Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Í Beirut í Libanon hava næstan allar gøtur sína egnu vakurleikastovu. Her koma kvinnur fyri at seta eygnabrýr, eygnahár, gera neglir og hár – ja, tær koma upp til fleiri ferðir um vikuna. 19 ára gamla, Mia Baz úr Beirut, sum NRK hitti á einari vakurleikastovu í Beirut, hevur gjørt enn meira við sína útsjónd. Í speglinum á skriv­ stovu­ni hjá læknanum sær hon nakað, henni ikki líkar. - Varrar mínar eru ikki eins, og tað plágar meg, sigur hon. Læknin er samdur. Yvir­vørrin er størri enn undir­vørrin. Læknin mæl­ir til, at hon fær eina innspræning fyri at javna varrarnar, og hetta semjast tey um. - Meira samsvar, sigur læknin. Mia Baz krympar and­lit­ið av pínu, meðan læknin, Roland Tohme, sprænir pro­tein­ið kollag­ en inn í undir­vørrina. Eftir nøkrum minutt­ um er alt liðugt, og Mia Baz er væl nøgd. - Perfekt, sigur hon, tá hon eftir viðgerðina hygg­ur í speglið. Hetta er aðru ferð, hon rættar varrarnar, og nøs­ in varð skurðviðgjørd, meðan hon enn bara var 16 ára gomul. Veksandi ídnaður Vakurleikaímyndirnar eru ymiskar kring heim­ i­n, men tað tykist, sum idealini gerast meira og meira serstøk. Orsøk­ir­ nar eru ivaleyst fleiri, og stóri og veksandi vakur­ leika­ídnaðurin ger helst sítt til, at hetta er so. Libanon hevur leingi verið kent fyri sín stóra vakur­leikaídnað, og land­ ið er kent fyri at vera eitt vakurleikamekka í Mið­ eystri. Her eru bankar, sum bjóða egin lán fyri vakur­ leika­skurðviðgerðir og onnur vakurleikaátøk. - Plastisk skurðfrøði er ógvu­liga vanlig í Libanon, sigur skurðlæknin, sum NRK hevur skift orð við í Beirut, Roland Tohme. Hann vísir á, at tað er eing­in munur á ríkum og fátøkum. Øll fáa sær skurðviðgerðir. Tað er kanska hetta, sum ser­liga skilir Libanon frá øðr­um londum, har slíkar skurð­ við­gerðir í fyrsta lagi eru fyri tey ríku. - Her vilja eisini tey, sum tjena lítið, hava eitt sindur eyka í varrarnar. Hug­burðurin her er, at ”you wake up with make up..”, sigur kosmetiski skurð­læknin við NRK. Nógvar skurðviðgerðir Tá Mia Baz læt seg skurð­ viðgera í nøsini sum 16 ára gomul, var hetta fyri pening, hon fekk sum for­ skot frá for­eldrum sín­um í føð­ingar­dags­gávu. - Nógvir av mín­ um vinum hava eisi­ni fingið eina næsa­skurð­ við­gerð sum gávu fyri skúlaveitsluna, tá ung­ dómsskúlin nærk­aðist endanum. Ein slík skurð­ við­gerð verður vanliga framd í byrjanini av ári­ num, soleiðis at verk­urin hevur lagt seg aftur fyri enda­veitsluna, sigur Mia Baz. Hon vísir á, at tað er undantakið, at tú sært eina gentu, sum ikki hevur fingið eina næsa­ skurð­viðgerð. Tær eru eisini nógvar, sum vilja hava størri bróst og rumpu, og tá NRK spyr ungu gentuna, um hon kenn­ur onkra gentu, sum slett ikki hev­ ur latið seg skurð­við­gera, hugsar hon seg um eina løtu: - Jú, eg haldi, eg ken­ni eina, kanska tvær. Men, tað er undantakið. Tær eru nógvar, sum hava fingið fleiri skurð­við­ gerðir, tí ”trendið” broyt­ ist, og gentur vilja gjarna hava smærri og smærri næsar, sigur Mia Baz. vilmund@sosialurin.fo Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen PLASTISK SKURЭ FRØÐI PARTUR AV TILVERUNI Vakurleikaímyndirnar eru ymiskar kring heimin, men tað tykist, sum idealini gerast meira og meira serstøk. Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri, og stóri og veksandi vakurleikaídnaðurin ger helst sítt til, at hetta er so Tað eru ikki bara libanes­arar, sum brúka møgu­leikan at lata seg vakur­leikaskurðviðgera í landinum. - Her koma fólk úr nógv­um ymiskum lond­ um, bæði úr USA, Ev­ ropa og ymsastaðni úr Mið­eystri. Men, í seinastuni er Libanon sum vakur­ leika­mekka vorð­ið ”hótt” av granna­lond­ um, sum bjóða lægri prísir fyri slíkar skurð­ við­gerðir. – Vit eru nú í harðari kapping úr eitt nú Sýria, Iran og Turkalandi, sum trýsta prísirnar, sigur skurðlæknin, Roland Tohme, við NRK, sum hevur vitjað í Libanon. vilmund@sosialurin.fo Kappingin um skurð­ við­gerðir harðnar – Vit eru nú í harðari kapping úr eitt nú Sýria, Iran og Turkalandi, sum trýsta prísirnar, sigur skurðlæknin, Roland Tohme Á myndini til vinstru er nøsin, soleiðis sum hon var fyri skurðviðgerðina – og á myndini høgru megin er skurðviðgerðin framd - Plastisk skurðfrøði er vanlig í Libanon, sigur skurðlæknin, sum NRK hevur skift orð við í Beirut, Roland Tohme Mia Baz krympar andlitið av pínu, meðan læknin, Roland Tohme, sprænir proteinið kollagen inn í undirvørrina