Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 27 AVLOYSARI FYRI SKRIVSTOVUFÓLK Á AKSTOVUNI UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu • Skráseting av akførum • Avgreiðslu av skrásetingargjøldum og vegskatti • Málsviðgerð • Kassauppgerð • Aðrar fyrifallandi uppgávur FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu­ útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kunda­ vinarligur, og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika at arbeiða við teldu. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan, Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206, FO 110 Tórshavn ella akstovan@akstovan.fo Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. februar 2019. Søkt verður eftir avloysara í eitt ár fyri skrivstovufólk í farloyvi til Akfarsdeild á Akstovuni at byrja skjótast gjørligt. Talan er fulltíðarstarv. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 22 fólk. www.akstovan.fo torshavn.fo/byggisamtyktir Tórshavnar býráð samtykti á fundi 31. januar 2019 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 92a, 92b og 99, Kollafjørður. Uppskotið snýr seg um at broyta ein part av 4. Grundumráði og D1 øki til A1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, liggur frámmi á torshavn.fo/byggisamtyktir og í Snarskivuni frá 7. februar 2019 til 21. mars 2019. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. mars 2019. Broyting í byggisamtyktini fyri part av matr. 92a, 92b og 99, Kollafjørður 4 4 4 A1 A1 A1 D1 D1 C1 92a i g 92a m 91l 102 74a 99 91l 91a 145a 98 101 157 91i 95 97 91a 91v 113 100 1 91t 121 91k 123 91o 91r 91z 120 91h 91n 9 91y 143 91u 91p 91x 119 91s 126 112 117 91q 7 108 118 91m 94a 91af 96 128 127 122 91ae 91ah 91aa 91ab 91ag 91ac 91ad 142 i 131 124 40 16 129 h k 125 1 145a 125 135 145a 45a 134 92b 41 103 94a Vágur, tel. 37 30 65, fax 37 39 34, tangavirkid@tangavirkid.fo Tín veitari innan stálarbeiði P/F Tangavirkið søkir einum handils/goymslufólki at starvast fulla tíð Vit ynskja at seta starvi sum skjótast. Vit vænta, at... • Tú hevur handils- og/ella søluroyndir fra t.d. HVS ella øðrum líknandi handils arbeiðið. Kann eisini vera at tú er handverkari. • Tú hevur stóran áhuga í handverki og tøkni. • Tú hevur áhugað í, at læra okkara vøru úrvæl at kenna. • Tú ert sølu- og tænastu sinnaður, fleksibul, eins og tú hevur gott yvirlit, er fyrikomandi, nærlagdur, íðin, og setur kundan í fremstu røð. • Tú er sjálvstøðugur, eldhugaður, er ruddiligur og dámar at hava nógv at gera. • Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd, tá tú til tíðir kemur at verða einsamallur í handlinum/ goymsluni. • Tú hevur góðan teldukunnleika, er neyðugt. Vit bjóða tær... • Eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum. • At gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum vælvirkandi virki. • Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara. • Eitt starv í einum vælvitjandi handli, har tú hevur ávirkan á, at skapa og uppbyggja ein góðan handil, við einum breiðum úrvali. Løn og treytir... Løn og setanartreytir verður ásett eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist er seinasta lagið ónsdagin 20/2-2019 Kl. 12.00 og skal stílast til; mortan@tangavirkid.fo og viðmerk: Starv. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mortan Mortensen, stjóra á tlf. 231065. Um P/F Tangavirkið Fyritøkan varð stovnað í 1932, og hevur øll árini hildi til á Bryggjuni í Vági. Í løtuni arbeiða 18 starvsfólk, harav 2 í fyrisiting, og 16 dugnaligir handverkarar, arbeiðsfólk og lærlingar, sum leggja stóran dent á gott handverk. Vit hava framleiðslu av oljutangum, ymiska framleiðslu innan stálídna, og útinna HVS arbeiðið fyri fyritøkur, kommunur og privat. Vit hava ein framkomnan handil við sera breiðum úrvali, har vit veita tænastur til fyritøkur, kommunur og privat.