hósdagur 7. februar 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
30
TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR
HB vann í gjár 3-0 á B36 í 4. umfari
í nýggju venjarakappingini.
Símun Samuelsen, Ari Mohr Ol
sen og ungi Villiam Emil Klein
skoraðu málini fyri HB, meðan
Alex Mellemgaard bleiv útvístur
fyri B36.
HB tykist at vera væl fyri til
komandi kappingarár. Aftur í
gjár vann liðið í VFF-Cup. Hesa
ferð í myrkrinum í Gundadali
móti grannunum úr B36. HB
var omaná í fyrra hálvleiki, har
Símun Samuelsen og Ari Mohr
Olsen skoraðu málini.
Í hálvleikinum, og í leypi av
seinna hálvleiki, gjørdu bæði
liðini fleiri broytingar. Fyri HB
kom ungi Villiam Emil Klein
inn móti dystarenda og skoraði,
tá hann fekk fótin á ein bólt í
brotsteiginum.
B36 hevði eisini sínar møgu
leikar í seinna hávleiki. Millum
annað, tá Alex Mellemgaard
royndi seg við frísparki, sum
innskifti Mattias Lamhauge
bjargaði.
Alex Mellemgaard bleiv so
óður, tí hann metti at ein spælari
hjá HB fekk frísparkið í armin, at
Eiler Rasmussen vísti honum av
vøllinum. Higartil hevur siður
verið, at ein spælari kemur inn í
stað. Soleiðis var eisini hesa ferð.
Samanumtikið vísti HB enn
eina ferð nærmast ræðandi
styrki. Tað skal sjálvandi takast
við fyrivarni, tá talan er um
venjingardystir. B36 kemur
heilt víst at bíta frá sær í hesum
kappingarárinum, men í løtuni
stendur heildin hjá HB sterk í
myndini. Tað hevur hon gjørt
í øllum dystunum í VFF-Cup
higartil.
HB fer í næstum á venjingar
legu í Turkalandi. Venjingarlegan
er ein liður í at fyrireika seg til
komandi kappingarár. Úr HB
verður sagt, at ein stórur partur
av kostnaðinum er ágóðin, sum
spælararnir fáa fyri at hava
vunnið FM í fjør.
HB fær í dag eisini ein danskan
áleypara at royndarvenja, man
tað hevur ikki eydnast at fáa
uppspurt hvør vikomandi er
undan prentstarti.
Tróndur Jensen verður
ikki við – enn
Ein av lyklaspælarunum hjá HB
í farna kappingarári var mið
vallarin Tróndur Jensen. Í FM-
avgerandi dystinum í 23. umfari
í Klaksvík fekk hann eina ógvus
liga takling, og meiðslaði sær
lærið. Síðani hevur miðvallarin
sitið uttanfyri. Hann fær ikki
vant og lærið hevur tað ikki gott.
Fyrst vóru boðini, at lær
vøddin skrædnaði. Vøddin er nú
voksin saman aftur, men brøsk
hevur sett seg í lærið og ger, at
Tróndur fær als ikki vant.
-Tað hevur fyri fyrst ferð
verið framstig nú, men læknar
og onnur, sum hava hugt eftir
skaðanum, siga at tey hava ikki
sæð nakað líknandi fyrr. Brøskið
hevur verið hart, men nú kann
eg fyri fyrstu ferð flyta upp
á tað, sigur Tróndur Jensen,
meðan hann vísur nakað, sum
minnur mest um ein klump á
lærinum.
Miðvallarin verður helst ikki
tøkur fyribils, men skal mána
dagin taka røntgenmynd og
fær vónandi eina ábending, um
støðuna hjá skaðanum.
HB hevur ikki ein natúrliga
avloysara fyri miðvallaran í hópi
num. Dan í Soylu hevur onkun
tíð hava leiklutin framman
fyri verjukenda miðvallaran,
sum mangan hevur verið Binni
Hlødversson. Grétar Snar
Gunnarsson er farin aftur til
Íslands, men arbeitt verður við
at fáa hann aftur í hópin, tí hann
kann røkja júst handan leik
lutin. Afturat tí, hevur HB í unga
Símuni Sólheim ein spælara, sum
við tíðini kann blíva ein góður
bólttryggur miðvallari, men hann
er enn nakað ungur.
HB hevur fingið tilgongd av
Hørði Askham, sum er komin
úr KÍ. Hann er uppvaksin í HB,
men fekk sítt gjøgnumbrot
hjá grannunum í B36, áðrenn
hann fór til Klaksvíkar. Hann
hevur spælt seinastu dystirnar
á verjukenda miðvøllinum. Tó
kann hugsast, at tað verður tor
ført hjá HB at mynda ein dyst,
um tað verða Hørður Askham
og Brynjar Hlødvarsson, sum
skulu manna miðvøllin. Teir eru
báðir verjukendir miðvallarar.
Jónas aftur á vøllinum
Fyri B36 var Jóans Tór Næs
aftur at síggja á vøllinum við
fullari ferð. Hann var skaddur
tað mesta av kappingarárinum
í fjør, men kom inn onkrar
minuttir móti kappingarenda.
Hann er nú blivin frískur og
spældi í Gundadali í gjár. Hann
spældi á høgra bakki í fyrra
hálvleiki og í miðverjuni í seinna
hálvleiki.
AB vann í Gøtu
Týskvøldið vann AB 3-2 á Víkingi
í Gøtu, meðan NSÍ um vikuskiftið
vann 1-0 á ÍF. Argjamenn tykjast
hava ment seg eitt vet frá farna
kappingarári, har teir endaðu
á níggjunda plássi. Tað legst
afturat við lokalum spælarum,
sum bjóða seg fram, meðan
ÍTRÓTTUR: Fótbóltur
VFF-Cup:
HB er í einum flokki fyri seg í
løtuni. Liðið er óvanliga væl fyri
eftir føroyskum mátistokki,
og í gjár vunnu teir greiðan
3-0 sigur á B36. Tað verður tó
fyribils uttan Trónd Jensen
HB Í STÓRUM