týsdagur 19. februar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Frits Johannesen
Vøkur er henda verð, tá
ið tað snýr seg um sang
og tónleik. Meg minnist
fleiri bakkadreingir, tá
ið vit vóru smádreingir
her í bygdini, sum gingu
við eini munnharpu í
lummanum. Tá ið vit
komu saman um kvøld
arnar í spæli, varð munn
harpan tikin fram og
sungið og dansað var í
einum fjósi oman fyri
húsini hjá Dánjal Jacob
á Bakkanum. Tað vóru
serliga Petur Oluf Jacob
sen, sáli , sonur Silvanus
og Edith og Jákup Eg
holm,
skipari,
sonur
Ferdinand og Linu og býr
í Kvívík, sum fingu henda
ljóm at rigga úr hesum
sjáldsama ljóðføri.
Hølið, sum hesin hugni
kom úr var eins og eitt
skrín, men tá ið vinurin
Steintór Rasmussen tók
í klinkuna upp undir jól
2017 og kom á gátt við
einum tónleikaljóðskríni,
bleiv
tónleikaverðin
sanniliga vakrari. Stein
tór er ein knevil, ið kemur
úr hesi vøkru verð, Klaks
vík, ið hevur fostrað
mangt eitt skaldakent
listafólk bæði í myndlist
og tónlist – ja, Norð
oyggjar við sínum gráliga
steinsetta paradísi , hevur
givið íblástur til mangt og
mikið á tí skaldakenda
økinum til gleði og gagns
fyri land og fólk.
Bókin við sangløgum
og skrínið við fløgum
Fekk eina eskju við fløg
um og eina bók við sang
løgum. Hetta var sanni
liga gáva til gagns upp
undir jól. Rákið í hesum
skríni rørir við hjartað og
ger verðina betri , lívgar
um hugarenslið og nørir
um tey skapandi evnini.
Ja, tað er nógv, ið kann
sigast um eitt skrín , sum
t. d. goymir at skreyt og
skrúðum. Ja onkuntíð
hava vit hoyrt um , at
tað var lýst í kirkjuni,
har t. d. fólk, sum lítla og
onga ogn áttu í gomlum
døgum, ikki fingu loyvi
t. d. at giftast, tí tað var
onkur,
ið
mótmælti...
sum, sagt hevur verið,
at
um
onkur
hevur
nakað lógligt mótmæli
ímóti hesi giftu, skal
verða sagt frá hjá presti,
áðrenn 14 dagar vóru
farnir. Hetta var tungt
og dapurt, tá ið so var.
Hesi vóru ognaðarleys
og høvdu lítið og einki
í
kistubotninum,
so
hjúnalag, varð teimum
ikki játtað. Ein tílík søga
kundi føra tað við sær,
at brúðgómurin hevði
brúðarbúnan
(stakkin)
hjá sínari kæru, elskaðu
liggjandi í síni dragukistu
restina av lívinum.
Hesin
sangskattur,
sum er í bókini og í
skríninum, er ein skalda
kend gáva. Steintór Ras
mussen er eitt skrín, ið
ríkar okkara skaldakenda
kistil við orðum og løgum
og fær manga dragu
kistu at opna seg til
gróðurmiklan, lívsælan,
mentanarligan
anda
drátt.
Nú er væl av einari
mentanarligari, listaligari
tilgongd í orðum og ljómi
komið undan Steintórsa
hond í rond og vond. Ja,
vakurt er tað. Hann tók
læraraprógv á Vording
borg seminarium 1994
og kom til Klaksvíkar
aftur og gjørdist lærari á
Ziskatrøð 1995 og hevur
starvast við henda skúla
síðani. Hann hevur yrkt
nógvar sangir og skrivað
mong góð løg. Hann
hevur verið virkin á
tónleikaøkinum alt sítt
lív t. d. saman við vin
monnum sínum. Í bólki
num Frændum hevur
hann givið út LP-plátur
nar og fløgurnar - Saman
við tær 1984, Frændur
2 1986. 80´ ini 1988, Mítt
land 1991 og Svart gull
1997 . Einsamallur hevur
hann eisini givið plátur
út Millum frændur 1991
og Kærleikans vallara
heim 1998. Hann gjørdist
føroyameistari
í
talvi
1990
og
krimisøgur,
hevur hann esini greitt
úr hondum.
Onkutíð varð sagt, tá
ið komið varð á gátt: Eg
komi bara at vinda burtur
úr kotinum ! Ja, men tá ið
Steintór vant burtur úr
sínum koti kom eitt skrín
undan fylt við løgum,
litríkum
myndum
og
yrkingum. Vakrari kann
tað ikki verða.
Teir liva, ið
lond byggja
Landið og lendið kann
vera ymiskt, men tá ið vit
taka okkara skaldakenda
haka í hendið og fara
við honum um hógv og
mógv kemur ofta ein
annar gróður í lendi, sum
nørir um okkara tilvit og
tað kensluliga, sum setir
síni fótafør í sál og likam.
Eisini kunnu vit lyfta og
lætta okkara heilafláir
og leggja skap – bæði í
list og tónleiki inn undir
hesar fláir. Hetta ger, t.
d. at børnini og skúlin fer
at liva á ein heilt øðrvísi
hátt í nørandi tilviti.
