilsu- og innlendismálaráðnum um at
velja millum sessirnar báðar.
Kristin Michelsen hevur leitað sær
løgfrøðiliga hjálp og vil vera við, at eitt
býráð ikki hevur rætt at taka eina slíka
tilsøgn aftur, tá hon er givin. Hann sigur,
at eins og at ein borgarstjórur er valdur
fyri eitt valskeið í senn og ikki kann
skiftast út, so er
loyvi at lata
borgarstjóran sita í
løgtinginum eisini
galdandi fyri alt
valskeiðið og kann
tí ikki takast aftur.
Kristin ætlar sær
ikki frá í bræði
SIGUR SEG HAVA RÆTT
Les eisini blaðið
á telefonini
Føroyingar krígs
fangar á Toftum
Siðsøga síða 24-25
Sjálvandi skal
valaldurin lækka
Tema síða 12-13
Mikudagin fylti Jógvan við Keldu í
Klaksvík 75 ár
Kring landið er Jógvan best kendur sum
politikari – serliga sum borgarstjóri í
Klaksvíkar kommunu, men eisini sum
løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólka
flokkin.
Jógvan við Keldu er klaksvíkingur við
stóra K. Foreldrini vóru Gigga og Theodor við
Keldu – hon ættað av Kirkju, men uppvaksin
á Viðareiði, og hann ættaður úr Leirvík. Tá ið
Jógvan var smádrongur flutti hann saman
við familjuni norður á Garðar í Klaksvík, og
har hevur hann búð síðani. Jógvan við Keldu
giftist í 1965 við Betty Skaale av Toftum. Tey
bygdu niðan fyri hjá Giggu og Theodor. Betty
og Jógvan eiga trý børn: Gunvá, Pætur og
Tóra, sum øll búgva í Klaksvík.
Í seksti og sjeyti árunum og fram til áttati
árini var Jógvan við Keldu virkin vinnulívs
maður. Hann hevði søluumboð og heilsølu,
og hann skipaði fyri skeiðum og vørumess
um og gav eitt skifti Handilstíðindi út.
Í 1970 stillaði Jógvan við Keldu fyrstu ferð
upp í politikki. Tað var á kommunuvalinum
í Klaksvík, har hann varð valdur á fólka
flokslistanum. Í 1981 varð hann borgarstjóri í
Klaksvík og sat í átta ár. Hann tók við aftur í
1993 og var borgarstjóri átta ár afturat. Hann
var samanlagt borgarstjóri í Klaksvíkar
kommunu í 16 ár, og tað er framvegis met í
kommununi.
Jógvan við Keldu var valdur í løgtingið í
1988. Í fyrsta umfari sat hann har í tvey ár.
Hann var valdur aftur í løgtingið í 1998 og sat
fram til 2008, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.
Frá 2004 til 2005 var hann landsstýrismaður
í innlendismálum. Jógvan við Keldu hevur
eitt nú verið limur í Norðurlandaráðnum og
formaður fyri stýrið á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Tónleikur hevur verið týðandi partur av
lívinum hjá Jógvani við Keldu. Síðani hann
var ungur maður hevur hann nýtt sínar
musikalsku gávur í samkomuni í Betesda.
Hann hevur komponerað, sett út og yrkt.
Í meira enn 40 ár hevði hann ábyrgdina av
Betesdakórinum, og hann stjórnar framvegis
kórinum 17 sangarar.
Jógvan við Keldu 75 ár
Jógvan við Keldu er kendur sum borg
arstjóri í Klaksvík, løgtingsmaður og
landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin