Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var hin 25. apríl í 2002, at vaskifyritøkan Tvátt­ur á Skála byrjaði sítt virksemi við einari vaski­maskinu á 24 kilo og einari turkitrumlu, eisini á 24 kilo. Men, síðan hesa lítil­ látnu byrjan er kapa­ si­tet­urin hjá Tvátti fleir­faldaður, bæði við maski­num og plássi. Tváttur er familju­ fyri­tøka, sum Hjalmar og konan, Jóna Kollslíð, burt­ur av takast við. Umframt sonin, Hans Jacob Kollslíð, sum er í øðrum starvi, eru eisini onnur fólk knýtt at fyri­ tøkuni, sum serliga hevur ment seg nógv hesi seinni árini. Á lønarlista í dag eru eini 10 fólk, sum á ymisk­ an hátt hjálpa til í fyri­ tøkuni, tó at øll hesi ikki eru ársverk. Á vári í 2007 keypti Tváttur HC Vask í Klaks­ vík, og í november í fjør vóru tvey ár liðin, síðan Hjalmar og Jóna eisini lótu deild upp við nú­ tímans reinsaríi á Hjalla í Havn. Øll árini á Hjalla hevur Elin Hammer tikið sær av tí dag­liga, og her hevur hon eisini onkran at hjálpa sær. - Áður høvdu vit nøkur privat vaskarí í Før­oyum, men í dag eru vit helst einsamøll eftir, tá sæð verður burtur frá vaskarínum á Lands­ sjúkra­húsinum. Eg havi onkuntíð til stuttleikar sagt, at tað neyvan er nakar annar idiotur enn eg, sum saman við mínum fólki hevði tímað at gjørt so nógv fyri so lítið, sigur Hjalmar Kollslíð bros­ andi. Men, Hjalmar og Jóna elska tað, tey gera, og tey hava ongar ætlanir um at gevast, tó at tey bæði eru farin væl yvir pensjónsaldur. Fleksibul skipan Reinsaríið á Hjalla, sum nú stendur fyri út­bygg­ ing, hevur eins og deildin á Skála bæði góðar og nú­tímans maskinur. Maskin­urnar á Hjalla hava eisini serstøk forrit til vátreins, sum er tøkni, ið veitarar hava ment og sum fer serliga væl við klæðunum. - Nýggju maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn, og sápan er um­ hvørvis­vinarlig, sum hevur stóran týdning, tí vit leggja stóran dent á at halda øll ásett krøv. Hjalmar Kollslíð vísir á, at tey hava skipað tað soleiðis, at tey skitnu klæð­ini og klæði, sum lukta – tað verið seg av fiski ella øðrum – verða vaskaði á Skála, meðan seingjarklæði, kodd­ar, dýnur, teppir, jakkar, skjúrtur, buksur, termo­ klæði og ymiskt annað verður vaskað og reinsað á Hjalla. - Vit kunnu enntá átaka okkum at reinsa før­oyskar búnar, leggur hann aftrat. Hjalmar Kollslíð sigur, at viðskiftafyritøkur og privat­fólk saktans kunnu lata skitin arbeiðsklæði inn á deildina á Hjalla, og síðan verða tey koyrd heima á Skála. - Sama er á deildini á Skála, har viðskiftafólk eru vælkomin við klæð­ um og øðrum, sum verða reinsað ella vaskað á Hjalla. Tá uppgávan er liðug, verða klæðini koyrd upp á pláss aftur, har tey vórðu latin inn. Virksemi vaksið Hjalmar Kollslíð vísir á, at reinsaríið á Hjalla hevur fingið rættiliga stóra undirtøku, og tí eru tey nú í holt við at veksa um henda part­ in av virkseminum við munandi størri høl­ um, sum eru knýtt at hølunum, tey framman­ undan eru í. Hann sigur, at tá hann av fyrstan tíð kom inn í hølini á Hjalla fyri stív­ liga tveimum árum síðan, helt hann, at hølini vóru ríkiliga stór, men her gjørdist skjótt ov trong­ ligt. - Vit hava tí leigað okkum inn í eina stóra garasju aftrat og eru nú í holt við at fáa hana upp í reinsaríið. Ætlanin er síðan, at hølini, har reinsaríið er í dag, burtur av skulu brúkast til mót­ tøku, sigur Hjalmar Kolls­ líð. Tváttur leggur stóran dent á at veita eina góða tænastu, og við virk­ seminum á Hjalla, sum higar­til serliga hevur snúð seg um reinsing, er tænastan vorðin enn betri. - Tá liðugt er at flyta inn í nýggja partin á Hjalla, fara vit eisini at vaska meira har, leggur hann aftrat. vilmund@sosialurin.fo Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Articon hevur úr at gera Á HJALLA TVÁTTUR BYRJAÐI SUM ÍTRIV - Vit hava fleiri stórar byggiverkætlanir í gongd, og seinasta árið hava vit havt eini 300 fólk í starvi, sigur fíggjarleiðarin, Niclas Joensen Articon, sum hevur høvuðs­støð á Hjalla, hevur fleiri stórar verk­ ætlanir í gongd í løtuni, og einki bendir á, at her ikki verður ríkiligt at gera tey næstu árini eisini. Niclas Joensen, fíggjar­leiðari, sigur, at felag­ið hevur havt 300 fólk í arbeiði seinasta árið, og hetta er fram­ vegis manningin. Av hesum eru nakrir útlendingar, eitt nú úr Rumenia og Pólandi, men eisini úr øðrum lond­um. - Tað er eingin møgu­ leiki at fáa føroyingar í øll hesi størv, nú arbeiðs­loysið í Føroyum er so lítið, sigur fíggjar­ leið­arin. Tríggir blokkar Niclas Joensen vísir á, at tey størstu arbeiðini, sum Articon ger í løtuni, kunnu deilast upp í trý. - Tað er smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond, sum fer at nærk­ast endanum, tá hetta hálvárið er runn­ ið. Síðan er tað Sunds­ verkið, har vit helst fara at arbeiða hetta árið aftrat. At enda er tað Skúlin á Fløt­um, sum vit byggja saman við Búsetur og sum skal leverast til skúla­árs­ byrjan 2020/ 2021. Men, Articon hevur fleiri jørn í eldrinum enn hesar nevndu verk­ ætlan­ir. - Vit skulu eisini byggja Hotel Brandan, so vit kunnu ikki siga annað enn, at her er nógv á skránni hjá okk­ um, sigur Niclas Joen­ sen. Betongblandistøð Síðan 2005 hevur Arti­ con eisini havt betong­ blandistøð á Hjalla, og her hava teir eisini kann­ingarstovu, so­ leiðis at teir altíð kunnu siga, hvør styrki er í betong­num, sum teir brúka ella selja. - Vit bygdu og dag­ førdu betong­blandis­ tøðina fyri 3-4 árum síðan og eru soleiðis sjálv­for­sýnaðir við betongi til tær verk­ ætlan­ir, sum vit standa fyri, sigur Niclas Joen­ sen, fíggjarleiðari hjá Arti­con. vilmund@sosialurin.fo Reinsaríið á Hjalla, sum nú stendur fyri útbygging, hevur eins og deildin á Skála bæði góðar og nútímans maskinur