hósdagur 31. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Leygarmorgunin fekk
Ritan ein skaða á
skrúvuna
Ein bussur hjá
Bygdaleiðum fór
út av í Norðragøtu
leygarkvøldið.
Danmark gjørdist
heimsmeistari í
hondbólti sunnudagin.
Teir hølvaðu Noreg av í
finaluni.
Mánadagin bleiv
kioskin hjá Astu flutt
av Vaglinum. Hon
kemur aftur í apríl.
Týsdagin vóru
starvslønirnar hjá
mentanargrunnin
handaðar. Heiðrikur á
Heygum fekk longstu
starvslønina, eitt ár.
Týsdagin skuldi Súlan
loysa Rituna av, men
hon fekk motorsteðg á
veg norður.
Endin var, at Tjørnunes
røkti siglingina, til Súlan
var klár aftur.
Avloysaraskip
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
teirra eru í
Suðurstreymoy
eru
arbeiðsleys
í Føroyum 117
239
Strandferðslan hevur gjørt eina avtalu
við felagið, sum eigur Jósup, um at
Strandferðslan kann nýta skipið sum
avloysaraskip um veturin.
Tá Heðin Mortensen tók við sum
landsstýrismaður í samferðslumálum,
setti hann Jósup at sigla út í Hest, tí hann
helt tað vera ov galið, at eitt skip, sum
Strandferðslan rindar fyri, skal liggja í
Havn og gnaga gummi.
Úrslitið var, at Jósup ikki var tøkur at
seta inn á Fugloyarleiðina, tá Ritan fyrr í
vikuni fekk ein skaða í skrúvuna. Jósup
var heldur ikki tøkur, tá avloysarin hjá
Rituni, Súlan, fekk motorsteðg. Men
Heðin Mortensen heldur fast við, at Jósup
enn er avloysaraskip hjá Strandferðsluni.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Øll, sum koyra í
rundkoyringini á Saltnesi,
mugu hava spruttlappar.
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5
til 10 m/s. Sólglottar og kavaæl
hvørt um annað. Hitin um dagin
úr frostmarkinum upp í 3 hitastig,
um náttina millum 5 kuldastig og
frostmarkið, í støðum kaldari enn.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av
suðri, 8 til 13 m/s. Fyrst nógv avfall,
fyri tað mesta regn, seinni klárar í og
bara okkurt æl. Hitin millum 3 og 6
stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Gul til stívt andøvsgul av norðri,
5 til 10 m/s. Um náttina vindur
av suðri og eystri, veksandi upp í
andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8
til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólin
sær, men um kvøldið og náttina
skýggjað og kavi ella vátaslettingur.
Hitin um dagin úr frostmarkinum
upp í 3 hitastig, um náttina millum
frostmarkið og 5 kuldastig, men
út á náttina hækkar hitin.
5-10 m/s
8-13 m/s
Endiliga fingu vit vetur við kava.
Tað gjørdist eitt sindur ógvusligt
hendan morgunin, men sjálvur haldi
eg, at tað viðhvørt er gott hjá nútíðar
fólkum at verða mint á, at vit kunnu
ikki stýra øllum.
Vegirnir vóru fyltir við kava og
samfelagið fór av álvara niður í gear.
Í hesum veðurlagsbroytingartíðum
er tað gott at merkja, at hóast
jarðarhitin er hægri enn nakrantíð, so
merkja vit enn árstíðirnar í Føroyum.
Spádómarnir hava sagt, at vit um
okkara leiðir fáa vátari og verri veður,
men nú vit síggja kavaveðrið er at
gleðast.
Tað eru dagar sum hesir børn
minnast, tá ið tey verða vaksin.
Kavaholur verða gjørdar og børn
skreiða ymsastaðni í landinum.
Jú – hetta er stuttligt.
Ája!
Glasir ríður almennu skipanini
sum ein marra. Fíggjarleisturin er
sprongdur – alt gerst dýrari, men
torført er at grundgeva fyri, at tað er
onkur, sum hevur ábyrgdina.
Stjórin á Landsverki er sendur
til hús og landsstýriskvinnan við
mentamálum er farin sama veg. Ogc nú
frættist, at spinndoktarin hjá nýggja
landsstýrismanninum við samferðslu
eisini hevur stungið í sekkin, hóast
hann bert var settur í seks mánaðir.
Tosað verður um kanningar av
málinum og Løgtingsgrannskoðararnir
hava
tikið
málið
upp.
Sum
uttanfyristandandi stendur tú
spyrjandi, tí tey siga, aat skipanin er
góð og Landsverk boðaði frá, at tey
høvdu stýr á pengunum.
Ja, tað søgdu tey.
Nú verður sagt, at tað er
stýr á hinum risa byggjarínum,
Landssjúkrahúsinum.
Vónandi.
Men skulu vit trúgvva at so er. Vit
fingu tað sama at vita um Glasir –
enntá dagin, tá ið skúlin alment var
handaður mentamálaráðnum.
Ája!
Politiska skipanin hevur enn ikki
funnið ein leist til at virka saman eftir
komandi dagarnar, sum eru eftir av
hesum valskeiðnum.
Andstøðan
g jørdi
bart
í
fíggjarnevndini og valdi nýggjan
formann. Ruth Vang úr Framsókn
noyddist at víkja sætið fyri Bárði
Nielsen,
Sambanddsflokkurin.
Nú skal hetta so fáast aftur í
javnvág, so Framsókn hevur tað,
sum honum var tillutað undir
samgongusamráðingunum.
Serliga tvær møguligar loysnir
eru nevndar. Onnur er, at allar
tingnevndirnar verða valdar av
nýggjum. Reglurnar siga, at skal ein
nevnd veljast av nýggjum so skulu
allar veljast umaftur.
Tað kundi fingið javnvágina uppá
plass aftur.
Hin loysnin, sum er nevnd, er, at
Framsókn møguliga fær lands
stýrismannin við mentamálum,
men tað krevur so aðrar
smærri justeringar.
Jú, stór mál eru at loysa
í Føroyum.
Kanska eiga vit at
hyggja eftir, hvussu
tað er vit skipa okkara
samfelag. Vit brúka
danskar skipanir sum
dømi í flestu førum.
Tað sum vit ofta tykjast
at gloyma er, at danska
samfelagið er meira enn 100
ferðir størri enn okkara.
Tí noyðast vit at hugsa øðrvísi
og gera føroyskar loysnir, sum passa
til samfelag við okkara stødd.
Alt annað er burturvið
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Jan Højgaard
bleiv afturvaldur
til formann í Føroya
Fiskimannafelag?
5-10 m/s