Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Um vikuskiftið hevur fimta og seinasta umfar í bólka­spæli­ num í nýggju venjara­kapp­ ingini í fótbólti verið. Mest óvænt­aða úslitið kom á Eiði, har EB/Streymur við máli frá Gesti B. Dam vann 1-0 á HB, sum tó er í finaluni móti Skála. Dysturin skuldi upp­runaliga vera fyrrapartin leygar­dagin, men bleiv út­settur til sunnu­ dagin. Hóast sundalags­menn eru byrjaðir av nýggjum í ár, so hevur liðið vunnið tríggjar av sínum fimm dystum í Venjara­ kapp­ingini. Teir hava vunnið á TB og AB, umframt at vinna á HB nú. HB hevði ein nýggjan mann í hópinum til dystin í gjár. Talan er um danska áleyp­aran Christoffer Denius, sum er komin til landið at roynd­ar­ venja hetta vikuskiftið. Hann er fyrr­verandi liðfelagi hjá Lasse T. Andersen, sum kom til HB í farna kappingarári. Fyri HB er hetta fyrsta tapið í Venjarakappingini, eftir at hava vunnið tríggjar og spælt ein javnleik. Úrslitið hevur ikki stórvegis ávirkan á stiga­ talvuna, tí HB skal leygar­dag­in spæla um 1. plássið móti Skála, sum eitt sindur óvæntað er á 2. plássi. Skála koppaði B36 Á Skála vunnu heimamenninir 3-2 á B36, sum var á odda 2-0 við málum frá Benjamin Heinesen og fyrrverandi áleyparanum hjá Skála, Brian Jacobsen. Í sein­na hálvleiki skoraði Skála tríggjar ferðir. Edvin Jakobsen, Ari Olsen og Haraldur Højgaard skoraðu málini. Við sigrinum hevur Skála tryggjað sær pláss í finaluni í Venjarakappingini. Hetta er annað árið á rað, at Eyðun Klak­stein er venjari í felagnum. Felagið hevur mist Ahmed Mujdragic og Brian Jakobsen. Ronni Møller-Iversen, sum ein stóran part av farna kapp­ ingarári spældi við KÍ, er nýggjur í felagnum. Søgurnar siga, at Skála roynir at yvirtala fyrr­verandi landsliðshetjuna, Fróða Benjaminsen, at spæla eitt ár á Skála. Hann býr á Strondum, men tað eru eisini boð eftir honum í Víkingi og Runa­vík, har hann eisini hevur spælt. Hann spældi í fjør við NSÍ og undan tí við Víkingi. Hann hevur tó mangan spælt fyri Sámal Erik Hentze, sum nú er farin úr NSÍ og aftur til Víking. KÍ og Patrik vunnu á Víkingi KÍ vann leygardagin 2-1 á Vík­ ingi. Fyri KÍ skoraði Patrik Johanne­sen aftur. Áleyparin tykist hava funnið seg til rættis í Klaksvík. Tað var annars Boris Dos­ljak, ið legði KÍ á odda, áðr­ enn Patrik Johannesen økti til 2-0. Pól Enok Hansen minkaði um munin fyri Víking. KÍ manglar enn at spæla móti TB, men sum tað sær út í løtuni, so er ilt at ímynda sær, at KÍ ikki vinnur tann dystin. Gera teir tað, so skal KÍ spæla móti AB um 5.plássið. KÍ er eitt av teimum lið­ unum, sum er torførast at av­ lesa í løtuni. Liðið hevur fleiri nýggjar útlendskar spælarar, men fyrstu ábendingar eru at talan er um góðar spælarar. Somuleiðis hevur Víkingur verið torført at lesa av, tí lið­ið manglar fleiri av sínum lykla­ spælarum í løtuni. Menn sum Atli Gregersen og Sølvi Vatn­ hamar eru ikki við, meðan nýggju útlendsku spælararnir eru ójavnir í sínum avrikum. Higartil hava avrikini hjá Víkingi verið undir miðal. NSÍ bankaði TB NSÍ vann heili 8-1 á TB, sum enn stríðist við at fáa mannað liðið til komandi kappingarár, eftir at felagsloysnin í Suðuroynni datt niðurfyri. Klæmint A. Ol­ sen og Petur Knudsen fingu hvør síni tvey mál, meðan Jóhan Troest Davidsen, Jann Mart­in Mortensen og ungi Jógv­an Højgaard fingu eitt mál í part. Jógavn Højgaard hevur fyri kortum gjørt sín fyrsta sátt­mála við NSÍ. Málið hjá TB skoraði Ndende FÓTBÓLTUR VFF-Cup: Eftir tríggjar sigrar og ein javnleik, so tapti HB í gjár í VFF-Cup. Hóast ósigurin, so skal HB spæla í finaluni í VFF-Cup móti skálamonnum, sum vunnu á B36 SO TAPTI HB