Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 El|Net, sum hevur støð í Slættanesgøtu 11 í Havn, er ein av størru el-inn­ leggjarafyritøkunum í Føroyum, og í dag eru fleiri enn 30 fólk í starvs­ fólkahópinum. Tað vóru teir tríggir, Bern­hard H. Petersen, Ólafur Debes og Poul Erik Johannesen, sum stovn­aðu fyritøkuna í 2006. Ein orsøkin til, at lut­ falsliga unga fyri­tøk­ an hevur havt vøkst­ur hesi árini, er ikki minst breiddin í eigara­skara­ num, sum hevur tryggjað fyri­tøkuni støðufesti við einari hollari vitan. Gróðrarlíkindi eru skapt fyri støðugari før­ leikamenning, soleiðis at El|Net í dag kann bjóða tæn­astur innan allan el- ídnaðin. Umframt høvuðssæti í rúmligum bygningi í Havn, hevur El|Net eisini bygn­ing við tilhoyrandi beding í Vestmanna. El-fyritøkan hevur eisini lyftubil, sum verður brúktur til arbeiði við høg­um bygningum, el- steyrum og øðrum. Álit altavgerandi El|Net er ført fyri at veita øllum sínum við­skifta­ fólki og samstarvspørtum eina góða og holla tæn­ astu, og altavgerandi fyri virksemið er álitið millum partarnar. Stórur dentur verður lagdur á at gera eitt dygdar­gott arbeiði og veita eina góða og holla tæn­astu, sum bæði tænir og er nøktandi fyri viðskiftafólk og el-fyri­ tøkuna. El|Net ger el-arbeiði og er ráðgevandi innan set­húsa­marknaðin, skriv­ stovu­marknaðin og íd­ naðin, og virksemið fevn­ir eisini um el-arbeiði og ráð­ geving innan maskin­ur og stýringar av ymisk­um slag. Um heimasíðuna – elnet.fo – kann lesast um nakrar av verk­ætlan­un­ um, stórar sum smáar, sum el-fyritøkan hevur framt. Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Hava eisini veitingar til klinikkir EL|NET BJÓÐAR ALLAR TÆNASTUR INNAN EL Í 2013 varð virkisøkið hjá El|net víðkað, soleiðis at tað eisini fevnir um alt arbeiði innan dental- økið, sum tað verður rópt Í tøttum samstarvi við Dent-support í Da­n­ mark hevur El|net før­ leika­ment starvsfólk, og hava tí neyðugu vitan­ ina í fyritøkuni til at bjóða seg fram til hesar upp­gávur. El|net kann altíð senda røttu starvs­fólk­ ini við serkunnleika inn­an dental-økið, um nak­að bráðfeingis er áfatt. Samstarvið við Dent-support tryggjar eitt sterkt bakland, so fyritøkan altíð kann loysa ásettu uppgávuna. El|net bjóðar eisini eftir­litsavtalur til tann­ læknar, og tað merkir, at fyritøkan við av­ talað­um millumbilum gjøgnum­gongur alla út­gerð á klinikkini, eins og ymiskt viðlíkahald verður gjørt. Hjá El|net hava tey eisini vitan og arbeiðs­ megi til at innrætta og gera nýggjar klinikkir. Onnur søla El|net selur eisini el- mot­orar, pumpur og gear. Á verkstaðnum verða eisini leiðir og pakk­ dósir skift, bæði á el- motor­um og pumpum. Umframt høvuðssæti í rúmligum bygningi í Havn, hevur El|Net eisini bygning við tilhoyrandi beding í Vestmanna Hjá El|net hava tey eisini vitan og arbeiðsmegi til at innrætta og gera nýggjar klinikkir Mynd: Tilvildarlig VINNUØKIÐ VELBASTAÐVEGUR