Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Páll Poulsen byrjaði sítt trú­ boð­ar­avirksemi í 1963, tá hann saman við trimum øðr­ um klaksvíkingum, Jógvani Purk­hús, Hans Sivertsen og Óla á Grømma, fór til Íslands. Seinni gekk leið hansara til Grøn­lands, har hann hevur virk­að í fleiri umførum og í mong ár tilsamans. Sam­an við Hans Sivertsen byrj­aði hann barnalegurnar í Nuuk í 1976 og seinastu ár­ini hava Marjun og hann bygt upp barn­alegurnar í Eqal­uit­fjørðinum, sunn­an fyri Qaqortoq, millum annað við til­fari úr Føroyingahavnini. Í takkarrøðu síni kunn­ gjørdi Páll Poulsen, at pen­ing­ a­gávan, 5.000 krónur, skuldu brúkast til at gera fót­bólts­vøll. Aftur í ár verður skip­að fyri barnalegum í Equal­it­fjørð­i­ num. 4. til 9. juli eru lega fyri 9 til 11 ára gomul úr Qaq­o­r­t­oq, 11. til 16. juli fyri 11 til 13 ára gomul úr Qaqortoq, 18. til 23. juli fyri 9 til 13 ára gom­ul av bygd og 25. til 30. juli ungdómslega, fyri ung 14 til 17 ár. Marjun Vilhelm og Páll Poul­sen siga, at tey vóna, at fáa nógv hjálparfólk til leg­ur­ nar. Í ár verða nýggju starvs­ fólk­a­húsini væntandi tik­in í brúk. MARJUN OG PÁLL ÁRSINS BORGARAR Í QAQORTOQ Beint fyri jól vórðu Marjun Vilhelm og Páll Poulsen kosin ársins borgarar í Qaqortoq. Tey fingu heiðurslønina fyri teirra stóra virksemi fyri børnini og tey ungu í lokalsamfelagnum, segði dómsnevndin søkir eftir journalistum – at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi UM STARVIÐ Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundur í samfelagnum. Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja halda dult. Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt mál. Arbeiða í toymum VIT VÆNTA: • at tú brennur fyri tíðindaflutningi • at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði. • at tú ert málsliga væl fyri • at tú hevur góðan telduførleika • at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt • at tú dugir at halda høvdið kalt • at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans • at tú dugir at arbeiða undir trýsti • at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi tíðindaflutningur • at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast VIT BJÓÐA: • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss • Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna arbeiðsdag • Góðar starvsfelagar • Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka • Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum • Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn. LØN OG SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@ sosialurin.fo Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo Um Miðlahúsið Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. Malla 104 ár og elst í Føroyum Malla Olsen á Toftum er elsta fólk í Føroyum Sunnudagin fylti Malla Ol­sen av Toft­um, sum er elsta fólk í Før­oy­um, 104 ár. Familjan var saman til føð­ing­ar­dag á dag­ti­l­hald­ i­num Vesturskin á Toft­ um, har Malla býr. Hó­ast høga aldurin, var føðingardagsbarnið til stað­ar og hugnaði sær sam­an við gestunum. Nógv skip á MEST í Havn og á Skála Nógv virksemi er hjá MEST í Havn og á Skála. Ikki færri enn 14 skip lógu við bryggju ella vóru á bed­ ing og í dokk – Arbeiðini snúgva seg um alt frá vanligum við­lí­k­a­ halds­ar­beiði til umfatandi um­væl­ing­ar­arbeiði, skrivar skipasmiðjan í tíðindaskrivi. Í góðveðrinum mána­dag­ in vóru hesi átta skipini á MEST í Havn. »Katrin Jóhanna«, nýggja upp­sjóv­ar­skipið, er á MEST til um­vælingar av gearinum í­mill­um høvuðsmotorin og gen­e­rat­or og væntast at verða lið­ugur síðst í vikuni. »Merete Chris« hjá danska reið­ar­ínum Peter Madsen í Skand­er­borg. Grabbarnir skulu upp og síðani skal skip­ ið á beding til høvuðssýn. Væntast at verða liðug seinni í mán­að­inum. Er í Føroyum og hjálp­ir J & K Petersen við at gera botnin fram við nýggju atløgubryggjuni. »Arctic Viking« – hava verið í Havn í nakr­ar vikur til meiri um­fatanda arbeiði sum útskiftan av høvuðsmotori, hjálp­i­motorum og ymiskum um­vælingararbeiði. »Hoyvík«, upp­sjóv­ar­skip­ ið hjá OCJ – er til um­væl­ing­ ar og klassing av gearinum. »Norðingur«, upp­sjóv­ar­ skip­ið hjá JFK, umvælir tur­ b­inu í høvuðs­motorinum og ann­að um­vælingar arbeiði. Vænt­ast út aftur síðst í viku­ ni. »Brimil« er til umvæling og við­líkahald av krana og spæli. »Ritan« er á beding til um­væl­ingar í samband við skaða av skrúvuni. »Ritan« fór av bed­ing­ini týs­morg­un­ in og bleiv royndarkoyrd fyri síð­ani at fara í rakstur aftur týs­dagin seinnapartin. »Rimi«, fóð­ur­flaki hjá Bakk­a­frost á Gula­num, har ym­iskt um­vælingar- og við­lík­a­halds­arbeiði verður gjørt. Somuleiðis er úr at gera á Skála Skipasmiðju. Upp­ sjóv­ar­skipi Høgiklettur er í dokk­ini til aksiltrekk og annað. Skip­ini hjá Royal Greenland, »Tas­i­i­l­aq« og »Tuneq« fáa ar­beiði gjørt við kai eins og »Jens Le­on« ligg­ ur við bryggju og fær um­ vælt gearið. »Olga Maria« og »Mani­i­tsoq« eru á beding. Nógv virksemi er á skipasmiðjunum hjá Mest. Hendan mynd er úr Havn mánadagin