mánadagur 18. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRANK DAVIDSEN
KJAK SÍÐA 16
Yvir
boðspoli
tikkur og
populisma
HELGI ABRAHAMSEN
KJAK SÍÐA 16
Koma
aftur við
skeivum
tølum
Tann 8. juni í fjør varð eitt álit
handað løgtingsformanninum um
tingfólkalønir og eftirlønir.
Tað hevur ligið í kortunum, at
serliga pensjónsskipanin hjá ting
fólki skuldi takast av, eins og hon
er tað hjá landsstýrisfólki. Tað hava
verið nógvar atfinningar at polit
ikarum, tí teir hava samtykt sær
fulla tænastumannapensjón eftir
bara 8 árum fyri landsstýrisfólk og
16 árum fyri tingfólk. Onnur fólk
skulu vera tænastufólk í 37 ár fyri
at fáa fulla pensjón.
Kaj Leo Holm Johannesen legði
uppskot fyri tingið um at broyta
viðurskiftini hjá landsstýrisfólki,
tá tað triðja álitið í røðini varð
hana honum. Hetta var samtykt,
og tí verða landsstýrisfólk í dag ikki
eftirlønt sum tænastufólk, men fáa
15 prosent í pensjónsinngjaldi.
Men Páll á Reynatúgvu letur
bíða eftir sær – ella er hann kanska
ikki samdur við nevndina, sum
skrivaði honum álitið – ella kanska
hann kemur í tingið við uppskoti
num nú í tólvta tíma, men tað tyk
ist ósannlíkt. Hann lovaði annars í
summar, at uppskotið skuldi leggj
ast fyri tingið eftir ólavsøku.
Løgtingsformaðurin fekk ann
ars í posa og sekk, tá lønin hjá
landsstýrisfólki varð broytt. Tí
hann fekk somu lønarhækking,
sum løgmaður, men varðveitti sera
munagóðu tænastumannapensjón
ina. Tað gjørdi løgmaður ikki. Um
rokna vit pensjónina hjá løgtings
formanninum til pensjónsinngjald,
so svarar tað til langt yvir 100.000
kr um mánaðin í pensjónsinngjaldi.
Tí so fyrimunarlig er tænastu
mannapensjónin, tá hon verður
speedað upp til fulla eftirløn eftir
bara 8 árum og ikki 37, sum lógin
varð ætlað til.
Sambært álitinum, sum liggur
í skuffuni hjá Páll á Reynatúgvu,
so skulu tingfólk fáa 14,4 prosent
í lønarhækking. Lønin skal hækka
frá 38.585 kr til 44.147 um mánaðin.
Men so missa tingfólk skattafría
ískoyti upp á 2.000 kr um mánaðin.
Tey missa tænstumannaeft
irlønina og fáa í staðin 15 prosent
oman á lønina í pensjónsinngjaldi,
so sum so nógv onnur fólk fáa.
Tingfólk, sum hava sitið 16 ár á
tingi, fáa í dag 23.151 kr í pensjón frá
tí tey eru 60 ella 67 ár. Tingformaður
fær 37.283 kr um mánaðin í pensjón.
Men hendan sera fyrimunarliga
skipan fyri tingfólk skal sambært
álitinum takast av.
Spurningurin er bara, um Páll
á Reynatúgvu ætlar at avgreiða
málið, ella um tað verður súltað til
næsta løgtingið at taka støðu til og
harvið útsett í minsta lagi í fýra ár.
LÆKKA NEYVAN SÍNA PENSJÓN
Michelinstjørnurnar verða
handaðar í Århus í dag
Super-pensjónin hjá tingfólki
verður neyvan lækkað enn á sinni
Komandi vikurnar heitir
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd
á bilførarar um at kanna,
hvussu bakljós teirra virka.
Samstundis fer løgreglan
at gera kanningar, meðan
átakið er.
Nakrir bilar eru soleiðis
innrættaðir, at bakljósini
tendra sjálvvirkandi, tá tað
tørvar. Í øðrum verður bil
førarin mintur á at tendra
ljósini.
