týsdagur 12. februar 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUDOKU-KAPPINGIN
Dagarnar 8. til 10 august verður landsins størsta tónleikatiltak hildið í
Klaksvík. Summar Festivalurin bjóðar kendar altjóða bólkar og fjølbroytt úrval
av tí besta á føroyska tónleikapallinum. Í tríggjar dagar ljómar tónleikurin á
festivaløkinum, og millum pallarnar ber til at hugna sær, hitta fólk og fáa sær
okkurt gott at eta ella drekka. Summar Festivalurin hevur kunngjørt Rasmus
Seebach sum fyrsta høvuðsnavnið í 2019. Øll, ið senda loysnina á Sudoko inn
komandi vikurnar, eru við í lutakastinum um eitt vikuskiftispass til Summar
Festivalin. Loysnirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1.
mars. Vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum mikudagin 6. mars.
Sendið til: Sosialurin, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Merkið brævbjálvan "Sudoku"
Vinn vikuskiftispass til
Summar Festivalin 2019
4
6
9
8
5
5
9
3
7
8
5
5
6
1
3
2
8
3
1
5
1
8
8
9
3
1
9
6
3
4
Vinn vikuskiftispass
til Summar Festivalin 2019
Vilmund Jacobsen
Norðuri við Hálsavøtn
millum Skopun og Sand
- í Vatnabyrgi, tey rópa -
eru menn farnir at laða
rættina
og
frágarðin
uppaftur. Tað eru húsa
víkingarnir, Jens Pauli
Dam og Regin Sørensen,
sum eru farnir undir
hetta arbeiðið.
Á Facebook-síðuni hjá
Sands kommunu vísa tey
á, at tað er stórt fagur
frøðiligt og søguligt virði
í grótgørðunum og rætt
unum í Føroyum. Tí er
eisini at fegnast um, at
tað eru menn, sum hava
evnini og áhugan at halda
hesi viðlíka.
- Jens Pauli Dam hevur
víst vegin í fleiri áratíggju
við sínum eldhuga, og
hann hevur laðað mangan
garðin og mangt grót
húsið uppaftur. Rættin í
Vatnabyrgi er elligomul,
og hon var brúkt til fyrst í
1980-unum. Rættin liggur í
Fjallshaga, Norðara parti.
Tá umboð fyri Sands
kommunu vitjaði Jens
Paula Dam og Regin
Sørensen í Vatnabyrgi,
hildu teir báðir skemtiliga
fyri, at slíkt er gott pen
sjónistaarbeiði. Hegnis
monnunum verður ynskt
góðan
arbeiðshug,
og
lagt verður aftrat, at tað
verður hugaligt at fylgja
gongdini.
Jens Pauli og Regin
laða nú rætt og frágarð
Rættin í Vatnabyrgi, sum nú verður
laðað upp aftur, er elligomul, og
hon var brúkt til fyrst í 1980-unum