týsdagur 12. februar 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stóri
og
forvitnisligi
handilin
hjá
Jógvani
Weihe í Stiðjagøtu 10 í
Havn spennir seg eisini
út, nú føstulávint er í
hondum.
Ólavur Weihe sigur,
at handilin í ár eins og
undanfarin ár hevur fleiri
sløg og fleiri støddir av
tunnum, bæði til børn og
vaksin.
- Vit hava tunnur, sum
beinleiðis eru framleiddar
til føstulávint, og vit
hava tunnur, sum eru
framleiddar til børn at
sláa. Soleiðis hava vit
eisini papp-tunnur til tey
smæstu, sigur hann.
Hesa tíðina av árinum
selur
Jógvan
Weihe
nógvar tunnur til eitt
nú barnagarðar, skúlar
og feløg, sum skipa fyri
tunnusláing fyri børnum.
Men, tað eru ikki bara
børn, sum sláa tunnu
á føstulávint. Tað gera
tey vaksnu eisini, bæði
í bygdafeløgum, eigara
feløgum og á arbeiðs
plássum.
- Tí hava vit sjálvsagt
eisini sterkari tunnur,
sum eru ætlaðar teimum
vaksnu at sláa.
Ólavur Weihe sigur,
at øll, sum skulu brúka
eina ella fleiri tunnur til
føstulávint, eru hjartaliga
vælkomin at støkka inn á
gólvið í Stiðjagøtu 10 ella
við at ringja í handilin.
Gassi ella keppur
Jógvan Weihe selur eisini
gassar í ymiskum stødd
um.
Sambært
www.
sprotin.fo er gassi eitt
træamboð við tjúkkum
skafti at sláa kóp, tunnu
og tílíkt við, og her verður
eisini víst á, at eitt annað
orð fyri gassi er keppur.
vilmund@sosialurin.fo
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Nógv spyrja
um fiski
reiðskap
JÓGVAN WEIHE HEVUR
FØSTULÁVINTS
TUNNUNA
- Vit hava alt innan fiskireiðskap,
sum útróðrarmenn kunnu hugsa
sær, nú teir eru byrjaðir at rigga
til várróðurin, sigur Ólavur Weihe
Nú snellutíðin av Norð
havinum stundar til, og
nógvur fiskur hevur
verið
at
fingið
við
línu í vetur, eru menn
ógvuliga spentir eftir
at vita, hvussu norð
havsróðurin man fara
at roynast.
Í
vártíðini
í
fjør
fingu menn, sum lógu
framvið, væl av fiski
við snellu, og longu nú
kundi ymiskt bent á, at
fiskiskapurin í vár fer
at roynast.
Hóast tað ikki er
komið á tíð enn við
snellu norðanfyri, hava
vit hoyrt um bátar, sum
longu nú hava gjørt
hampiligar dagar.
Stórur spenningur
Ólavur Weihe sigur, at
tey longu nú hava havt
nógvar mans á vitjan,
sum hava keypt sær
dergur, beitur og lodd,
og tað skilst á monnum,
at
spenningurin
er
stórur.
- Vit hava alt innan
fiskireiðskap, sum út
róðrarmenn
kunnu
hugsa sær, nú teir eru
byrjaðir at rigga til. Vit
hava nylon, beitir og
lodd, og vit hava ymisk
ar toskapilkar. Vit hava
eisini klæðini, sum gera
mannin ílatnan til vár
róðurin, sigur Ólavur
Weihe.
Liggja framvið
Hjá Jógvani Weihe í
Stiðjagøtu 11 hava tey
ikki
bjargingarbátar,
men annars hava tey
alt annað, sum krevst
til trygdina í einum
útróðrarbáti.
- Jú, vit hava havt
nógv
fólk
inni
á
gólvinum, og vit vænta
nógv fólk aftrat, áðrenn
várróðurin
veruliga
byrjar. Vit hava nevni
liga skilt, at tað eru
fleiri, sum ætla sær á
Norðhavið
at
royna
eydnuna í vár, sigur
Ólavur Weihe.
vilmund@sosialurin.fo
Nú føstulávint nærkast, hevur P/F Jógvan Weihe í
Stiðjagøtu í Havn bæði føstulávintstunnur og gassar í
fleiri støddum - til børn eins væl og til vaksin
Jógvan Weihe hevur stór úrval av fiskireiðskapi
VINNUØKIÐ VELBASTAÐVEGUR
Hjá P/F Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 11 í Havn selja tey bæði tunnur og gassar – til stór eins væl og til smá.
Mynd: Álvur Haraldsen