týsdagur 5. februar 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinasta fríggjamorgun
var serblaðið um Hjalla,
sum er í Sosialinum í dag,
á vitjan á Kommunalu
Brennistøðini og skifti
orð við fryntliga stjóran,
John Erik Hansen.
Meðan vit sótu við
vælbúgvið
morgun
matarborð, vístu stjórin
og Súsanna Berg, um
hvørvis-og
kunningar
fólk, okkum nýggj hagtøl
hjá
brennistøðini
fyri
2018.
Tá
framløgan
varð
liðug, vóru vit saman
við teimum báðum eina
rundferð kring um á
brennistøðini.
Í fyrstu talvuni yvir
burturkast at brenna,
vísa hagtølini, at nøgdir
nar í tonsum vóru stív
liga 2000 minni í 2018 enn
í 2017, men her sigur stjór
in, at trupulleikar vóru
við vektini á grabbanum
í fjør.
- Scanvektin í tonsum
sigur, at nøgdirnar í fjør
vóru størri enn árið fyri,
nevniliga 15.928 í 2018
mun til 14.764 í 2017, men
heldur ikki scanvektin
samsvarar við orkufram
leiðsluna.
Stjórin sigur, at bæði
brennitímar
og
orku
framleiðsla
(MWh/ár)
vóru størri í fjør enn árið
fyri, og tað var brenni
tíðin í prosentum eisini,
92,2 prosent í 2018 í mun
til 87 prosent í 2017.
John Erik Hansen sig
ur, at tá hugt verður eftir
talvuni
yvir
móttikið
burturkast til brenningar,
sæst, at tonsini í 2018
vóru 16.700 og í 2017 16.401.
vilmund@sosialurin.fo
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Tað er nógv rusk
í góðum tíðum
Á HJALLA
EIN FORVITNISLIG
VITJAN Á BRENNI
STØÐINI Á HJALLA
Tað plagar at verða sagt,
at burturkast er eitt gott
barometur fyri, hvussu
gongdin í samfelagnum er
Talvan yvir burturkast
at brenna, sum vit sóu
á Brennistøðini á Hjalla
henda dagin, gongur
heilt aftur til 1988.
Hyggja
vit
eftir,
hvussu nógv – ella
lítið - burturkast varð
móttikið til brenning
ar í stóru samfelags
kreppuni fyrst í níti
árunum, sæst týðiliga,
at her vóru tølini hjá
Brennistøðini á Hjalla
tey minstu nakrantíð –
og bert umleið ein helvt
av tí, tey vóru í 2016, 2017
og 2018.
Men, so skjótt, sum
toskurin kemur aftur í
1996-1997, og gongdin í
samfelagnum broytist,
veksa rusktølini aftur.
Her sæst nevniliga,
at árið 1996 komu 8.368
tons av ruski til brenn
ingar, og nøgdin veksur
upp í 10.445 tons í 1997
og upp í heili 13.505 tons
í 1998.
Síðan er vøksturin
støðugur heilt fram til
2002 og 2003, tá ávika
vist 15.815 og 15.732 tons
av burturkasti koma til
brenningar á Hjalla.
Árini 2008 og nøkur
ár
fram
var
aftur
kreppa í Føroyum og
kring um stóran part
av heiminum – hin so
nevnda fíggjarkreppan.
Eisini her síggja vit,
at nøgdin av burtur
kasti, sum setti met í
2007 á 17.560 tons, reyk
heilt niður á 12.955 tons
í 2011.
Síðan er ein jøvn
gongd upp eftir aftur,
soleiðis at nøgdirnar av
burturkasti til brenn
ingar
nú
aftur
eru
millum
tær
størstu
nakrantíð.
vilmund@sosialurin.fo
Súsanna Berg, umhvørvisfólk og John Erik Hansen, stjóri
Myndir: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen