mánadagur 11. februar 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Í bæði mans- og kvinnulands
kappingunum er stríðið um at
koma í FM-finalurnar millum
tey fýra stóru liðini. VÍF,
Neistin, Kyndil og H71 eru tey
fýra, ið kappast innanhýsis, og
flest øll høvdu væntað at hesi
somu liðini skuldu mynda hálv
finalurnar í steypakappingini.
Steypakappingin
hevur
kortini altíð lagt upp til óvænt
að úrslit, men nýggi leisturin
við bólkaspæli, ið verður býtt
eftir plássunum í landskapp
ingini, ger tað trupult at fremja
teir heilt stóru skelkirnar.
Og kortini og lukkutíð koma
teir enn fyri. At spæla eina
heila kapping upp á ein mánað
tykist at geva teimum undir
mettu liðunum eina vón um at
tað kann lukkast, og hetta var
aftur prógvað um vikuskiftið.
Sunnudagin í Havn kom
Stjørnan á vitjan hjá Neista
num. Stjørnan er næstniðast í
landskappingini, meðan Neist
in er næstfremst í løtuni, so
eingin ivi var um at flestu fólk
væntaðu at Stjørnan fór at fáa
ein truplan útidyst. Tað fingu
stjørnukvinnurnar eisini, men
tær megnaðu samstundis at
gera tað eins trupult fyri Neist
an.
Stjørnan revsaði Neistan
Við einari høgari 3-2-1 verju
legði stjørnuverjan eitt øgiligt
trýst á bakkarnar hjá Neista
num, og langt var millum mál
ini at byrja við.
Liðini
fylgdust
fyrstu
tíggju minuttirnar, men tá fór
Stjørnan brádliga at revsa mis
tøkini, ið neistaálopið gjørdi
móti
áræsnu
verjuni.
Um
miðjan fyrra hálvleik hevði
Stjørnan eina fýramálsleiðslu,
og tíggju minuttir seinni var
hon voksin upp í sjey mál.
Neistafólk høvdu verið nakað
trygg undan hesum. Flestu fólk
mundu hugsa at Neistin skuldi
líka finna spælið hjá sær aftur
og so skuldi tað nokk eydnast,
men nú gjørdist munurin í so
stórur.
Men Neistin fann spælið hjá
sær aftur. Verjan fekk forðað
fyri fleiri og fleiri møguleikum,
og tá ið loysnirnar móti høgu
stjørnuverjuni brádliga komu,
fekk Neistin spakuliga minkað
um munin.
Eftir hálvleiksstøðuna 10-
15 til Stjørnuna hildu neista
kvinnur fram at taka seg inn í
dystin aftur.
Eftir at Neistin minkaði um
munin tvær ferðir afturat sá
stjørnuvenjarin, Per Klarup,
hvønn veg tað bar, og tók time-
out. Hetta bøtti einki. Tá ið
Marjun Danberg miðskeiðis í
seinna hálvleiki legði Neistan á
odda fyri fyrstu ferð, sótu fólk
við kensluni av at dysturin var
endaliga koppaður á høvdið.
Dysturin javnar seg aftur
Men so vaknaði Stjørnan brád
liga aftur. Høga verjan fekk
aftur fatur í takklingunum, og
aftur eydnaðist tað at revsa
neistamistøkini. Stjørnan tók
l e i ð s l u n a
aftur, og nú
bar ikki til at
siga hvønn veg
dysturin fór at
koppa.
Neistin
royndi
seg
við
mansverju á Minu
Sirdal,
og
Stjørnan
leitaði eftir loysnum í
álopinum. Fáar útskiftingar
vóru framdar, men leikarir
skiftu ofta pláss sínamillum,
har serliga Mina Sirdal og Tóra
Eliasen vístu at tær eru nærum
eins góðar um tær spæla
bakkur ella vongur.
