týsdagur 19. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Serliga stóri fólkavøkst
urin hevur seinastu árini
lagt ógvuliga hart trýst á
bústaðarmarknaðin.
Fyrst
og
fremst
í
Tórshavnar
kommunu,
har umleið helvtin av
øllum fólkavøkstrinum
hevur víst seg at vera
hesi seinastu árini.
Eftirspurningurin
hevur verið stórur eftir
øllum sløgum av bústøð
um, men fyrst og fremst
eftir leiguíbúðum.
Ymiskt er gjørt seinnu
árini fyri at seta ferð á
íbúðarbygging, men tað
vísir seg alt at taka tíð.
Fleiri orsøkir eru til tess,
men nú sær út til at ferð
av álvara er komin á.
– Tað er eitt sindur tor
ført at siga heilt neyvt,
hvussu nógvar íbúðir tað
snýr seg um, sigur Annika
Olsen,
borgarstjóri
í
Havn.
Hon
sigur
tó,
at
kommunan væntar at
komandi tvey árini, so
eru á leið 1000 bústaðir
komnir afturat í Havn.
Spurd um hetta er yvir
eitt longri tíðarskeið, so
sigur borgarstjórin:
– Nei, hetta verður
innan fyri tey komandi
tvey árini.
– Hyggja vit fyrst at tí,
sum kommunan er ein
partur av, so er talan um
eini 200 íbúðir komandi
tvey árini. Tá hugsi eg
bæði um Kongavarða,
Frúutrøð,
Undir
Fjalli
og Stóru Brekku, sigur
Annika Olsen.
Kommunan er sjálvandi
eisini ein partur av tí, sum
privatfólk byggja. Tað
er mangan kommunan,
sum ger grundstykkir
byggibúgvin og stendur
fyri at ávís øki verða út
stykkjað.
Við Klingurstjørn á
Argjum eru 48 grund
stykkir seld, og tey
næstu 45 eru á veg, og
har verður klárt at fara
undir at byggja longu í
summar.
Kommunan
hevur
so eisini stdykkjað út í
Kollafirði, í Kaldbak og
í Nólsoy.
– Men eitt er tað,
sum kommunan ger.
Bústaðir er í gongd við
fleiri
stórar
ætlanir.
Taka vit alt tað saman,
so hevur bústaðir helst
bygt eini 500 bústaðir í
høvuðsstaðnum ella er í
ferð við at byggja, sigur
borgarstjórin í Havn.
Umframt Bústðir eru
tað eisini fleiri privat,
sum eisini byggja bú
staðir. Har eru fleiri,
sum byggja rættuliga
fitt av íbúðunm.
– Eg kann nevna, at
til dømis Úti á Fløtum
verða eini 100 íbúðir
bygdar nú. Harafturat
eru eini 300 íbúðir uppí
á Karlamagnusar breyt
uppi í Hoyvík, sigur
Annika Olsen.
Hon sigur, at onki er at
ivast í, at talið 1000 íbúðir
verður rokkið næstu tvey
árini.
Júst nú í næsta mán
aði eru 40 íbúðir klárar
at flyta inn í hjá Mark,
sum er í Gamla Snikkar
virkinum í Marknagili.
– Tað sum er so
gleðiligt er, at alt spælir
saman:
kommunan,
Bústaðir
og
privatir
atktørar.
Annika Olsen heldur,
at tað er í tøkum tíma, at
íbúðir verða bygdar nú, tí
eftirspurningurin hevur
verið ómetaliga stórur í
seinastuni.
Hon vísir tó á, at ein
av stóru avbjóðingunum
er at finna nóg nógvar
hendur til at gera arbeið
ið.
Fólkavøksturin í Havn
seinasta árið hevur verið
2,6 prosent, og tað er
munandi
hægri
enn
vanligt.
– Tí er trýstið rættuliga
stórt, tí tey sum mangla
ein bústað tey hava brúk
fyri bústaðnum nú –
ikki seinni, sigur Annika
Olsen.
Hon vónar sjálvandi,
at fólkavøksturin fer at
halda fram, so vit ikki fáa
tómar íbúðir um nøkur
ár.
– Men tað er onki, sum
bendir á, at tað fer at
henda. So tað sær rættu
lgia bjart út, sigur Annika
Olsen,
borgarstjóri
í
Havn.
93 grundstykkir
við Klingurstjøn
á Argjum
Kommunan,
Bústaðir og privat
UM 1000 ÍBÚÐIR
ÁVEGIS Í HØVUÐS
STAÐARØKINUM
Roknað verður við, at eini 1000 íbuðir og hús eru klár
at flyta inn í komandi tvey árini í Tórshavn
GLEÐILIGT AT ALT
SPÆLIR SAMAN: