týsdagur 5. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er tvey atlit, sum hava stóran
týdning innanfloks, tá ein flokkur
skal lata ein persón úr øðrum flokki,
fáa sæti í tingbólkinum: 1) At hann
skaffar flokkinum nýggjar atkvøð
ur. 2) At hann ikki »stjelur« sessin frá
nøkrum, sum nú eigur sessin.
Í skrivandi stund er ikki greitt, um
tingmanningin hjá Tjóðveldi fer at
loyva Sonju Jógvansdóttir at gerast
partur av tingmanning Tjóðveldis
tað sum eftir er av valskeiðnum, hó
ast hon er vald á ting fyri Javnaðar
flokkin.
Tað snýr seg í veruleikanum bara
um atkvøður. Tjóðveldisfólk fáa
ivaleyst glómur í eyguni bara við
tankan um, at Sonja Jógvansdóttir
potentielt kann flyta 1.021 atkvøður
frá Javnaðarflokkinum til Tjóðveldi.
Eydnast tað, so flytir hon minst tveir
tingsessir frá Javnaðarflokkinum til
Tjóðveldi.
Men valla spælir klaverið so væl.
Í Tjóðveldi eru sjálvandi fólk, sum
hveppast við, tá onkur soleiðis brád
liga fríggjar til Tjóðveldi og sigur seg
»hava verið loysingarfólk longi«.
Hjá Sonju Jógvansdóttir snýr
tað seg í hesum føri um at sleppa at
valdinum. Hon hevur havt politiskt
vald seinastu góðu trý árini, og hon
vil fegin hava politiskt vald framyvir
eisini. Tað fær hon bara, um hon fer
upp í ein flokk. Tí velur hon einasta
møguleika, hon hevur, Tjóðveldi.
Men tað er ikki tí, at hon »longi hevur
verið loysingarfólk«. Tað er fjas. Hon
velur Tjóðveldi, tí tað er hentast fyri
hana. Har hevur hon betri møguleika
at verða vald, og har kann hon siga, at
hon fær betur ljóð fyri sínum LGBT
sjónarmiðum, enn í Javnaðarflokki
num – hóast veruliga orsøkin var, at
hon ikki fekk landsstýrissessin í al
mannamálum.
Magni Laksafoss spekulerar enn
uppá, hvønn politiskan lit hann skal
velja sær. Hann kundi blivið fólka
floksmaður. Men tað sampakkar
ikki við, at Sambandsflokkurin var
for konservativur. Sama er við Sjálv
stýri. Kári og Jógvan er saktans kon
servativir.
So er tað Javnaðarflokkurin. Men
har hava vit skilt, at tey hava sagt
stopp, at nú er nokk við flokshoppar
um. Tey sigast ikki vilja hava Magna
Laksafoss í flokkin.
Miðflokkurin og Tjóðveldi eru
helst ov stór lop. Tí eru helst bara
tveir møguleikar, Sjálvstýri ella Javn
aðarflokkurin, sum eins og Tjóðveldi
saktans kann hugsa í atkvøðum
heldur enn við hugsjónini beint upp
undir val – og sum hevur føroyskt
met í at adoptera flokshopparar.
Men tann størsti spurningurin
av øllum er: Hví skulu vit hava fólk á
tingi, sum ikki ein gong vita, hvørjum
flokki tey skulu vera í? Hví stilla tey
ikki bara upp fyri seg sjálvan uttan
flokka? Kemur tað teimum slett ikki
til hugs møguleikin bara at hvørva
púrasta úr politikki?
Skulu vit hava politikarar,
sum ikki kenna sína hugsjón?
EVNA SÆR NÝGGJA HUGSJÓN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
100
ára føð
ingar
dagur
NØVN SÍÐA 20
Met:
1.211
bilar við
ruski
Á HJALLA SÍÐA 36
Fløska frá Føroya
Bjór funnin á
Orknoyggjum
Tá vit menniskju blaka
burturkast frá okkum í nátt
úruni, vænta vit sum oftast
ongantíð at síggja burtur
kastið aftur. Men tað merkir
ikki, at burturkastið verður
vekk. Tað er ikki óvanligt, at
føroyskt burturkast verður
funnið á strendum í øðrum
londum. Sjúrður Hammer,
lívfrøðingur,
hevur
júst
fingið eina mynd sendandi
av einari Føroya Bjór fløsku,
sum er rikin til Orkney.
