Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MENTAN NÝTT ÁR, NÝGGJAR BØKUR TIL BØRN OG UNG Millum nýggjastu bøkurnar hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags eru ein nýggj útgáva um Lítla Virgar eftir væl umtókta rithøvundin Ole Lund Kirkegaard og ein forvitnislig klukkuhandbók Lítli Virgar hjálpir einum eina-og- aleina storki Klukkudrotningin Mamma Mu spælir Klukku­savnara­ handbókin Í rósunnar miðju Mín fyrsti Fívil Ein Storkur er flutt­ur inn á takið hjá keyp­ manninum, og keyp­ maðurin er bang­in fyri, at skor­stein­urin fer at detta niður. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin, so hann fær annað at hugsa um, og afturfyri lovar keypmaðurin teim­ um lakresspípur. Ras­ mus Bregnhøi hevur mynd­prýtt søguna á nýggjum, sum upp­ runa­liga er frá 1967. Bók­in er innbundin, 34 síður og til tey um­ leið 6-9 ára gomlu. Pauli Nielsen týddi úr donsk­um. Hetta er annar partur av "Klukkudronginum" – altjóða best­seljara­ num, sum kom út á før­oyskum í 2018. Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur slept sínum gulu mariu­hønu­njósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Ber­tolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon hevur í kvittanum, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast! M. G. Leo­nard hevur skrivað skald­søguna, og Jenny Johannes­sen týddi úr ensk­um.. Bókin er 322 síður, heft og til ung frá umleið 12 ára aldri. Mamma Mu er ein for­ vitin og spælisjúk kúgv, og Krákus er ein varin Kráka. Nú er vetur og kalt, og Mamma Mu keð­ir seg í fjósinum. Tí­ betur kemur Krákus altíð at vitja. Mamma Mu droym­ir um grønt gras og summar. Og so fara tey út at spæla summar í kava­num. Myndabókin er innbundin, 28 síður og til tey umleið 2-4 ára gomlu. Jujja Wieslander hevur skrivað, og Sven Nordqvist hevur mynd­ prýtt. Niels Jákup Thom­ sen týddi úr svenskum. 'Klukku­savnara­hand­ bókin' er ein øðrvísi hand­bók um tær sjáld­ somu klukkurnar, sum vit hitta í bókunum 'Klukku­drong­urin' og 'Klukku­drotn­ingin'. Ein klukku­lig vegleiðing, ið vekir áhugan hjá spír­ andi náttúru­frøð­ing­um. Bókin er myndprýtt við ómetaliga vøkrum mynd­ um eftir Carim Nahaboo. M. G. Leonard skrivaði, og Jenny Johannessen týd­di úr enskum. Bókin er inn­ bundin og 160 síður. Stefan og pápi hansara halda jól saman einsa­ mall­ir, eftir at mamman tók lívið av sær seinasta heyst. Nógvir ósvaraðir spurn­ingar liggja eftir hana, og Stefan má finna svar­ini. Hann sníkir seg at lesa eitt bræv, ið hon skriv­aði stutt áðrenn, hon doyði. Hetta er ein spenn­andi blanding av skald­søgu og teknisøgu. Martin Widmark hevur skrivað, og Ola Skogäng hev­ur myndprýtt. Vagn­ ur Streymoy týddi úr svensk­um. Bókin er 132 síður, innbundin og til tey umleið 10-12 ára gomlu. Fívil er øðrvísi. Hann er sum eitt klútateppi og ikki fílalittur. Fívil er altíð stuttligur og fær hinar fílarnar at flenna. Ein dagin rull­ar hann seg í fíla­ litt­um ber­um, og so fer Fívil at vita, um hinir fílarnir kenna seg aftur. David Mc­ Kee skrivaði og mynd­ prýddi. Bókin er ein snið­skorin pappbók, 10 síður og til tey umleið 0-1 ára gomlu.