Trupulleikin
við
summum bilum er, at bak
ljósini ikki tendra sjálv
virkandi.
Tað kann vera lætt at
gloyma, tá vit í mong ár
hava verið von við at ljósini
tendra sjálvvirkandi. Har
umframt er tað ikki ólógligt
at koyra við sløktum bak
ljósum, tá tað er ljóst. Trup
ulleikin kemur, tá tað til
dømis skýmir, fer at regna
ella tú koyrir inn í ein tunn
il.
Er tín bilur framleiddur
millum 2011 og 2016, kann
vera, at bakljósini ikki al
tíð tendra. Ein ES-regla
var galdandi, sum setti
krav um at bara framljós
tendraðu
sjálvvirkandi.
Ein av grundgevingunum
fyri hesum var, at minkaða
nýtslan av bakljósi skuldi
hava jaligt árin á umhvørv
ið við minni nýtslu av
brennievni og harvið minni
CO2-útláti.
Hetta var broytt í 2016
so at bæði framjós og bak
ljós á øllum nýggjum bilum
skuldi tendra sjálvvirkandi.
Reglan skal fyribyrgja van
lukkur orsakaðar av mangl
andi ljósi. Men enn koyra
nógvir bilar á vegunum,
sum eru framleiddir áðr
enn hetta tíðarskeið.
Góð ráð:
Hevur
tú
bil,
har
bakljósini ikki altíð tendra
sjálvvirkandi:
• Kanna, um til ber at
innstilla bilin, so bakljósini
altíð tendra, tá tú tendrar
bilin
• Ven teg við altíð at tendra
bakljósini, tá tú tendrar
bilin.
• Sært tú ein bil uttan ljós
aftan: Blinka eina ferð vil
langljósunum fyri at minna
bilføraran á at tendra bak
ljósini.
Koyrið ikki við
sløktum baklyktum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Stórur spenningur er millum
matstovufólk í norðurlond
um, nú tann fínasta virð
islønin av øllum, Michelin
stjørnurnar, verða handaðar
í dag.
Eingin í Føroyum hevði
droymt um, at nøkur føroysk
matstova kundu fáa hesa
høgtvirdu virðisløn, tá Koks
fekk hana fyri tveimum ár
um síðani – og endurvann
hana í fjør.
Tí verður eisini stórur
spenningur um, hvørt Koks
megnar at varðveita hana, tí
tað er eisini eitt stríð um tað.
Í Danmark kunnu vit
eisini væntað ein føroyska
stjørnu – skilt á tann hátt,
at Søllerød Kro, har føroyski
Jan
Restorff
stílar
fyri,
stendur til, sambært teimum
ið hava skil fyri sínum, at fáa
eina afturat.
• Tann franska Michelin
Guide'in – Le Guide Michelin
– hevur verið til síðani ár
1900. Hon kom til Danmarkar
fyrst í áttatiárunum, og Før
oyar komu í guidina í 2017.
• Upprunin er í Frankaríki
sum vegleiðing til góð støð at
eta. Hon hevur fleiri túsund
matstovur, har tær bestu fáa
stjørnur.
• Danmark fekk sína
fyrstu stjørnu í 1983. Tað var
Kong Hans Kælder og La
Cocotte í Keypmannahavn,
sum fingu tær.
• Kommandanten í Keyp
mannahavn var tann fyrsta,
sum fekk tvær stjørnur.
• Altjóða áhugin fyri norð
urlendska køkinum elvdi til,
at Micheln í 2015 fór at gera
eina serliga guide um norð
urlendsku stórbýirnar.
• Í 2018 útgávuni fekk
Danmark 30 stjørnur og før
oyska Koks eina stjørnu.
Frá bara at geva matstov
um í stóru býunum stjørnur
eru tey seinastu árini farin
út á smápláss, so sum Før
oyar og minni býir í hinum
Norðurlondunum.
Kelda: Michelin og Ritzau.
/ritzau/
Umboð fyri Koks taka ímóti fyrstu føroysku Michelin stjørnuni fyri tveimum árum síðani:
Johannes Jensen, stjóri, Karin Visth, víntænari og Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur