Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vár­fram­ sýn­ingin 2019 Eirikur Lindenskov Framtakið fyri rættinum at velja kann­abis hevur fingið nóg mikið av undirskriftum til at stilla upp til komandi løg­tin­g­sval. Í morgin klokkan trý korter til trý seinnapartin, fer »Framtakið fyri rættinum at velja kann­a­bis« at handa Heilsu- og Inn­lend­is­mál­a­ráð­ num allar und­ir­skrift­ir­nar, sum skulu til fyri at stilla upp til kom­andi løgtingsval. – Og eitt nýtt valevni, sum er kent frá sos­ialu miðlinum, verð­ur av­dúkað samstundis, skrivar nýggi politiski flokkurin í tíðindaskrivi. – Fremsta mál hjá »Fram­ taki­num fyri rættinum at velja kann­abis«, er at læknar skulu sleppa at útskriva med­isinskt kannabis til sjúk­ar føroyingar, skrivar flokkurin og heldur fram: – Nógvir føroyingar stríð­ ast við sjúkir sum ADHD, PTSD, Migrenu, gikt, varandi pínu, sclerosu, krabbamein, Fib­r­o­myalgi, Morbus Crohn, epi­lep­si osv. Nógvir av hesum sjúkl­ingum síggja ongan ann­ an út­veg enn at bróta lógina við at smugla kannabis og kann­a­bisolju. – Tað eru fólk sum eru flutt úr Før­oyum til Danmarkar fyri at fáa hjálp frá medisinskum Kann­abis. Vit eiga heldur at hjálpa hesum fólkum, heldur enn at straffa tey. Tað er eisini vón­leyst at viðgera fólk við sálar­ligu­m trupulleikum sum eisini eru stigmaseraði. At enda sigur flokkurin, at teyvilja eisini at Lands­ apo­tek­ar­in og Bóndafelagið fara í eitt samstarv um at dyrka medisinskt kanna­bis í Føroyum, bæði til heima­ markn­aðin og til útflutning. KANNABISFLOKKURIN ER NÚ VERULEIK Stríðast fyri at læknar skulu sleppa at skriva út medisinskt kannabis og at Landsapotekarin og B'ondafelagið fara at dyrka kannabis í Føroyum Hallur Hjalgrimsson og Anfinn á Birtuni, stigtakarar til nýggja flokkin, nevndur »Framtakið fyri rættinum at velja kann­a­bis«, sum nú hevur neyðugu 800 undirskriftirnar til tess at stilla upp til komandi løgtingsval Atli Fróði Johansen skúla­ stjóri í Eysturkommunu Løgmaður, sum er virkandi lands­stýr­is­maður í ment­a­málum, hevur sett nýggjan skúl­ astjóra Aksel V. Johannesen, løg­ maður, hevur sett Atla Fróða Johansen í starvið sum skúla­stjóra í Skúlanum í Eyst­ur­kommunu frá 1. mars 2019 at rokna. Atla Fróði Johansen er 40 ára gamal og tók lær­ar­ a­prógv í 2003. Hann hev­ur drúgvar und­ir­ví­s­ing­arligar royndir, leiðsl­u­roynd­ir sum varaskúlastjóri í Skúl­a­num í Eysturkommunu síðani aug­ust 2018 umframt ávísar leiðslu­r­oyndir frá Tofta skúla. Upplýsast kann eisini, at Atli Fróði Johansen m.a. hev­ur sitið í skúlastýrinum sum starvs­fólk­a­umb­oð í fleiri ár og hevur verið lim­ur í Barnaverndini í Skála­fjarð­ a­sam­starv­i­num síðani 2013. Nýggi skúlastjórin í Eysturkommunu er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2003 Árliga Várframsýningin, sum Føroysk mynd­lista­ fólk skipa fyri, verður í List­a­savni Føroya í døgu­ num 12. apríl - 5. mai 2019. Várframsýningin er sen­sur­erað. Hetta merkir, at ein úr­v­alsnevnd velur tey verk út, hon metir hava bestu listarligu góðsk­una til at verða sýnd fram. Í úrvalsnevndini eru Ann­ika A. Gregoriussen, Birgit Kirke og Rannvá Holm Mortensen. Yvirskipaði ar­beiðs­ setn­ingurin fyri Vár­fram­ sýni­ng­ina tey seinastu ár­ini hevur verið ”Art for Art´s Sake”. Við hesum ar­beiðs­setningi vil úr­vals­ nevnd­i­n varpa ljós á list­ ar­liga úttrykkið hjá ein­ staka listafólkinum. Rák­ið seinastu árini hevur ann­ ars verið, at listafólk hava skulað skapað inn­an eitt ávíst evni, og úr­vals­nevnd­ ini metir, at tað kann tálma listarligu drív­meg­ina hjá einstaka lista­fólkinum. Úrvalsnevndin er á­hug­ að í eini breiðari umboðan inn­an myndlistagreinina á Várframsýningini. Um­ framt sokallaðu ”van­ligu” mynd­l­istina, eggj­ar úr­ vals­nevnd­in fólki, sum t.d. arbeiða við installatión, fram­førsl­u­list, ljóðlist og video­list, eisini at senda upp­skot til metingar inn. Verk, sum verða latin inn til metingar, skulu ikki vera eldri enn 2 ár. Til ber at lata inn í mesta lagi 10 verk, og tað er líka mikið, hvat slag av tøkni er brúkt. Freistin at lata verk inn er 12. mars 2019 – kl. 18:00. Uppskot av verkum, skulu sendast inn umvegis teld­ u­postadressu. Teldu­post­ adr­essan er: varframsyning2019@ gmail.com Við at trýsta á leinkj­ una niðanfyri fært tú meira upplýsing um sjálva framsýningina og veg­lei­ð­ing um, hvussu tú ber teg at, um tú skalt senda verk inn: http:// www.mynd.fo/tiindi/ varframsyningin-2019 Í Listasavni Føroya 12. apríl - 5. mei (fernisering 12. apríl kl. 16.00) Í Listasavni Føroya 12. apríl - 5. mei (fernisering 12. apríl kl. 16.00) framsýningin 2019 Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at tað kom rættiliga nógvur royk­ur úr Gulu Smiðju í Sal­tang­ará. Sløkkiliðið varð sent á staðið, og fekk sløkt eldin, sum elvdi til royk­in. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at tað vóru nak­rir smádreingir, sum spældu við eld, og høvdu kynt eitt lítið bál.ø Tað er ikki heilt greitt, hvat tilfar, teir høvdu fest í, men tað fór at rúka nógv verri enn teir høvdu í­myndað sær, og tí vórðu teir bangnir, og runnu av­ stað. Men løgreglan sigur, at tey hava funnið út av, hvørjir dreingirnir vóru og hevur havt eitt prát við foreldrini. Lagt verður aft­ urat, at eingin skaði stóðst av eldinum. Spældu við eld –boð eftir sløkkiliðnum BAÐIRÚM SETT VIONE Hvid 100 cm. v/2 LUX skf. og Formia grebum, hvítt glans postalínsvask 100x45x57,6 cm 4.098,- u/spegl og krana v.m. TEL. 20 59 59 SMIÐJUGERÐI 6 WWW.UNO.FO VIT ERU HAR SUM RINGVEGURIN OG VELBASTAÐVEGURIN MØTAST