Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vit sótu har og vistu púra einki SNARLJÓS AV BLÁUM HIMLI At vit skuldu fáa eina Michelin-stjørnu afturat, kom sum snarljós av bláum himli, sigur stjórin á heiðurskrýndu, føroysku matstovuni, Koks Áki Bertholdsen – Hetta kom púra óvart á okk­ um. Tað ásannar Johannes Jen­ sen, stjóri á føroysku mat­stov­ uni, Koks. Í gjárkvøldið hendi tað heilt merkisverda, at Koks fekk eina Michelin-stjørni afturat, so­ leið­is at hon nú hevur tvær stjørn­ur. Oddafólkini í Koks vóru til stað­ar í Århus í gjárkvøldið, tá ið Michelin - stjørnur vórðu býtt­ar út. Men tað var ikki tí at tey væntaðu sær nakað, men tey, sum hava Michelin – stjørn­ur eru boðin við, tá ið stjørn­ur verða lutaðar út. Og tá tey tóku av, var tað mest fyri at fáa høvi til at hitta fólk og fyri at vita, hvat Århus hevði at bjóða. – Vit sótu har og vistu púra einki. Vit hava eina stjørnu, og eg skal viðganga, at vit vóru ikki bangin fyri at missa hana. Men tá ið tað so varð kunn­ gjørt, at vit fingu eina stjørnu aft­ur­at, kom tað sum eitt snar­ ljós av bláum himli, ásannar Jo­hann­es Jensen. Men hann sigur, at í roynd og veru fer hetta ikki at broyta hjá stóra hjá teimum á Koks, tí tey halda á á somu kós tey hava lagt, men at hava tvær stjørn­ur, er sjálvsagt nakað heilt serligt, viðurkennir hann. Ein úrvaldur skari Tað eru einar 25.000 matstovur kring um í heimimum, sum hava eina Michelin-stjørnu, og í Norðurlondum eru einar 50 mat­stovur, sum hava eina stjørnu. Men við at fáa tvær stjørn­ ur, er Koks nú við í einum ógvu­liga lítlum, úrvaldum skara av matstovum í heim­in­ um. Tað eru bara nevniliga bara 500 matstovur í øllum heim­inum, sum hava tvær Mich­elin-stjørnur, og Koks er tann fimmta matstovan í danska ríkinum, sum hava tvær stjørnur. Í øllum Norðurlondum eru átta mastovur, sum hava tvær stjørn­ur. Íslendingar høvdu eina mat­ stovu, sum hevði eina Miche­l­ in-stjørnu. Tað var matstovan, Dill, í Reykjavík, men hon mistu stjørnina í gjárkvøldið. Leita eftir rætta staðnum Tá ið tað var kunngjørt, at Koks hevði fingið sína aðru Michelin-stjørnu, sást tað bein­anvegin á bíleggingarskip­ anini hjá matstovuni, tí hon brendi saman eina løtu. – Í løtuni er helvtin av borð­ unum í ár bíløgd, og umleið 80 prosent av bíleggingunum eru úr útlondum og 20 prosent eru úr Føroyum, sigur stjórin á Koks. Hesi seinastu árini hevur Koks hildið til Frammi við Gjónna í Kvívík. Men tað hevur ong­antíð ætlanin at tað skuldi vera ein varandi loysn. Tey hava tosað um at byggja nýggja matstovu niðan fyri Hotell Føroyar, men tann ætl­ an­in er slept. – Vit leita eftir einum nýggj­ ari staðseting til Koks, men tað verð­ur ikki framman fyri Hotel Føroyar, sigur Johannes Jen­sen. Gist og Vist hevur nýliga keypt Skeiva Pakkhús, og hó­ ast tey hølini eru rættiliga ser­ merkt, sigur hann, at tað verð­ ur heldur ikki har, Koks fer at halda til í framtíðini. – Koks skal vera onkustaðni úti í náttúruni við góðum út­ syni, men enn vita vit ikki, hvar tað verður leggur Jóannes Jen­sen aftur at. Eitt serligt bragd Hóast tað kom púra óvart á tey á Koks, at tey skuldu fáa eina stjørnu afturat, kom tað ikki heilt óvart á kokk­ar í Danmark. Onkur teirra metti, at tað fór at henda tí tað var uppi­borið. Men onkur ann­ ar helt, hóast tað var uppi­ borið, var tað eitt heilt ser­ ligt bragd hjá Koks at fáa eina stjørnu afturat. Tað er tí, at talan er um eina mat­ stovu, sum er rættiliga fjar­skotin, og sum er ring at koma til, og sum hevur eitt ógvuliga lítið, nátúrligt grund­arlag av viðskifta­ fólki rundan um seg. Tí eru summir danskir um­mælarar rættiliga bilsn­ ir av, at Koks nú fekk sína aðru stjørnu. Tí eru danskir ummælarar rættiliga bilsnir av, at Koks nú fekk sína aðru stjørnu. Danskur ummælari heldur, at tað var eitt heilt serligt bragd av Koks at fáa sína aðru Michelin-stjørnu