mánadagur 4. februar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tá ið lutakastið til EM-undan
kappingina í hondbólti var
avgreitt,vóru nógv ið gleddu
seg at síggja donsku heims
stjørnurnar í Føroyum. So
varð ikki, tí nærum í somu løtu
gjørdist greitt, at evropiska
hondbóltssambandið fór ikki
at loyva undankappingardystir
til EM vera spældar í Føroyum.
Sera harmiligt fyri føroyskan
hondbólt, og nú gevur vantandi
heimavøllurin
føroyskum
hondbólti
enn
størri
av
bjóðingar.
Tá ið Hondbóltssambandið
leggur fíggjarætlanir, so verða
tær gjørdar eitt ella tvey ár
fram. Hetta fyri at meldast
kann til kappingar í góðari tíð.
Tí var A-landsliðið hjá monn
um eisini meldað til áðrenn at
evropiska hondbóltssamband
ið gjørdi greitt, at tað fór ikki at
loyva heimadystum í Føroyum.
-Vit vistu at tað var ein
trupulleiki, men vit vistu ikki
at vit fóru at fáa so stutt skots
bráð at fáa viðurskiftini í lagi,
sigur Gunn Ellefsen, forkvinna
í HSF.
Tí var í fíggjarætlanini, ikki
tikin hædd fyri teimum út
reiðslum, ið koma av at spæla
sínar heimadystir uttanlands.
Munurin millum at spæla
heimadystir í Føroyum og
uttanlands er sera stórur..
-Tá ið vit hava dystir í Før
oyum gera vit sjálvi mat og
leikarir gista hjá sær sjálvum.
Men uttanlands má hondbólts
sambandið rinda fyri alt sum er
sjálvboðið í Føroyum, umframt
gisting og ferðaseðlar, greiðir
forkvinnan frá.
Ein millión vantar í
Og eykaútreiðslurnar eru stór
ar, sigur Gunn Ellefsen.
-Vit hava sett eitt rokni
stykki upp við støði í dysti
num í Skjern, og hvussu vit
meta, at inntøkurnar og út
reiðslurnar høvdu verið, um
heimadystirnir hjá A-lands
liðnum vóru í Føroyum. Um
framt heimadystin, sum var
í Skjern, hava vit tveir heima
dystir eftir. Samanlagt duga
vit at síggja, at vit hava eina
meirútreiðslu sum táttar í eina
millión krónur. Hon er undir
øllum umstøðum omanfyri
900.000 krónur.
Hendan meirútreiðslan er
orsakað av at dystirnir ikki
verða leiktir í Føroyum. Vóru
teir tað, so kundi roknast við
einum yvirskotið, metir Hond
bóltssambandið.
Forkvinnan leggur eisini
dent á, at tað eru mett tøl, men
at metingin er á einari góðari
leið.
-Vit hava til dømis mett, at
dysturin móti Danmark kundi
fylt Høllina á Hálsi við einum
atgongumerkjaprísi upp á 200
krónur
Útlitini fyri at atgongu
merkini kundu fíggja nakrar
av útreiðslunum, vóru eisini
bestar til júst heimadystin
móti Danmark í Skjern.
Prísurin var 200 krónur, og
har kom ein ávís inntøka av
hesum, men tað var ov lítið,
greiðir forkvinnan frá.
-Vit vóru ovfarin av at tað
komu millum 1000 og 1200
føroyingar til Skjern, men
tað kundi ikki gjalda fyri út
reiðslurnar.
Hondbóltssambandið hevði
vónað at fleiri danir fóru at
koma í høllina, men teir vóru
heldur fáir.
Teknisku krøvini eru dýr
Hondbóltssambandið
lærdi
eisini av hesum dystinum,
hvussu
dýr
tey
teknisku
krøvini frá evropiska hond
bóltssambandinum eru, tá ið
heimadystir
verða
spældir
uttanlands.
-Vit gjalda nógv fyri sjón
varpingina, greiðir Gunn Ellef
sen frá.
-Evropiska hondbóltssam
bandið krevur, at dystirnir
verða filmaðir við ávísum
treytum til góðskuna, og Hond
bóltssamband
Føroya
skal
standa fyri hesum útreiðslum.
- Sjónvarpingin í Danmark
kostar á leið 150.000 krónur
fyri hvønn dyst. Men tey
einastu vit kunnu selja dystin
til, er Kringvarp Føroya, og
Kringvarpið fær ikki goldið
allan kostnaðin. Tí fáa tey
dystin fyri á leið ein fjórðing
av kostnaðinum, greiðir Gunn
Ellefsen frá.
Tá ið dystir fyrr hava verið
í Føroyum, hevur Kringvarpið
tikið upp og framleitt dystirnar
við sínari útgerð, so har hava
útreiðslurnar ikki verið so
stórar.
Yvirhøvur eru
útreiðslurnar bara
nógv størri, tá ið tú
skalt spæla uttan
lands enn tær eru
heima.
Dagligi kostnaðurin
fyri at hýsa leikarum
er
stórur,
men
hond
bóltssambandið arbeiðir við
at fáa hann nakað niður.
-Vit vænta at fáa eina av
talu í lag við danska hond
bóltssambandið, so at før
oyska landsliðið kann hýsast
fyri somu prísirnar sum tað
danska. Men vit tosa framvegis
um 35.000 krónur um dagin
fyri hvørt lið. Tá ið Føroyar
eiga heimavøll skal Hond
bóltssambandið, umframt at
hýsa føroyska landsliði, eisini
hýsa mótstøðuliðnum, og hvør
landsdystarlega tekur tríggjar
dagar.
Ein millión er nógv
í hondbólti
-Til samans koma vit upp í móti
einari millión í eykaútreiðslum,
tá ið allir dystirnir eru leiktir,
og tað eru útreiðslur sum vit
ikki fáa gjørt nakað við yvir
høvur, sigur Gunn Ellefsen av
gjørd, og heldur fram.
-Harafturat er kostnaðurin
fyri umsiting ikki tikin við í
hetta roknistykkið, sigur hon
og greiðir frá at á skrivstovuni
hjá HSF arbeiða tvey fólk
fulla tíð og eitt fólk hálva tíð –
Hóast tað helst er fulla tíð, tá
ið hálvsetta fólkið skipar fyri
landsliðstúrinum, og tey skulu
sjálvandi hava sína løn.
Altso skal ein sløk millión
finnast, og hon er ikki løtt
at finna í fíggjarætlanini hjá
Hondbóltssambandinum.
Gunn Ellefsen greiðir frá,
at fíggjarætlanin liggur nakað
omanfyri fimm milliónir, so tá
ið ein millión vantar í, so merk
ist tað.
Av góðu fimm milliónunum
fara umleið fýra milliónir til
landsliðs- og menningararbeiði
í øllum aldri. Tað eru sera fá, ið
HONDBÓLTUR
Hondbóltssamband Føroya hevur stórar
fíggjarligar avbjóðingar av at skula
spæla sínar heimadystir uttanlands.
Eykaútreiðslurnar eru so stórar, at vit kunnu
ikki melda A-landsliðið hjá monnum til
næstu kapping, sigur Hondbóltssambandið
VANTANDI HEIMA
VØLLURIN SETUR
LANDSLIÐIÐ Í VANDA