Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VINNUØKIÐ VELBASTAÐVEGUR ENDURNÝTSLUHANDILIN Í STIÐJAGØTU DAGFØRDUR Hin 2. apríl í ár verða tvey ár liðin, síðan Reyði Krossur læt upp endurnýtsluhandil í hølunum hjá felagsskapinum í Stiðjagøtu 6 í Havn. Seinastu tíðina er handilin vorðin dagførdur, og nú er handilin enn meira innbjóðandi, enn hann nakrantíð hevur verið áður Handilin hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu í Havn er á tremur við góðum klæðum til bæði kvinnur, menn og børn, og her hava mong gjørt góð keyp. Umframt klæðir, hevur end­ur­ nýtsluhandilin eisini hópin av góðum skóm, taskum og vøkr­ um smúkkum. Endurnýtsluhandilin er op­ in hvønn leygardag frá klokk­ an 10 til 15, og tað eru nógvir leygardagar, har ein heilur hóp­ur av fólki eru inni á gólv­ inum. Í Stiðjagøtu hevur Reyði Krossur eisini móbttøku og inn­savning av klæðum, og tað er eisini her, at skiljingin fer fram. Virksemisleiðari í handl­in­ um er Irena Jacobsen og sam­ an við øðrum, sum taka eina hond í til frama fyri virksemið hjá Reyða Krossi, er hon ein eldsál í hesum arbeiði og hevur gingið á odda at byggja hand­il­ in upp. - Fólk hava tikið sera væl ímóti handlinum í Stiðjagøtu, og vit hava nógv viðskiftafólk, sum javnan vitja her úti. Kort­ ini møta vit framvegis fólki, sum eru inni á gólvinum her fyri fyrstu ferð, sigur hon. Áhugin er stórur Irena Jacobsen sigur, at leyg­ar­ dagurin vísir seg at rigga sera væl, og tey eru ikki so fá, sum brúka dagin sum ein ávís­an familju­dag, har tey gera sær góðar stundir í handlinum. – Vit hava eina Facebook- síðu undir navninum ”Endur­ nýtslu­handilin hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6”, og her plaga vit at leggja út myndir av pløgg­um og øðrum, sum vit selja. Hon vísir á, at tað meira enn so kemur fyri, at vørurnar, sum tey bjóða út, eru so nógv eft­ir­spurdar, at fólk standa í kø, tá handilin letur upp. - Tað kann vera so mangt, sum fólk fara eftir, og eitt nú hevur tað víst seg, at tær góðu gomlu ulpirnar ganga sum heitt breyð, sigur Irena Jacob­ sen. Alt er sjálvboðið Men, hóast endurnýtsluhand­ ilin bara er opin leygardag, eru nógvar kvinnur knýttar at virkseminum í Stiðjagøtu. - Vit eru einar 30 kvinnur, sum hoyra til virksemið her úti. Onkrar eru nakrar tímar, og aðrar eru upp í fleiri tímar um vikuna. Onkrar koma miku­dag og hósdag at prísa klæð­ir og lutir, og tá vikan líður, verður handilin rudd­að­ ur, og so tørna fleiri til aftur leyg­ardag, tá handilin er opin. Irena Jacobsen sigur, at alt arbeiðið hjá Reyða Krossi er ólønt, og í felagsskapinum ann­ars eru tað bara dagligi leið­arin og eitt skrivstovufólk, sum eru á lønarlista. Ymiskar dagføringar Virksemisleiðarin í Stiðjagøtu 6 fegnast um, at handilin nú er vorðin enn meira innbjóðandi. - Vit hava tikið nakrar vegg­ ir niður, og vit hava fingið nýggj­an disk. Onkur klædna­ stativ eru komin, og vit hava fingið sonevnd konsoll at heingja ymiskt í, eitt nú húgv­ ur, belti, turriklæði og bróst­ hald­arar. Irena Jacobsen sigur, at við nýggja diskin eru smúkkur, og í einum glasskápi hava tey tær fínaru og dýraru smúkkurnar. Eisini Bryggjubakki Reyði Krossur hevur eisini end­urnýtsluhandil á Bryggju­ bakka, sum er opin frá og við týs­degi til og við fríggjadag, all­ar dagar frá klokkan 13.30 til 17.30. - Endurnýtsluhandilin á Bryggju­bakka fær eisini klæð­ ir frá skiljingini her úti hjá okkum. Umframt at selja klædna­pløgg, hevur endur­ nýtslu­handilin á Bryggju­ bakka eisini ymiskar lutir, sum eitt nú vasar, koppar og annað. Irena Jacobsen sigur, at henni dámar ógvuliga væl at starv­ast fyri Reyða Kross, og hon fer glað til arbeiðis. - Vit drekka ein drekkamunn saman, áðrenn arbeiðsdagurin byrjar, og vit leggja stóran dent á arbeiðsgleðina – og gleð­ina at hjálpa øðrum, sigur virk­semisleiðarin í Stiðjagøtu 6. vilmund@sosialurin.fo Klædna­ hjálpin hjá Reyða Krossi - Við klædnahjálpini hjálpa vit familjum, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga. Hjá Reyða Krossi siga tey, at foreldur, ið hava tørv á hjálp, kunnu fáa klæðir til børn upp til 18 ár. - Klæðini eru frá okkara klædna­skiljing og eru í góð­um standi, rein og tíðar­hóskandi. Tey, sum ynskja at koma í samband við Klædna­hjálpina hjá Reyða Krossi, kunnu ringja á tlf. 283670 – ella við at senda teldu­post til redcross@ redcross.fo vilmund@sosialurin.fo Irena Jacobsen er virksemisleiðari í endurnýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 Mynd: Álvur Haraldsen