týsdagur 12. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin 18. februar
14-17: Gamla Seglhúsið
Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu
16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík
Jan Nystrøm listaframsýning
“365 - Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda
heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir
fram úr tekningasavinum frá 2018, tá ið hann setti
sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.
18.00: Fernisering við tónleiki er á skrá, har ein biti við onkr-
um svalandi eisini verður at fáa.
17-20: Posthúskjallarin
Finleif Mortensen, listamaður, hevur áhugaverda
listaframsýning við landslags- og abstraktum
málningum
17.15: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Men-
tanarhús í Klaksvík, setur framsýningina, og verður
boðið til ein bita við onkrum svalandi afturvið.
18.00: Spinnaríið
Norðoya Sparikassi verður 100 ár í ár og verður í he-
sum sambandi tiltøk í Spinnarínum.
Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi
Gulklett og myntir frá tíðarskeiðnum, tá Magnus
Heinason (1548-1589) livdi. Síggjast kunnu eisini
myntir, sum S. P. Petersens Eftf. (1929) og J. F. Kjøl-
bro (1930) brúktu.
Norðoya Sparikassi sýnir fram brúkslutir og myndir í
sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.
18.30: Miðhøllin á Skúlatrøð
Næmingakonsert hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Næmingar spæla saman í fleiri bólkum, eldri og
yngri strúkarar, blokkfloytur og klaversolo. Kórið á
Skúlatrøð syngur nakrar sangir og næmingar spæla
saman við teimum. Á skránni eru føroyskir sangir og
klassiskur tónleikur.
19.30: Spinnaríið
Finn Kjølbro hugleiðir og sigur frá søguni um Spinn-
aríið hjá Kjølbro, har eisini turkarí til brasiliafisk var
nøkur ár.
Norðoya Sparikassi og Kósin bjóða saltfiskabrell-
bitar.
20-22: Atlantis Bio
LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
22.15: Atlantis Bio
Filmurin Unge Astrid
Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
Týsdagur 19. februar
09.30-13.30: Café Gloria - kjallarin
Bindicafé á Café Gloria
Vit fara at hugna okkum við stokkum, har Poulina
Eliasen fer at læra okkum at binda sokkar og hosur
við holmynstri.
Morgundrekka og fiskasuppa verður boðið.
14-18: Posthúskjallarin
Finleif Mortensen, listamaður, hevur forvitnisliga
listaframsýning við landslags- og abstraktum
málningum.
14-17: Gamla Seglhúsið
Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu
15.00: Í Smæruni
Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur kemur at
greiða frá um Dannebrogsmannin.
Framsýning av skrivstovulutum og gamlari tekni-
skari útgerð til skip.
Kaffimunnur verður at fáa aftaná.
16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík
Jan Nystrøm listaframsýning
“365 - Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda
heitið á listaframsýningini.
16.30: Betri
Robert Thomsen, stjóri - Koncerndirektør / Rakstur
& HR á Arp-Hansen Hotel Group, greiðir frá lívsleið
síni og kemur við góðum ráðum um ferðavinnu og
hotel-rakstur.
17.30: Atlantis Bio
Filmurin Unge Astrid
Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
18.00 : Spinnaríið
Norðoya Sparikassi 100 ár
Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi
Gulklett. Myntir frá 1400-talinum og seðlar frá
1800-talinum fram til okkara dagar verða sýndir
fram.
Norðoya Sparikassi sýnir fram aðrar brúkslutir og
myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.
19.00: Kirkjukjallarin
Fyrilestur við Anniku S. Biskopsø
Føroyski sjómaðurin - um at flyta seg millum
sjómanslív og familjulív.
19.30 : Spinnaríið
Mitt í sjónum: Føroysk shippingvinna,
hvør er búskaparligi týdningurin av shippingvinnuni
fyri Føroyar og aðrar vinnur? Og hvussu kann shipping-
vinnan fáa betri karmar og skapa størri inntøku-
grundarlag í Klaksvík?
Á skránni eru upplegg og kjak. Óluvá Zachariassen,
tíðindakvinna, stýrir kjakinum.
Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi og okkurt afturvið
20-22: Atlantis Bio
LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
Mikudagur 20. februar
9.30 - 13.30: Café Gloria - kjallarin
Fiskabuffet
Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, m.a.
lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, feskan fisk, livur,
rogn, laks og annað.
Eisini verður kaffi/te og køkur at fáa.
14-17: Gamla Seglhúsið
Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu
14-18: Posthúskjallarin
Finleif Mortensen, listamaður, hevur forvitnisliga
listaframsýning við landslags- og abstraktum
málningum.
16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík
Jan Nystrøm listaframsýning
“365 - Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda
heitið á listaframsýningini.
17.00: Í Smæruni
Árant Úti á Bø í Svínoy (seyðastuldur 1733-38)
Jógvan Edmund á Geilini greiðir frá seyðastuldri.
Framsýning av skrivstovulutum og gamlari tekn-
iskari útgerð til skip.
17.30: Atlantis Bio
Filmurin Unge Astrid
Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
19.00: Miðhøllin á Skúlatrøð
Fiskivinnutingið - Floksformenninir á tingi umrøða
nýggju fiskivinnulógina.
Beinta Løwe og Jón Brian Hvidtfeldt eru vertir. Kjakið
verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroyar – Útvarpi
og Sjónvarpi.
20-22: Atlantis Bio
LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
Hósdagur 21. februar
10.00: Torracafé í Betesda
Levi Joensen greiðir frá sjólívi sínum og Vitin syngur.
Kaffi og sangur er eisini á skrá eftir framløguna
við sjómanssangum.
14-17: Gamla Seglhúsið
Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu
14-18: Posthúskjallarin
Finleif Mortensen, listamaður, hevur forvitn-
isliga listaframsýning við landslags- og abstraktum
málningum.
15.00: Í Smæruni
Jonna Johannessen, ættað av Hellunum, greiðir frá
sínum uppvøkstri á Hellunum, og frá tíðini í Føroyinga-
havnini í Grønlandi, har hon arbeiddi á Sjómans-
heiminum.
Framsýning av skrivstovulutum og gamlari tekni-
skari útgerð til skip.
Kaffimunnur verður at fáa aftaná.
16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík
Jan Nystrøm listaframsýning
“365 - Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda
heitið á listaframsýningini.
17.30: Atlantis Bio
Filmurin Unge Astrid
Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren
Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900
18.00 : Spinnaríið
Norðoya Sparikassi 100 ár
Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi
Gulklett. Myntir frá 1400-talinum og seðlar frá
1800-talinum fram til okkara dagar verða sýndir
fram.
Norðoya Sparikassi sýnir fram aðrar brúkslutir og
myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.
19.30 : Spinnaríið
Søgur av Flemmish Cap
Mortan Johannesen - Mortan hjá Andriasi – greiðir
frá trolveiðu, sum tók seg upp í Golfinum við
Bellsundið.
Sigmar Bláberg, “Stállínuskipini í aðra vinnu
1962-64”.
Gunnar Nolsøe prátar við Sigmar Bláberg og Thor-
mund Johannesen um túrar hjá teimum á Flemmish
Kap.
Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi og okkurt afturvið.
19.30 : Bókasavnið
Bindiskeið á bókasavninum
Sára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda –
holmynstur, blaðmynstur og strukturmynstur.
TORRASKR