Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á HJALLA BMS eitt álítandi millumlið - Vit hava einar 750 plattar inni á goymsluni frá mongum ymiskum forløgum og útgevarum. Handlunum dámar væl, tá bøkurnar eru á einum staði, tí tað er fyri tey handlandi tað greiðasta, sigur dagligi leiðarin á Bókamiðsøluni Nú serblaðið, sum er í Sosial­ inum í dag, hevur vitjað á Hjalla, hava vit eisini verið inni á gólvinum á Bókamiðsøluni (BMS), sum síðan 2006 hevur húsast á Hjalla 7 B. Tað er ein stuðulsgrunnur hjá Føroya Lærarafelag, sum eig­ur Bókamiðsøluna, og í nevnd­ini fyri BMS, sum er vald á aðalfundi, sita Herálvur Jac­ obsen, formaður, Jacob Eli S. Olsen, næstformaður, Andrea á Rípuni, kassameistari, Carl Eli Samuelsen, skrivari og Jonna Højsted, nevndarlimur. Stjóri er Niels Jákup Thom­ sen, og dagligur leiðari er Elisa­ beth Lindenskov Joensen. Elisabeth hevur starvast á BMS heilt síðan 1985, og her fekk hon eisini í sínari tíð sína skriv­stovuútbúgving. Bókamiðsølan hevur sína drúgvu søgu, sum hevur sín upp­runa heilt afturi í seksti­ár­ un­um, og hon hevur eisini hús­ast ymsastaðni í høvuðs­ staðn­um. Men, sjálva søguna skulu vit lata liggja í hesi grein. Umframt Niels Jákup og Elisa­beth, starvast eisini Kristi­ anna Poulsen, sum er skriv­ stovu­fólk og umsitir eitt nú Bóka­klubban fyri børn og ung og Álvur Danielsen, sum er av­ greiðslufólk. BMS er millumlið Meðan vit vitjaðu á Hjalla, skiftu vit orð við Elisabeth Lind­enskov Joensen, sum greiddi okkum frá einum parti av virkseminum hjá Bóka­mið­ søl­uni. Hon sigur, at endamálið við BMS er at eiga og reka handils- og goymsluhøli og fáast við bóka­útgávu og annað. - Vit eru millumlið millum forløg, sum geva út bøkur og bóka­sølu, bæði í Føroyum og uttanlands, og vit eru eisini mill­umlið millum tey, sum geva út fløgur, ljóðbøkur og ym­isk­ar prentlutir. Elisabeth Lindenskov Joen­ sen vísir á, at tá nýggjar ella end­urprentaðar bøkur, fløgur og annað kemur út, lata forløg og útgevarar annars Bóka­mið­ søl­uni hóskandi nøgd av bók­ um, fløgum ella prentlutum á goymslu, og síðan avgreiðir BMS bíleggingar frá eitt nú bókahandlum, skúlum, stovn­ um og øðrum – og umsitir so­ leið­is hesa veiting fyri út­gev­ ar­an. - Virksemið hjá okkum er størri í dag, enn tað nakrantíð hev­ur verið áður, og vit kunnu siga, at vit reka heil­sølu­virk­ semi, sigur hon. Umleið 750 plattar Elisabeth Lindenskov Joensen sigur, at goymslan í hølunum á Hjalla er rættiliga stór, og her verða bøkur, fløgur, ljóðbøkur, ymiskir prentlutir og annað goymt í røttum hita. - Vit hava einar 750 plattar her inni á goymsluni frá mong­ um ymiskum forløgum og út­ gev­arum, ið leiga seg inn hjá okk­um. Dagligi leiðarin vísir á, at handl­unum dámar væl, tá bøk­ urnar eru á einum staði, tí tað er fyri tey handlandi tað greið­ asta. - Tað eru nógvir útgevarar, sum siga við prentsmiðjuna, at bøkur og prentlutir skulu nið­ an til okkara, tá útgávur eru. Hin­vegin er eisini vanligt, at onkur útgevari selur ein part sjálv/-ur og síðan kemur til okk­um við restini, sum vit so um­sita fyri viðkomandi. Elisabeth Lindenskov Joen­ sen sigur, at bíleggingar frá eitt nú bókahandlum, skúlum og stovnum vanliga fara fram um heimasíðuna hjá Bóka­mið­ søl­uni, og síðan velja tey, sum skulu hava bøkurnar, um tey sjálvi heinta tær á Hjalla, ella tær verða sendar. - Viðskiftafólkini hava møgu­leika at koma aftur við vør­uni, men tá skal hon vera í sama standi, sum tá hon fór frá okkum, sigur hon. Vit siga ikki nei Dagligi leiðarin sigur, at øll, sum hava hug, kunnu goyma sín­ar