týsdagur 19. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Mohr
Í øldir hava okkara for
fedrar sungið og kvøðið í
gleði og í sorg. Sangur var
teirra styrki og bjarging í
strævnari og tungari til
veru: Sorrig og glæde de
vandre til hobe, lykke,
ulykke de gange på rad…
Ætt undan ætt varð
teirra sangur væl goymd
ur. Uttan skrivað orð varð
tann føroyska sálin av
myndað og bjargað.
At sálin varð bjargað,
hava vit fram um alt
skilafólki í Danmark og
í Føroyum fyri at takka.
Fyri 250 árum síðani
gjørdust hesi fólk varðug
við, at dýrgripur var at
finna í tí føroyska máli
num við ongum skrift
máli.
Hesi fólk løgdu árar út
at fáa okkum føroyingum
eitt skriftmál.
***
Í 1947 var undirritaðí í
einari veitslu í Føroyinga
felagnum í Keypmanna
havn. Har hendi so tað,
at ein maður varð leiddur
inn á gólvið, har sligið
varð í ring til føroyskan
dans.
Hesin
maðurin,
sum varð leiddur inn á
gólvið, var blindur. Hann
skipaði kvæðið við kenda
niðurlagnum:
”Leikum
fagurt á foldum, eingin
treður
dansin
undir
moldum.”
Eg sat sum negldur
og fór ikki upp á gólvið.
Hetta var andakt, sum
rakk til Várharra.
Eina aðru ferð var
eg í vertskapi, eisini í
Keypmannahavn,
har
Regin Dahl við klaverið
improviseraði og sang
egnar yrkingar og løg.
Eisini tá sat eg negldur.
Eina
ólavsøkunátt,
hálv øld síðani, kvóðu
sumbingar
í
túninum
uttan
fyri
Sjónleikar
húsið. Ein vøkur summar
nátt, veðrið av tí fagrasta.
Og fitt av fólki.
Eingin fór í ringin at
órógva dansin.
Ein opera. Eitt drama.
Og
so
kvøldið
16.
februar 2019.
Norðurlandahúsið
hevði hetta kvøldið flutt
seg upp á hægstu rók.
Høllin á tremur.
9. symfoniin hjá Beet
hoven!
Høvdu vit við hesum
spent bogan í so nógv?
Ludwig van Beethoven
varð føddur tann 17. des
ember 1770 og hann doyði
26. mars 1827.
Beethoven gjørdist so
líðandi deyvur.
6. oktober 1802 skriv
aði
Beethoven
eitt
hjartanemandi
bræv
til brøður sínar Karl og
Johann. Um tað mundi
helt Beethoven til í bygd
ini Heiligenstadt nær
indis Wien. Tessvegna er
brævið kent undir heiti
num Heiligenstadt-testa
mentið. Brævið byrjar
soleiðis:
”Áh,
tit
menniskju,
sum halda meg vera
hatskan, stívrendan og
mannaillviljandi, hvønn
órætt gera tit mær ikki.
Tit kenna ikki tað dulda,
sum kann vera orsøkin til
tykkara hugsan. Heilt frá
barnaárum hevur mítt
hjarta og sinn verið tongt
at góðsku og vælvild…..
Føddur við eldsál, liv
andi sinni og opin fyri
skemti
og
veitslulívi
noyddist eg longu tíðliga
í mínum lívi at liva fyri
meg sjálvan og í einsemi…..
Áh, hvussu skuldi eg
viðganga, at sansurin,
sum
hjá
mær
skuldi
verið meira fullkomin
enn hjá øðrum, sveik;
ein sansur, sum eg eina
ferð átti í so ríkiligum
máti, so ríkan, sum tað
bara er unt teimum fáu.
Nei, tað orki eg ikki……
Tolsemi, soleiðis ljóðar
tað, má eg nú velja sum
mína
leiðarastjørnu…….
Longu
í
mínum
28.
ári var eg noyddur av
vera
heimspekingur,
tað er ikki lætt – hjá
einum listamanni er tað
tyngri enn hjá nøkrum
øðrum…….. Lærið tykkara
børn, at einans viljin til
tað góða kann skapa
eydnu, ikki peningur. Eg
tosi av egnum royndum.
Tað var viljin til tað góða,
sum helt mær uppi, sjálvt
í neyðini…… Við gleði gangi
eg deyðanum á møti.
