týsdagur 12. februar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
So hvørt, sum tú eldist,
gerst likamið so líðandi
veikari, ár fyri ár.
Hetta liggur líka sum
í
lógarinnar
náttúru.
Syrgja vit ikki fyri at
halda okkum likamliga
í sving, viknar likamið
skjótari.
Men, vísundin hevur
víst á, at tað við venjing
ber til at varðveita ein
sterkan kropp langt upp
í árini.
Við fysiskum aktiviteti
kann vøddastyrkin, kondi
tiónin, javnvágin og funk
tiónsevnini betrast - eisini
hjá fólki, sum eru komin
langt upp í árini.
Tvey
týdningarmikil
fakta um kroppin eru
vøddastyrki og konditión.
Vøddastyrki
Vøddastyrkin sigur, hvus
su sterkur tú ert, eitt nú í
tínum lærvøddum.
Venur tú ikki vødd
arnar, gerst tú við tíðini
veikur og fær trupulleikar
við at íðka ítrótt, ganga í
fjøllum - og kanska bara
við at bera innkeypsposan
heim úr handlinum.
Styrkin í vøddunum
er eitt nú treytað av,
hvussu nógvar - og stórar
- vøddatægrirnar eru.
Frá tí, at tú ert fimmti
ár, er væntandi, at tú miss
ir umleið eitt prosent av
vøddamongdini um árið.
Hetta ljóðar kanska ikki
so nógv, men gerst tú t.d.
80 ára gamal, hevur tú í
slíkum aldri mist 30 pro
sent av vøddamongdini.
Og ert tú serliga latur
av lyndi, missir tú kanska
heili 50 prosent!
Samstundis, sum tín
vøddamongd so líðandi
minkar, missir tú sam
stundis burtur av tínari
styrki - ja, tú missir um
leið hálvt annað prosent
um árið frá tí, at tú ert
65 ára gamal. Tað merkir,
at tú hevur mist meira
enn 20 prosent av tínari
styrki, tá tú fyllir 80 ár.
Konditiónin
Konditiónin lýsir evnini
hjá kroppinum at taka
upp ilt um lunguni og
lýsir evnini hjá lika
minum at brúka iltina í
ymisku likamslutunum.
Samstundis,
sum
tú verður eldri, verður
konditiónin verri. Or
søkin
er
eitt
nú,
at
pumpuvirksemið í hjarta
num
minkar,
æðrar
gerast forkálkaðar, og
vøddamongdin minkar.
Aðrar orsøkir kunnu
eisini gera seg galdandi.
Mett verður, at kondi
tiónin minkar við umleið
einari helvt frá tí, at tú
ert 20 ára gamal, til tú ert
80-90 ára gamal.
Úrslitið
er,
at
tær
kemur at vanta orku til
tey vanligu gerandisting
ini sum eitt nú at ganga,
ganga
upp
trappur,
súkkla og í heila tikið at
halda teg aktivan við tí,
tú heldur gevur meining
í lívinum.
Kelda: www.helse.dk
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
TAÐ LOYSIR
SEG ALTÍÐ AT
VERA VIRKIN
Við venjing fært tú meira orku til gerandisdagin, eins og tú fært
avlopsorku til nógvar hugsandi aktivitetir - ja, sjálvt um tú ert 80 ára
gamal, kanst tú kortini betra um tína konditión við heili 30 prosentum
Um tú venur, kanst tú
minka munandi um tær
avmarkingar, ið stand
ast av, at tú eldist - og
loysnin er regluliga at
íðka motión.
Ert tú fysiskt aktivur
í einar 30 minuttir um
dagin, minkar tú um
vandan
fyri
hjarta
sjúkum
og
øðrum
deyðsorsøkum við eini
30 prosentum. Venjur
tú enn meira, verður
effektin av venjingini
enn størri.
Fólk, sum eru krops
liga aktiv, hava eina
størri
vøddamongd,
sterkari
beinagrind,
betri javnvág og eru í
minni vanda fyri brot
um á beinagrind.
Við at styrkivenja
tínar vøddar, kanst tú
byggja upp ein ”reserva”
og
soleiðis
byrgja
uppfyri, at vøddarnir
minka.
Fólk, sum eru 60 ár
ella eldri, kunnu økja
vøddamongdina
við
eini
45
prosentum,
eins og tey kunnu økja
vøddastyrkina og men
na úthaldni við millum
25 og 100 prosentum
eftir venjing bert í einar
8-12 vikur.
Við venjing fært tú
meira orku til gerandis
dagin, eins og tú fært
avlopsorku til nógvar
hugsandi aktivitetir - ja,
sjálvt um tú ert 80 ára
gamal, kanst tú kortini
betra um tína konditión
við heili 30 prosentum.
Kelda: www.helse.dk
Øll kunnu
betra um
konditiónina
Við venjing fært tú meira
orku til gerandisdagin, eins
og tú fært avlopsorku til
nógvar hugsandi aktivitetir
Tín styrki og konditión viknar við árunum, um tú einki ger við tað. Tú kanst læra at ”testa” teg sjálvan og síggja, hvussu
tín fysiska støða er, og tú kanst eisini læra um viðurkendar venjingarhættir, ið hjálpa tær at halda teg í sving