Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 29 Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn Minnist til haldaragjaldið Deildarstjóri til Lemvigh-Müller, Føroyar Ert tú tilreiðar til at taka ábyrgd av virkseminum hjá Lemvigh-Müller í Føroyum? Og hevur tú hug at brúka tíni søluevni og tína teknisku vitan til at skapa tætt samband við viðskiftafólk, samstundis sum tú økir um søluna hjá okkum av amboðum, el og øðrum tekniskum vørum? Her er tín møguleiki at seta tín persónliga dám á eitt sjálvstøðugt starv í eini fyritøku í menning, har góðir starvsfelagar standa klárar at bjóða tær vælkomnum til ein gerandisdag, har felagsskapurin er umráðandi og persónliga frælsið stórt. Á odda fyri deild okkara í Føroyum Tú stendur á odda fyri hinum fýra starvsfólkunum hjá okkum og myndar harvið dagligu leiðsluna, men nógv tann størsta partin av tíni tíð (umleið 80%) verður brúkt til at loysa søluuppgávur. Tá ið eitt viðskiftafólk manglar eina loysn innan el og teknik, stendur tú klár/klárur at ráðgeva og hjálpur til við at finna røttu vøruna, samstundis sum at tú syrgir fyri, at bíleggingarnar koma fram. Kundarøktin er tí kjarnin í einum stórum parti av tí arbeiði, og tín dagur fer tí við at: • Svara fyrispurningum frá viðskiftifólki umvegis telefon og teldupost – og av og á eisini persónligum fyrispurningum • Gera vitjanir úti hjá viðskiftafólki • Gera tilboð og syrgja fyri dokumentatión og bílegging av vørum • Vera í sambandi við veitarar og syrgja fyri flutningi út til kundan • Gera roknskapartengdar uppgávur í samstarvi við bókhaldaran • Rapportera til leiðsluna – umleið einaferð hvønn ársfjórðing ert tú við á einum Skype-fundi Eitt starv við møguleikum Som deild eru vit sum ein lítil familja, har vit øll loysa uppgávurnar í felag. Vi loysa nógvar trupulleikar, meðan vit drekka ein kopp av kaffi, og tú ert í dagligum sambandi við tínar starvsfelagar í Danmark. Um tað tí er okkurt, sum tú til dømis tørvar eina tekniska útgreinan uppá, so er tað altíð onkur, ið er klárur at hjálpa tær við síni vitan. Við øðrum orðum merkir tú týðiliga, at tú ert ein aktivur partur av eini stórari organisatión, sjálvt um okkara føroyska deild er lítil og ógvuliga sjálvstøðug í gerandisdegnum. Royndir við sølu og hegni til at loysa trupulleikar Tú ert motiverað/motiveraður og klár/ klárur at taka ábyrgd. Títt persónliga samband við kundan hevur stóran týdning fyri teg, og við tænastusinnaða lyndi og teknisku vitan ert tú klár/klárur at seta teg inn í avbjóðingarnar hjá kundanum – eisini tá ið kundin kemur á óvæntaða vitjan. Tú trívist í einum gerandisdegi við nógvum bóltum í luftini og megnar at skipa og raðfesta tínar uppgávur. Harumframt vænta vit, at tú: • Hevur hollar royndir innan sølu • Gjarna hevur eina bakgrund innan fyri eitt ella annað slag av hondverki • Hevur kunnleika til eina ella fleiri ERP-skipanir, so sum SAP • Tosar danskt og helst eisini enskt Spurningar? Set teg í samband við Peter Lund Kofod, deildarstjóra, á tlf. +298 281155 ella PELK@lemu.fo og hoyr nærri um starvið. Áhugaður? Send umsókn tína, lívsrensl og møguliga onnur viðkomandi skjøl til PELK@lemu.fo ella til Lemvigh-Müller P/F, Postboks 1379, FO-110 Tórshavn og helst skjótast gjørligt, tí vit viðgera umsóknirnar leypandi. Um Lemvigh-Müller Hjá Lemvigh-Müller arbeiða vit fyri, at okkara kundar í ídnaðinum, byggivinnuni og installatiónsvinnuni kenna seg væl hjálptar og vegleiddar. Tað gera vit gjøgnum eina góða leiðslu av okkara um 1.300 starvsfólkum. Vit brenna fyri at skapa tað besta hugsandi arbeiðsumhvørvi við skiftandi uppgávum, spennandi menningarmøguleikum og ikki minst góðum starvsfeløgum. Eftir fleiri enn 170 ár sum størsta heilsøla innan stál- og teknik í Danmark hava vit gjørt tær royndir, at arbeiðsgleði gevur bestu úrslitini. Vágur, tel. 37 30 65, fax 37 39 34, tangavirkid@tangavirkid.fo Tín veitari innan stálarbeiði P/F Tangavirkið søkir einum handils/goymslufólki at starvast fulla tíð Vit ynskja at seta starvi sum skjótast. Vit vænta, at... • Tú hevur handils- og/ella søluroyndir fra t.d. HVS ella øðrum líknandi handils arbeiðið. Kann eisini vera at tú er handverkari. • Tú hevur stóran áhuga í handverki og tøkni. • Tú hevur áhugað í, at læra okkara vøru úrvæl at kenna. • Tú ert sølu- og tænastu sinnaður, fleksibul, eins og tú hevur gott yvirlit, er fyrikomandi, nærlagdur, íðin, og setur kundan í fremstu røð. • Tú er sjálvstøðugur, eldhugaður, er ruddiligur og dámar at hava nógv at gera. • Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd, tá tú til tíðir kemur at verða einsamallur í handlinum/ goymsluni. • Tú hevur góðan teldukunnleika, er neyðugt. Vit bjóða tær... • Eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum. • At gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum vælvirkandi virki. • Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara. • Eitt starv í einum vælvitjandi handli, har tú hevur ávirkan á, at skapa og uppbyggja ein góðan handil, við einum breiðum úrvali. Løn og treytir... Løn og setanartreytir verður ásett eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist er seinasta lagið ónsdagin 20/2-2019 Kl. 12.00 og skal stílast til; mortan@tangavirkid.fo og viðmerk: Starv. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mortan Mortensen, stjóra á tlf. 231065. Um P/F Tangavirkið Fyritøkan varð stovnað í 1932, og hevur øll árini hildi til á Bryggjuni í Vági. Í løtuni arbeiða 18 starvsfólk, harav 2 í fyrisiting, og 16 dugnaligir handverkarar, arbeiðsfólk og lærlingar, sum leggja stóran dent á gott handverk. Vit hava framleiðslu av oljutangum, ymiska framleiðslu innan stálídna, og útinna HVS arbeiðið fyri fyritøkur, kommunur og privat. Vit hava ein framkomnan handil við sera breiðum úrvali, har vit veita tænastur til fyritøkur, kommunur og privat.