Kemur hann, áðrenn eg
havi fingið møguleikan
at royna listagávurnar
til fulnar, so kemur hann,
hóast mína hørðu lagnu,
kortini ov tíðliga, og eg
hevði tá ætlandi ynskt, at
hann kom seinni……..Kom
tá ið tú vilt, eg gangi tær
djarvur á møti…..”
Í 1808 var deyvleikin
so framkomin, at Beet
hoven illa fekk verið við
í vanligum práti. Seks ár
seinri varð hann noyddur
at gevast sum tann guda
borni pianistur, hann var,
og hann hoyrdi heldur
ikki tað, ið fólk róptu til
hansara. Í 1818-1820 var
hann stokkdeyvur.
Tá ið tann ódoyggiliga
9. symfoniin á fyrsta
sinni varð framførd tann
7. mai 1824 í Wien, stóð
Beethoven á pallinum
undir liðini á dirigenti
num. Hann var sum sagt
stokkdeyvur,
hoyrdi
einki. Hann varð tá so væl
móttikin og heiðraður, at
politiið noyddist at leggja
uppí fyri at fáa ró i sjón
leikarhúsinum.
Um hesa 9. symfoniina
skrivaðu bløðini:
”Framúr góðu evnini
hjá Beethoven vístu seg
aftur í hesum stórfingna,
umfatandi verki heilt í
ungdómsins frumkynstri
og megi, sum avdúkaði
ein nýggjan heim í teirri
heilagu listini.”
Á upprunapartiturið
og byrjunarsatsin til ta
veldugu messuna Missa
solemnis skrivaði Beet
hoven:
Von
Hertzen
– möge es wieder zu
Hertzen gehen.” Tað tók
honum fleiri ár at gera
hesa miklu messu fyri
soli, kór og orkestur lidna,
men tá ið hon varð fram
førd í 1823, hoyrdi hann
einki. Stokkdeyvur.
24. mars 1827 varð
honum veittur altarsins
sakramenti. Tá ið bírætt
ingin var liðug, segði
hann
døsin:
“Plauditi,
amici, comoedia finita
est!” (Klappið, vinir, leik
urin er liðugur). Hetta
vóru hansara seinastu
orð.
Jarðarferðin var tann
størsta, fólk vistu um, eini
20.000 fólk fylgdu Beet
hoven til jarðar.
Hann doyði 56 ára
gamal – tá vorðin ódeyði
ligur.
Beethoven varð út
nevndur heiðursborgari
í Wien í 1815, tá 45 ára
gamal,
næstan
heilt
deyvur.
Aftur
til
symfoni
orkestrið
og
kórið
í
Norðurlandahúsinum:
Hetta kvøldið ljómaðu
fagnaðartónar og fagn
aðarsongur: Freude! Seid
umschlungen, Millionen!
Brüder
–
überm
Sternenzelt
muss
ein
lieber Vater wohnen…..
Í Elysium – har tey
ódeyðiligu
dvølja
–
lurtaðu Beethoven og
Herbert von Karajan og
Schiller og Bakar Hansen.
Teir nutu løtuna.
Og frá okkum, sum
lurtaðu hetta kvøldið í
Norðurlandahúsinum,
fáa Bernhardur Wilkin
son, Tóra Vestergaard,
allir
solistarnir,
alt
sangkórið og symfoni
orkestrið rós og tøkk við
strúkaraeymleika,
við
lúðrablástri og við pauku
megi.
UMMÆLI
9. SYMFONIIN HJÁ BEETHOVEN
– Í Elysium – har tey ódeyðiligu dvølja – lurtaðu
Beethoven og Herbert von Karajan og Schiller og Bakar
Hansen. Teir nutu løtuna. Og frá okkum, sum lurtaðu
hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum, fáa Bernhardur
Wilkinson, Tóra Vestergaard, allir solistarnir, alt
sangkórið og symfoniorkestrið rós og tøkk við
strúkaraeymleika, við lúðrablástri og við paukumegi,
hugleiðir Heri Mohr um konsertina hjá Føroya
Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið
Ludwig van Beethoven var føddur í 1770 og doyði í 1827 einans 56 ára
gamal. Hóast føddur við so góðum gávum – og við oyra fyri tónleikinum,
so var hann stokkdeyvur tey seinastu umleiða 10 árini av lívinum