Sjúrður Hammer sigur, at
hetta ikki er fyrstu ferð, at
lutir úr Føroyum skola upp
í Hetlandi og Orknoyggjum.
Seinastu árini hevur hann
sæð myndir av plasti frá
eitt nú Føroya Bjór og MBM,
sum á onkran hátt er rikið
upp á strendurnar í okkara
grannalondum.
– At fáa slík prei illustre
rar nokkso væl, at trupul
leikin við plasti í havinum
er ikki bara »hini«, men at
vit í lítlu Føroyum eru eisini
partur av trupulleikanum,
sigur Sjúrður Hammer.
– Sjálvt um vit eru mill
um tey ríkastu londini og
bæði hava sera effektiva
ruskinnsavnan og enntá
pantskipan
fyri
fløskur,
so endar eftir øllum at
døma ein stórur partur av
einnýtisplasti úr Føroyum
í havinum. Í hvønn mun
hetta er ein avleiðing av
vindi ella streymi, ella um
hetta kemur frá landi ella
skipum er ein stór óvissa,
sigur Sjúrður Hammer.
Hann gleðist um, at fólk
gera sær ómak at gera vart
við trupulleikan og geva
boð frá sær, tá slíkt rekur
upp á land.
– Sjálvt um tað onkurs
vegna kennist flóvisligt at
náttúran í øðrum londum
skal plágast av okkara yvir
flóð, so illustrerar hetta væl,
hvussu altjóðakendur trup
ulleikin við dálking er. Og tá
er tað betur at vita enn ikki
at vita. Tað er eisini tí, at
granskarar arbeiða hart fyri
at lýsa útbreiðslu, ferðing
og árin av plast dálking í
náttúruni. Slíkar anekdotur
frá áhugafólki sum í hesum
førum kunnu meir enn so
geva okkara granskarum
nøkur nýggj ting at hugsa
um, sigur Sjúrður Hammer.
Ikki bara »hini« men eisini
føroyingar dálka havið
Klaksvíkingar
venja til krún
prinsarenningina
Hóast kavin lá tjúkkur, var
undirtøkan sera góð til fyrstu
Royal Run felagsvenjingina,
ið var leygardagin, skrivar
Klaksvíkar kommuna.
Endamálið við venjingu
num er at savna tey mongu,
sum hava meldað til Royal
Run, soleiðis at øll kunnu fáa
eina góða og bleyta byrjan,
og hóast verðrið ikki var av tí
besta, vóru tað fleiri, ið høvdu
leita sær oman í býráðshúsið
hendan leygarmorgunin, sam
bært kommununi.
Eftir at Guttorm Sørensen
frá Treysti hevði bjóðað væl
komin, varð runnið í áleið 30
minuttir.
Venjingin er skipað so
leiðis, at øll kunnu vera við.
Høvuðsendamálið er, at fáa
so nógv sum møguligt at vera
virkin. Venjingin byrjar uttan
fyri býráðshúsið í Klaksvík,
og aftan á renningina verður
boðið til kaffi og juice í býráð
shúsinum. Runnið verður aft
ur í annaðkvøld kl. 18.00.
– Øll eru hjartaliga væl
komin til venjingarnar. Eisini
tey, sum ikki luttaka til Royal
Run, skrivar kommunan.
Fleiri myndir frá venjing
ini eru at síggja á heimasíðuni
hjá Klaksvíkar kommunu.
Venja at kappast
við krúnprinsin
Myndina av fløskuni hevur Martin Gray úr Orkney tikið. Sally
Huband úr Hetlandi hevur tikið myndina av pappírslepanum
frá Vónini.
Fleiri eru tey, sum leggja nógv fyri til tess
at vinna ein av hesum sessum