mánadagur 11. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 9
Andrias
Petersen
deyður
INGILÍN STRØM SÍÐA 14
Olju
klæðini
hjá Vest
ergaard
– Tað verða kortini ikki føroyingar,
sum bjarga heiminum, hvørki so
ella so, tí tað, vit dálka er so lítið, at
tað ger ongan mun yvirhøvur. Tað,
føroyingar dálka, er so lítið, at tað
er ein spurningur um tað yvirhøvur
ber til at máta tað.
Soleiðis segði Jacob Vestergaard
í tinginum hendan dagin, tá Løg
tingið viðgjørdi uppskot um, at
tey sum keypa elbilar, skulu sleppa
undan avgjaldi til landskassan til
árslok næsta ár.
Jacob Vestergaard heldur tað
vera troyttandi at hoyra upp á tos
ið um at føroyingar skulu bjarga
heiminum, tí líka mikið hvat vit
gera, so ger tað ongan mun, segði
løgtingsmaðurin, sum heldur, at
føroyingar als ikki skulu lurta eftir
øllum umhørvistosinum. Vit skulu
gera tað, sum loysir seg best fíggjar
liga, heldur hann.
At Jacob Vestergaard er kon
servativur, vistu vit. Men tað skal
nú valdast. Ella sigur hann kanska
bara tað, sum hini tingfólkini
hugsa?
Ólíka hugaligari er tað at hoyra
ungdómin, sum seinastu fríggja
dagarnar hevur gjørt vart við seg
uttan fyri Løgtingið til tess at fáa
politikararnar at skilja álvaran í
verðurlagsbroytingunum, sum eru
elvdar av dálking.
Tað er hugaligt, at politisk ung
mannafeløg taka saman hend
ur, bæði tey á vinstraveingi og á
høgraveingi. Tí umhvørvispolitikk
ur eigur ikki at vera ein spurningur
um hugsjónir. Tað er líka álvarsamt
fyri allar partar.
Vit kunnu siga, at stig er tikin
rætta vegin við umhvørvispolitikki
í Føroyum, hóast lítið talar fyri, at
ynskið um tær grønu Frøoyar í 2030
fer at eydnast. Tað gongur tíverri
ikki ein gong rætta vegin hjá okk
um, um vit máta tað í CO2-útláti.
Men hví hendir so lítið frá pol
itiskari síðu? Kann tað vera tí, at
tað býr ein lítil Jacob Vestergaard
í flestu politikarum?
Meina vit tað í álvara, at Føroya
skulu vera grønar, so mugu vit gera
okkurt við tað. Tað má henda meira,
og tað mugu týðuligari átøk til.
At tað ikki hjálpir, tí vit eru so
fá, tað er nú nakað fjas. Tí hvør ein
stakur okkara er eins týdningar
mikil brikkur í hesum stóra spæli,
sum allir aðrir heimsins borgarar.
Tí mugu gerðir til og ikki bara
orð. Vit fáa ikki tosað umhvørvið
reinari ella tosað veðurlagsbroyt
ingarnar upp á pláss aftur.
Um veljarin ikki skal halda, at
allir politikarar innast inni eru sum
Jacob Vestergaard, so má okkurt
henda skjótt.
ERU ØLL SUM VESTERGAARD?
Nýggj útbúgving innan
íverksetan á Glasi
Vit fáa ikki tosað verðurlags
broytingarnar upp á pláss aftur
Ungur aktivistur
ætlar sær í
Løgtingið
23 ára gamla Hervør Páls
dóttir bjóðar seg nú fram
sum valevni fyri Tjóðveldi.
Hervør Pálsdóttir er aktivi
stur, forkvinna fyri Unga
Tjóðveldið, virkin í Fríum
Vali og hevur seinastu
tíðina verið við til at skipa
fyri
veðurlagsverkføllu
num, sum eru hvønn fríggj
adag uttan fyri Løgtingið.
Harumframt lesur Hervør
politikk og umsiting á Fróð
skaparsetrinum á triðja ári.
Hon
heldur,
tað
er
ein stórur trupulleiki, at
ung ikki eru umboðað í
Løgtinginum.
Hjartamál
hennara eru frælst ríki, frí
fosturtøka og veðurlags
broytingar.
– Fyri at gera Føroyar
betri skulu radikalar broyt
ingar fremjast og avgerðir
takast. Vit noyðast at taka
fulla ábyrgd av landinum
og skipa Føroyar sum eitt
frælst ríki, taka veðurlags
broytingar í størsta álvara
og ganga á odda fyri einum
grønum orkuskifti, tryggja
føroyskum kvinnum rættin
til fría fosturtøku og býta
virðini javnt ímillum okk
um øll, sigur Hervør Páls
dóttir.
Hon vil harumframt
virka fyri fjølbroyttari bú
staðarmøguleikum, og so
vil hon eisini savna Fróð
skaparsetrið í ein bygning
fyri at menna lestrarum
hvørvið.
Hervør Pálsdóttir
ætlar sær á ting
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Farið verður nú undir eitt
nýtt útbúgvingartilboð til
teirra, sum hava tikið eina
stutta framhaldsútbúgving í
Føroyum ella uttanlands.
Tað skrivar Mentamála
ráðið í tíðindaskrivi.
Aksel
V.
Johannesen,
løgmaður, sum er virkandi
landsstýrismaður í ment
amálum, hevur givið Glasi
loyvi at fara undir eina pro
fessionsbachelor útbúgving
innan
innovatión
og
íverksetan við tí endamáli at
stuðla menningini av einum
fjøltáttaðum vinnulívið og
framhaldandi
at
stimbra
íverksetaramentanina
í
Føroyum. Hetta er liður í
politikkinum hjá samgong
uni at fjøltátta møguleik
arnar at taka útbúgvingar í
Føroyum.
Talan er um ein yvir
bygning til stuttar fram
haldsútbúgvingar, so sum
marknaðarførslubúskap,
fíggjarbúskap,
framleiðsl
utøkning, og byggitøkning,
sum í løtuni kunnu takast
á Glasi. Aðrar stuttar fram
haldsútbúgvingar
geva
tó eisini atgongd til hesa
nýggju útbúgving. Hetta er
sostatt enn ein møguleiki hjá
ungum at støðast her á landi.
Útbúgvingin er skipað
í samstarvi við CPH Bus
iness (Copenhagen Business
Academy). Ætlanin er har
umframt at samstarva við
verandi íverksetaravirksemi
í Føroyum.
Útbúgvingin tekur hálvt
annað ár íroknað starvsvenj
ing.
Fyrsti flokkur verður tik
in inn á sumri 2019, og um
sóknarfreistin er 1. juni. Ætl
anin er at taka næmingar
inn á hesa útbúgving annað
hvørt ár.