týsdagur 12. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Greitt er nú, at ein nýggjur flokkur
fer at stilla upp til løgtingsvalið
komandi, sum verður í seinasta lagi
31. august í ár. Tað er tann sonevndi
Kannabisflokkurin,
sum
kallast
»Framtakið fyri rættinum at velja
kannabis«
Í gjár komu eisini boð frá fyri
reikaranum av tí, sum onkur hevur
kallað tunnilsflokkinum, at hann
gevst við at fyrireika nýggjan flokk
til hetta valið.
Hóast stundir eru enn, so er einki
sum bendir á, at nakar annar nýggjur
flokkur stillar upp til løgtingsvalið.
Fyri at fáa nýggjan flokk valdan á
ting, skalt tú hava 1/33 av samlaða at
kvøðutalinum. Tað merkti á seinasta
løgtingsvali í minsta lagi 982 atkøvð
ur. Við fólkavøkstrinum, sum hevur
verið síðani seinasta løgtingsval
krevjast helst einar 1.100 atkvøður
at fáa fólk valt á ting hesaferð. Men
tað veldst sjálvsagt um, hvussu nógv
fólk møta á vali.
Ilt er at spáa um, hvørja undirtøku
ein slíkur flokkur fær. Men søguliga
sæð, so eru møguleikarnir smáir hjá
einum slíkum flokki at fáa fólk valt
á ting.
Til sammetingar, so fekk Sjálv
stýrisflokkurin á seinasta løgtings
vali 1.305 atkvøður. Tá fingu teir báð
ir oddamenninir í flokkinum, Jógvan
Skorheim og Kári P. Højgaard ávika
vist 389 og 352 persónligar atkvøður.
Siga vit, at bara annar teirra var á
listanum, so var flokkurin als ikki
valdur á ting. So tað krevst nógv at
fáa ein flokk valdan við einum so
»einstáttaðum« politiskum boðskapi,
sum kannabis.
Seinast annar flokkur enn teir
kendur stillaði upp til løgtingsval var
í 2008, tá Miðnámsflokkurin stillaði
upp. Flokkurin hevði bara eitt val
evni, og fekk 221 atkvøður, sum svar
ar til 0,7 prosent av atkvøðunum.
Í 2004 stillaði Hin Stuttligi Flokk
urin upp við seks valevnum. Flokk
urin fekk 747 atkvøður, sum svaraði
til 2,4 prosent.
Í 1994 kom Verkamannafylkingin
á ting við trimum tingfólkum. Flokk
urin fekk tó bara 0,8 prosent á næsta
løgtingsvalinum í 1998 og hevur ikki
stillað upp síðani. Seinasti nýggi
flokkur, sum hevur fótað sær á tingi,
er Miðflokkurin, sum fyrstu ferð
fekk umboð á ting á løgtingsvalinum
í 1994.
Hvussu leikur fer hjá nýggja
flokkinum, fer bert tíðin at vísa. Men
helst fara aðrir flokkar nú at taka
støðuna við nýtslu av kannabis við
heilsuligum endamáli í størri álvara.
Higartil er tað Miðflokkurin, sum
hevur gjørt mest burtur úr hesum
máli.
Helst anda fólkfloksfólk í norðan
fyri lættan, at eingin tunnilsflokkur
stillar upp hesaferð, tí tann flokkurin
tyktist hava somu sjónarmið, sum
fólkafloksfólk í Norðoyggjum hava
ført fram um tunlar norður um Fjall.
So er bert at bíða eftir løgtings
valinum, sum í løtuni tykist verða
heldur seinni enn fyrri.
Søguliga sæð er trupult at
fáa nýggja flokk at fóta sær
SJEY FLOKKAR KLÁRIR TIL VAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Andri
asi Pet
ersen til
minnis
NØVN SÍÐA 18-19
Ása
Ellefsen
áttati
NØVN SÍÐA 20
Tann 20. mars fer Magnus
Heinason aftur á Føroya
Banka og kemur aftur 27.
mars.
– Tað verður sera spenn
andi at frætta, hvussu tað
roynist hjá teimum. Sum
vant verður gjørt nógv
burtur úr tí kulinariska við
Føroya Banka kvøldum, sig
ur Johan Mortensen, sum
saman við John Mikkelsen,
tænara, samskipar tiltakið í
sambandi við Føroya Banka
toskin
í
matstovunum
heima í Havn.
– Tað verða royndu flekj
ararnir úr Leirvík, sum
flekja, og John Mikkelsen
velur fín Chablis vin til
kvøldini, so kulinariskar eld
sálir kunnu byrja at gleða
seg, sigur Johan Mortensen.
Tað var ein lagnudagur
á Bankanum í 1917 tá ein
týskur kavbátur søkti fleiri
sluppir, og yvir 100 mans
fóru í bátarnar og róðu til
lands.
Føroya Banki aftur á skránni
Fyrsta stýri fyri
nýggja sjálvs
ognarstovnin
Føroya Sym
foniorkestur valt
Føroya Symfoniorkestur var
26. november í fjør skipað
sum sjálvsognarstovnur sam
bært nýggjum viðtøkum.
Sum nakað nýtt fer eitt
stýri nú at hava yvirskipaðu
ábyrgdina av fíggjarviður
skiftum og rakstri hjá ork
estrinum. Stýrið skal harum
framt virka fyri, at orkestrið
hevur tryggar karmar og
áhaldandi kann mennast.
Í stýrinum eru seks limir,
sum verða valdir fyri fýra ár
í senn.
Fyrsta stýrið er mannað
við hesum fólkum: Jógvan
Thomsen, formaður, eftir til
mæli frá Mentamálaráðnum,
Gunn Hernes, eftir tilmæli frá
Norðurlandahúsinum,
Kári
Olsen, eftir tilmæli frá Kring
varpi Føroya, Jákup Sim
onsen, eftir tilmæli frá Tórs
havnar kommunu, Jóannes
Andreasen, eftir tilmæli frá
tónleikarunum í orkestrinum,
Anna Klett, eftir tilmæli frá
tónleikarunum í orkestrinum
Varalimir: Gunnvør Poul
sen, Sunnuva Bæk, Jonna
Fritsdóttir Mortensen, Hanna
Simonsen, Páll Sólstein, Claire
Fiona Thomsen.
Aksel V. Johannesen, løg
maður, fegnast um nýggja
bygnaðin og undirtøkuna frá
stovnarunum. Hann vónar, at
stýrið fer at kunna viðvirka
til góðu menningina hjá ork
estrinum til gleði fyri tónleik
ararnar og mongu áhoyrarar
nar kring alt landið.
Jógvan formaður í
Symfoniorkestrinum
Flekjararnir úr Leirvík saman við Johan Mortensen við
føroyabankatoski
– Tað er eydnast at finna eina
mynd av »systir kavbátinum«,
sum framdi henda yvirgangin
móti sakleysum føroyingum,
sigur Johan Mortensen