Steintór hevur í hesum
skúlaári
verið
kring
oyggjarnar og sungið við
børnunum á skúlunum
t. d. í Suðuroy, á Sandi, í
Vágunum og nú er hann
komin til Streymoynna
og Eysturoynna. Hann
fer á vitjan í skrivandi
stund
í
Kollafjarðar
skúla. Tað er vakurt at
fáa ein lærara, sum tekur
í klinkubandið og kemur
á gátt í einum skúla við
einum sangskríni í sinari
hond og gevur ljóð –
syngur saman við ungum
sálum úr hesum gylta
sangskríni. Henda vakra
t. d. sang - og nótabók er
ein gullklumpur. Flestu
orðini og løgini eigur
Steintór Rasmussen, men
løg eiga eisini Ingi Isak
sen, Eyðun Nolsøe, Hanus
G. Johansen, Niklas Heri
Jákupsson
,
Jegvan
Hansen, Kim hansen og
Niclas Johannesen.
Tey, sum hava list
prýtt bókina nøra um
hennara tilvit í í skap
um og liti. Tey eru Ed
ward Fuglø saman við
Hansinu
Egholm
og
Bárði
Mikladal.
Hesin
vakri útróður hjá Stein
tóri við hesum snøgga
útróðraraskríni
livir
í
alføgrum skapum bæði í
myndlist, tónlist og skald
skapi. Havi eitt útróðara
skrín í kjallaranum, sum
er yvir 100 ára gamalt.
Hvussu ofta er tað ikki
farið út í fjørðin, út um
Ennið og landoddarnar á
æviskeiði sínum og veitt
lív til útróðarmannin,
um hann so fór við
línu ella snørið,so var
matartuggan hin sama?
Hesir munnbitar, sum
vóru í hesum skríni,
smakkaðu væl og somu
leiðis
teir
fjølltáttaðu
listaligu bitar í skríninum
hjá Steintóri, hava góða
tøgg. Hetta er hvørki
ein skurðsjón ella eitt
skurðbland,
men
lív
gevandi máttur til okkara
mentanarliga rák.
Eitt sindur um
listasøguna
Umleið
1520
meintu
fleiri listavinir í teimum
ítaliensku
býunum,
at
málningurin
hevði
rokkið fullkomuleikans
tindar. Listamenn sum
Michelangelo og Rafael,
Tizian
og
Leonardo
høvdu útint alt, sum
ættin hevði hugsað og
droymt um í farnum
døgum. Nú var málið
rokkið, og einki bar til
longur at føra víðari í tí
skapandi megini, men so
var ikki. Ein listamaður,
ið æt Francesco Mazzola
(1503-1540), eisini kallaður
fyri Parmigianino var
ein listamaður, ið longdi
um skapini t. d. málaði
hann eina mynd, ið er
heimskend - Maria við tí
langa hálsinum. Tá ið eg
síggi hesa mynd, so má
eg brosa. Hon situr við
Jesuspápa á knøunum,
og sær hann út sum ein
gamal drongur. Maria
hevur
ein
sjáldsaman
langan háls. Jú tað er
ein broyting, sum fer
fram og ein annar
kendur
listamaður,
ið
er við í hesi gongd er El
Creco(grekarin). Hann æt
Domenico Theotocopu
los(1541? – 1614) og var av
Kreta. Hann fór til Toledo
í Spania at búgva og flutti
seg í sini myndagerð, og
kanska var hann ikki
so væl sæddur í hesi
gongd,
men
flytingin
kom at hava týdning
fyri listasøguna. Tað er
tað sama, sum hendi
fyri 100 árum síðani,
tá ið tann modernaða
listin sá dagsins ljós.
Jú, flytingar hava altíð
verið í myndlist, skald
skapi og tónleiki. Freud
fór at skriva um tað
innara
menniskjað,
Picasso málaði ein av
teimum fyrstu kubisku
málningum
-
Gentur
nar frá Avignon 1907,
Arnold Schønberg (1874
– 1951) kom við 12 tóna
skalanum
um
sama
mundið og vitanin um
teir minstu partiklarnar
í øllum skaparaverkinum
kom upp á breddan um
somu tíð. Onkur hevur
sagt at eftir 1900 kemur
tað
stóra
skriðulopið
í vitan og myndlist .
Hetta hevur sanniliga
gagnað okkara fatan og
tí vitborna rensli, at t. d.
listin avspeglar okkara
samfelag
í
tónleiki,
myndlist og skaldskapi.
Tað verður spennandi at
síggja og hoyra, hvussu
hetta fer at mennast, nú
vit eru á veg út í rúmdina.
Endi
Tað hava mong skrín
staðið
undir
bitunum
húsanna millum her á
landi - friðarlig, still og
goymt at mongum lutum,
myndum og tí skrivaða
orðinum. Nú eru skrínini
vorðin annarleiðis, og fer
mangt eitt orðið og mong
myndin inn undir tað tal
gilda kervið, sum er eitt
øðrvísi skrín.Tilfarið er
rúgvumikið – vónandi
kemur tað undan, sum
hevur týdning fyri tí
mentanarliga so flyting
arnar nøra um okkara
tilvit, tá ið tað snýr seg
um ta listaligu gongdina.
Hjartaliga til lukku við
hesum ljóðkáta, brosandi
skríni, við Listavirðisløn
Nólsoyar Páls í fjør og
starvslønini í ár. Hetta er
sanniliga gáva til gagns.
STEINTÓR
RAMUSSEN OG
SANGSKRÍNIÐ