bøkur, fløgur, ljóðbøkur og prentlutir annars á BMS. - Tað er okkara politikkur, at vit siga ikki nei til nakran, sum kem­ur við prentltum ella út­ gáv­um. Vit koyra ongan út, og leig­an er fýra krónur fyri platt­ in um dagin umframt meir­ virðis­gjald. Tá er alt tryggjað, og øll gjalda sama leiguprís. Hon leggur aftrat, at fyri bøk­ur, sum liggja á hillunum á BMS, verður goldið 90 krónur um árið umframt meir­virðis­ gjald. - Vit umsita eisini Bóka­ klubb­an fyri børn og ung hjá Bóka­deild Føroya Lærara­fe­ lags, og vit senda bøkur út til tey nakrar ferðir um árið, sum eru limir í klubbanum. Her verða eisini bøkur sendar av land­inum til føroyingar, sum búgva uttanlands, sigur hon. Altíð nokk at gera Elisabeth Lindenskov Joensen sigur, at tað eru sjáldan stundir at tilrættaleggja ein vanligan dag á Bókamiðsøluni. - Her koma nógvar bí­legg­ ing­ar inn – frá handlum, skúl­ um og stovnum, og limir í Bóka­klubb­anum og limir hjá Sprot­an­um kunnu eisini keypa um heimasíðuna - boka­ klubbin.fo og sprotin.fo - sum vit so avgreiða. Avgreiðslu­ mað­urin Álvur, sum arbeiðir á goymsl­uni, koyrir barna­bóka­ klubb­an út í miðstaðarøkinum, og síðan verða bøkurnar send­ ar við postinum kring landið, sig­ur dagligi leiðarin. vilmund@sosialurin.fo Nú kemur hvitt.fo við hvítvørum Sp/f RBI, sum rekur nethandlarnar gult.fo og svart. fo, kemur um stutta tíð eisini við hvitt.fo Á Hjalla 35 húsast fyritøkan við navninum Sp/f RBI, men flestu munnu kenna fyri­tøk­ una betur sum gult.fo og svart.fo. Teir, sum standa aftan fyri Sp/f RBI og reka hesar net­ handl­arnar, eru Bergur Eng­ ham­ar og Ragnar Háskor. Á nethandlinum svart.fo er lætt at upploada myndir og fáa tær prentaðar sum mynd­ ir, plakatir, lørift ella annað. - Við svart.fo gera vit tað ein­faldari og bíligari at keypa prentlutir. Her kanst tú upp­ loada tínar egnu myndir, við­ gera tær, velja stødd, pappír, rammu og annað og bíleggja á síð­uni hjá okkum. Síðan prenta vit hetta fyri teg, og boða frá, tá tað er klárt at heinta. Nethandilin gult.fo hevur inn­flutt møblar og køkar í skjótt hálvt annað ár, og hetta hev­ur sambært eigarunum av Sp/f RBI verið sera væl mót­tikið. Eisini hvítvørur Hjá Sp/f RBI leggja teir nú sein­astu hond á nýggjan net­ handil, sum kemur at eita hvitt.fo. - Her hava vit fingið í lag sam­starv við whiteaway, sum er størsti seljari av hvítvørum og øðrum í Norðurlondum. Bergur Enghamar og Ragn­ ar Háskor vísa á, at teir fingu hesa avtalu í lag, tí teimum dámdi so sera væl tað stóra vøru­úrval og góðu prísirnar hjá teimum. - Nethandilin hvitt.fo kem­ ur at koyra á sama hátt sum gult.fo, har vit innflyta vørur hvørja viku, so bíðitíðin verð­ ur so stutt sum tilber. Prísirnir, sum verða dag­ førd­ir hvønn dag, verða sera kapp­ingarførir, og eigararnir vóna, at nýggi nethandilin – hvitt.fo – verður eins væl mót­ tikin, sum hinir báðir net­ handl­arnir hjá teimum eru. Alt einfaldari Tað eru ikki øll, sum hætta sær at bíleggja úr útlandinum, tá fólk ikki kenna samlaða kostn­aðin, fyrr enn tey standa við vøruni. Eisini eru avbjóðingar sum eitt nú frakt, tollavgreiðsla og tað at krevja mvg aftur, sum fær fólk at halda seg aftur við at bíleggja. - Vit ynskja at gera alt hetta meira einfalt, siga Bergur Eng­hamar og Ragnar Háskor hjá Sp/f RBI. vilmund@sosialurin.fo Elisabeth Lindenskov Joensen er dagligur leiðari á Bókamiðsøluni Mynd: Álvur Haraldsen - Nethandilin hvitt.fo kemur at koyra á sama hátt sum gult.fo, har vit innflyta vørur hvørja viku, so bíðitíðin verður so stutt sum tilber, siga Bergur Enghamar og Ragnar Háskor hjá Sp/f RBI