Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Áki Bertholdsen Seta trygdina í vanda tí bilar parkera ófantaliga Tað hendir seg javnan og savnan, at tey sum koyra býbussar, og bussar hjá Bygdaleiðum, ikki fáa brúkt steðgiplássini, sum annars eru gjørd til buss­arnar burtur av. Orsøkin til tað er, at fólk brúka steðgipláss, og buss­lummar, til park­ erings­pláss, ímeðan tey eru eini ørindi, ella eru til arbeiðis. Løgreglan sigur, at tað hendir seg rættiliga ofta, at bussførarar ringja at boða frá, at bil­ar standa parkeraðir á steðgiplássunum til buss­ar. Avleiðingin er, at teir ikki sleppa fram at steðgiplássinum, at seta fólk av, ella at taka fólk upp í, undir nóg trygg­ um umstøðum. Teir fáa heldur ikki vent á steðgiplássum og busslummum, sum annars er gjørd til tað. Tað er av trygdar­áv­ um, at serlig steðgipláss og busslimmar eru gjørd til bussar fyri at fáa ferðafólk burtur frá ferðsluni annars, tá ið tey koma úr bussum, ella skulu upp í bussar. Tískil er tað ein vandi fyri ferðslutrygdina, at buss­arnir ikki sleppa fram at plássunum, sum teir annars eiga »einkar­ rætt« til. Løgreglan sigur, at eitt vanligt dømi, er, at fólk av bygd, sum koyra til Havnar til arbeiðis, avtala at møtast við eitt steðgipláss, og so parkera tey ein, ella tveir bilar, á steðgiplássunum til bussar, og koyra til Havnar í sama bili. Um alt landið Løgreglan sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum ger seg galdandi um alt landið, og so skal løg­ reglan at leita eftir bil­ førarunum fyri at fáa teir at flyta bilarnar. Løgreglan sigur, at lut­falsliga fer hetta við alt ov nógvari arbeiðs­ orku og tí heita tey á bil­ før­arar um at gevast við hes­um óvananum. Tað eigur at bera til at kunna seta bilin á parkeringsplássu, sum nettupp eru gjørd til bilar at parkera á, so­leið­ is, at tað slepst undan at seta trygdina í vanda hjá bussunum, sigur løg­ reglan. FERÐSLUTRYGD Tað er ein trupulleiki um alt landið Skal Miðflokkurin vera við í eini samgongu eftir løgtingsvalið, skal tað vera ein partur av sam­gongu­ skjalinum, at kommunu­ skatturin skal lækkast. Tað staðfesti Jenis av Rana, formaður Mið­ floksins, eftir lands­fund hjá flokkinum næst­sein­ asta vikuskiftið. Og hann leggur aftur­ at, at ein máti hjá kom­ mun­unum at lækka kom­mu­nu­skattin, er at hækka botnfrádráttin. Í løtuni er botn­frá­ drátturin 30.000 krónur og tað merkir, at eingin kommunuskattur verður goldin av teimum fyrstu 30.000 krónunum í inn­ tøku. Undir farnu sam­gongu hækkaði varð botn­frá­ drátturin í lands­kassa­ num hækk­aður upp í 65.000 krónur, og tað merkir, at eingin lands­ skattur verður goldin av teimum fyrstu 65.000 krónunum í inntøku. Nú mugu kommunurnar eisini Formaðurin í Mið­ flokkinum sigur, at so­ statt hevur Landið tikið eitt tak fyri at lækka skattin við at hækka botn­frádráttin. Og nú heldur hann, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at kommunurnar eisini taka eitt tak. Men hann leggur dent á, at vilja kommunurnar ikki gera tað sjálvbodnar, má Løgtingið gera tað fyri tær, og tvinga tær til at lækka skattin. Og tað kann gerast við at Løg­tingið samtykkir at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Hann leggur dent á, at hetta er eitt mál, sum má við í eitt samgonguskjal eftir løgtingsvalið. Hann vísir á, at summar kommun­ur í landinum flóta í pengum, men vilja tær ikki lata borgararnar hava eitt sindur meiri av sínari inntøku eftir, uttan at taka tað ikki í skatti, má Løgtingið taka um endan og gera tær fyri tær. Duga sær ikki hógv Jenis av Rana sigur, at summar kommunur duga sær rætt og slætt ikki hógv, tá ið tær áleggja sín­um borgarum skatt. Og hann dylur heldur ikki fyri, at hann heldur, at Tórshavnr Kommuna er ein av hesum kom­ mununum. Og ikki minst harmast hann um støðuna hjá skattaborgarunum í Havn, tí hann heldur, at er tað nakar, sum átti at gingið á odda at lækka skattin hjá sínum borg­ar­ um, er tað nettupp meiri­ lutin í Tórshavnar býráð. Men hann heldur sam­ stundis, at hetta vísir bara, at Fólkaflokkurin tosar við tveimum tung­ um. – Í løgtinginum tosar Fólka­flokkurin ikki um annað enn at lækka skatt­ir og avgjøld. Men í Tórshavnar Býráð, har Fólka­flokkurin eisini hevur leiðsluna, sita tey so fast á kassanum, at tey unna ikki borgarunum eina krónu í skattalætta, hóast tey svimja í peng­ um, sigur Jenis av Rana. –  Tey áttu heldur at gingið undan og lækka skatt­in, leggur hann afturat. Men hann heldur, at Fólka­flokkurin eigur ikki sleppa so lætt, tí tá ið ein nýggj samgonga tekur við eftir løgtingsvalið, skal tað ikki koma óvart á tey, at broytingar koma í, leggur hann afturat. So má tað vera so Jenis av Rana er gull­ greiður yvir, at hetta fer at verða tikið sum um at hann vil gera seg inn á kommunala sjálvræðið. Men hann sigur, at so má tað bara vera so. Og hann heldur framvegis, at kommunur eiga ikki at sleppa at skovla pengar í kassan, uttan at geva nak­ að út aftur. Hann veit eisini, at tað eru kommunur, sum ikki eru so væl fyri, men er tað so, at tær ikki hava ráð til at lækka skattin, slepst ikki uttan um at gera eina kommunala útjavningar skipan, sigur formaðurin í Mið­flokkinum. KREVUR AT KOMMUNUR SKULU GEVA SKATTALÆTTA SKATTLÆTTI í sambandi við skattalættar, tosar Fólkaflokkurin við tveimum tungum sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Vilja kommun­ur­ nar ikki gera tað sjálvbodnar, má Løg­ tingið gera tað fyri tær SVIMJA Í PENGUM Nógvar kommunur svimja í pengum og nú er stundin komin til at tær geva borgarunum nakað aftur, er boðskapurin hjá Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins