Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sjálvt um Sonja Jógvansdóttir hevði rokn­að við at gerast limur í ting­bólk­i­ num hjá Tjóðveldi, tá hon bað um tað, so hendi tað kortini ikki. Ting­mann­ing­ in hjá Tjóðveldi vildi ikki hava hana upp í ting­bólkin, tí – sum tey siga – fyri at vera partur av tingbólkinum hjá Tjóð­veldi skal tú stilla upp og verða vald­ fyri flokkin. Tað ljóðar so tilforlátiligt – og vísir kanska respekt. At fornermað tingfólk úr øðrum flokkum ikki kunnu koma spass­er­andi inn í Tjóðveldi bara fyri tryggja sær sjálvum ein tingsess. So einfaldur er veruleikin neyv­an. Á tingi í landsstýr og á Fólka­tingi sita 11 tjóð­veld­is­fólk, sum eis­ini vilja gera alt fyri at verða aft­ur­vald. Ein­støk teirra vita framm­an­und­an, at tey verða vald, og tí kundi formaðurin harm­ast, at fel­ ag­ar hansara vrakaðu Sonju. Bara hann hevur megnað at fingið fleiri at­kvøð­ur, enn tær 1.021, sum Sonja fekk á sein­asta vali. Tað hevur Høgni Hoydal megn­að tær seks ferð­ir­nar, hann er vald­ur – og tað megnar hann ivaleyst eis­ini í ár. At Sonja hevur so nógv fleiri at­kvøð­ur, enn hini – upp í 900 per­són­lig­ar atkvøður fleiri enn síðst­valdi, skap­ar sum vera man ótta teirra mill­um, tí tað er menniskjansligt at hugsa um seg sjálvan, og tað gera pol­ it­ik­arar sjálv­andi eisini. Vit gittu á hesum stað mikudagin, at Sonja fór at verða tikin upp í ting­bólk­ in. Tí tað plag­ar al­tíð at rigga hjá for­ nerm­að­um ting­fólk­um at finna sær ann­an flokk inn­an­tings. Tað hava Fólka­flokk­ur­, Sam­bands­flokkur, Javn­ að­ar­flokk­ur­, Framsókn og Miðflokkur upp­liv­að bara í hes­ari øldini. Vit hava ong­an­tíð áður hoyrt um flokk, sum nokt­ar at taka í­móti floks­hopp­ara. Niðurstøðan er nú, at Sonja er vrak­ að av ting­mann­ing Tjóðveldis. Tí bend­ir nógv á, at ting­mann­ing­in eisini fer at vraka hana sum lands­stýriskvinnu fyri Tjóð­veldi, um flokkurin kemur í stjórn eft­ir val­ið – hóast fintuna at hon ikki er vald fyri flokkin. Var hon partur av tingbólki Tjóð­veld­ is nú, so var støðan munandi greið­ari – bæði hjá henni og hjá flokk­i­num. Spurn­ing­urin er tí, hvussu velj­ar­in skal tulka støðuna, tá sjálvur ting­bólk­urin – fremstu um­boð floks­ins – venda hesi nýggju tjóðveldiskvinnu bakið. Sleppur Sonja heldur ikki í landsstýrið? Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 8. FEBRUAR 2019 John William Jo­en­sen í Klaksvík fylti 50 ár í gjár. Hann er kendur sum blaðmaður á Norð­lýsinum, fót­ bólts­spælari í KÍ og kjakari um pol­it­isk og sam­fel­ags­lig við­ur­ skifti. John William vaks upp á Hædd í Klaksvík, og fótbóltur hevði stóran týdning fyri unglingin og unga mannin. John William var evnaríkur málmaður. Hann spældi 54 dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Eftir at tíðin sum spælari var av, var John William í nógv ár virkin í KÍ sum nevnd­arlimur. Hann er kendur sum blaðmaður á loka­l­blað­num Norð­lýsi­num, har hann at kalla vaks upp. Foreldrini eru Oliver og Elsa Jo­en­sen, sum í fleiri ára­tíggju áttu Norð­lýs­ið. Hóast hann hevur fingið staðfest Parkinson sjúku og mátti broyta gerandisdagin, hevur hann hildið fram at skriva fyri blaðið. John William hevur verið partur av ym­iskum felagsarbeiði. Síðani 2005 hevur hann verið við at skipa fyri Sjó­mann­a­deg­ num í Klaksvík, og seinnu árini hevur hann verið nevndarlimur í Park­in­son­fel­ ag­num. John William er giftur Joan, og tey eiga fýra børn. Tey búgva á Vágsheygnum í Klaksvík. Fyrrverandi blað­ stjó­rin fimmti JOHAN WILLIAM JOENSEN Føroyingar við italskum trolarum Siðsøga síða 24-25 Skrotta 1.500 bilar á Hjalla um árið síða 22-23 Røktarheimsleiðarin, sum gjørdist ráðfrú í eldramálum Danska ráðfrúan í eldramálum, Thyra Frank, var gjáramorgunin gestur hjá Tórs­havnar kommunu. Á fundi í Til­ hald­i­num beyð Annika Olsen, borg­ar­ stjóri, vælkomin, og Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri, hevði fram­løgu um eldrapolitikkin í Tórs­ havn­ar kommunu. Thyra Frank hevði við sær nøkur em­ bæt­is­fólk, til steðar vóru eisini Eyðgunn Sam­uel­sen, almannamálaráðharri, við em­bætis­fólki, umframt ríkisumboðið Lene Moyell. Thyra Frank Rasmussen er 66 ára gomul og var leiðari á røktarheimi, áðrenn hon fór upp í politikk. Hon gjørdist kend fyri sín máta at reka røktarheimi Lotte uppá, tá hon vísti frá sær kommunala skrivstovuveldið og legði áherðslu á nærveru fram um paragraffir. Soleiðis kundi hon brúka fleiri pengar upp á mat, ferðir og umsorgan uttan at tað kostaði Tær heilsa upp á Thyru Thyra Frank, donsk ráðfrú í eldramálum, Eyðgunn Samuelsen, lands­stýr­is­kvinna í al­mann­a­ mál­um, Ann­ika Olsen, borgarstjóri, Bergunn Kass, forkvinna í eldranevndini hjá Tórshavnar komm­unu og Eyðfríð L Jac­ob­sen, heilsu- og umsorganarstjóri hjá Tórshavnar kommunu