Liðini skiftust at skora, har
Stjørnan hevði leiðsluna, og av
gerðin skuldi ikki falla fyrr enn
í seinastu løtunum.
Stjørnan ger bart
Við støðuni 23-24 til Stjørnuna,
tá ið hálvur annar minuttur
restaði í, fangaði Ingunn Krist
ina Persson bóltin í verjustøðu
og fór í skjótálop. Sonja Sirdal
gjørdi ov nógv av fyri at steðga
møguleikanum og var víst av
vølli restina av dystinum. Nú
høvdu tær bláu møguleikan.
Tær spældu yvirtalsspæl út á
høgra vong til ein frían møgu
leika, men Annika M. Arge í
stjørnumálinum bjargaði skoti
num. Einki var liðugt enn, men
tað var tað løtu seinni. Neistin
legði seg høgt á vøllin fyri at
fanga bóltin, men Stjørnan
spældi skilagott út á vinstra
vong, har Kristina Poulsen
leyp inn og avgjørdi dystin.
Steypaskelkurin var veruleiki.
Stjørnan er í hálvfinaluni eftir
eitt flott avrik og ikki sørt ans
vekjandi úrslit.
Kyndil tók fremsta plássið
Stjørnan hittir Kyndil í hálv
finalunum. Tað gjørdist eisini
greitt sunnudagin, tá ið Kyndil
vann dystin um fremsta plássið
í bólki 2 móti H71 í Hoyvík.
Kyndil gjørdi sær dælt av
góðum
skjótálopum
fyrstu
løtuna, og royndi at trýsta
leikferðina upp. H71 megnaði
tó at halda tamarhald á sínari
leikferð í stóran mun, og helt
javnvág í dystinum allan fyrra
hálvleik. Leiðslan skifti av og á,
og í hálvleikinum var Kyndil á
odda 13-14.
Seinni hálvleikur byrjaði
eisini javnt, og tá ið komið var
til seinasta korterið var javn
leikur 19-19. Men so fekk Kyndil
brádliga trý mál á rað, og hes
um kom H71 ongantíð aftur frá.
Hóast hoyvíkskvinnur trýstu
hvat tær vóru mentar, so
slepti Kyndil ikki tamarhaldið
á dystinum og tryggjaði sær
fremsta plássið við 25-27 sigri.
Hetta merkir at
H71 í hálvfinalunum
hittir
VÍF,
ið
gjørdist
greiður vinnari av bólki 1.
Eisini ansvekjandi
úrslit hjá monnum
Í bólki 2 í manskappingini vístu
menninir hjá Neistanum ta
styrki, ið kvinnunum vantaðu.
Neistamenn
tóku
fyrsta
plássið í bólkinum tá ið teir
vunnu ein javnan dystin móti
Kyndli. Avgerandi løtan var
tíðliga í seinna hálvleiki tá ið
Neistin skeyt fýra mál á rað, og
síðani ikki slepti leiðsluni aftur.
Í bólki 1 var eisini ein steypa
skelkur á veg, hóast hann helst
longu var framdur í fyrsta um
farið, tá ið KÍF vann á VÍF.
Kollfirðingar vóru tí at síggja
í høllini í Hoyvík sunnudagin,
tí teirra lagna skuldi avgerast
í dystinum millum H71 og
VÍF. Her vónaðu kollfirðingar
at H71 vann, tí so slapp KÍF
í hálvfinalurnar, meðan VÍF
varð varpað út. Og so varð.
H71, ið tóktist sera sterkt í
sínum sigri móti KÍF seinasta
HONDBÓLTUR
Faxe Kondi-kappingin:
TÍ ELSKA
VIT STEYPA
KAPPINGINA
Í landskappingunum eru fleiri lið úti av stríðnum um
FM, har tað í báðum førum eru fýra lið, sum kappast um
finalurnar. Tí var tað kærkomið hjá liðum sum Stjørnuni
og KÍF at spæla steypakapping, og tey tóku sanniliga av