Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Dálka ferðamannaskipini nú so illa? Bárður Michelsen Herfyri legði Visit Faroe Island fram nýggjan ferðavinnu­strat­ egi “Preservolution”. Ein av grund­gevingunum handan strat­egiina var pástandur um, at “ferðamannaskip dálka so illa”, og millum annað tí mugu vit í Føroyum ikki hava ov nógv ferðamannaskip hendan­ vegin. Nú var eg ikki sjálvur til fram­løguna í Norðurlanda­ hús­inum, og veit tí ikki júst hvat ið sagt varð, men sum eg havi hoyrt og sæð aftaná, bygg­ir hesin pástandur á ymsar blaðgreinar m.a. úr Polit­ik­en og Søfart, tó uttan at víst verður til vísindaligt tilfar hand­an blaðgreinarnar. “Ferðamannaskip dálka so illa” er ein víðfevndur og óneyv­ur pástandur, ið ikki kann standa ósvaraður og har­ við gerast vanlig fatan millum manna og politikarar, ið taka av­gerðir okkara vegna, tí pá­ stand­urin samsvarar ikki við vísinda­ligt tilfar, sum fyriligg­ ur á hesum øki. Sum kunnugt eru ymisk sløg av dálking til, men hvat er so viðkomandi í mun til ferða­ mannaskip, sum koma til Før­ oya, og hvat er yvirhøvur gjør­ ligt at ávirka hjá okkum? At tosa um dálking við vakstrar­ hús­evninum CO2 í mun til um ferðamannaskip koma til Før­ oya ella ikki, er eftir mínum tykki púra meiningsleyst, tí talan er her um ein globalan trupul­leika, sum ikki ávirkast yvirhøvur, um vit forða ferða­ manna­skipum at leggja at bryggju í Føroyum á veg mill­ um ferðamál í Norðurhøvum ella ikki. Útlát av CO2 er held­ ur ikki ein trupulleiki fyri nær­ um­hvørvið, og at sammeta útlát av CO2 millum ferða­ manna­skip og flogfør er eisini meinings­leyst, tí sammetingin kann ikki gerast á sama grund­ ar­lagið. Hinvegin kann verða við­ kom­andi at hyggja eftir ávirk­ an­ina á luftgóðskuna í nær­ um­hvørvinum frá dálking við NO2, SO2 og bitlum í roykinum frá ferðamannaskipum, með­ an tey liggja við bryggju. Tí tað er tílík dálking, sum kann hugs­ast at ávirka nær­um­ hvørvið og fólkið her býr, um kon­sentratiónin av hesum evn­um í luftini gerst ov høg. Hesin spurningur er kann­ að­ur væl og virðiliga av Dan­ marks Miljøundersøgelser DMU (fyri Keypmannahavn). DMU var ein sjálvstøðugur vís­inda­ligur gransking­ar­ stovn­ur, hvørs endamál var at útvega fakligt og vísindaligt grundarlag fyri t.d. lógarsmíði og avgerðum innan náttúru og umhvørvi. DMU bleiv í 2007 partur av Aarhus Universitet og frá 2011 partur av “DCU – Nationalt Center for Miljø og Energi” við Aarhus Universitet. Frágreiðingin hjá DMU “Vurd­ering af krydstogtskibes bi­drag til luftforurening” (Miljø­ projekt Nr. 978, 2005, Miljø­ styrelsen), er grundað á út­ rokn­ingar av útláti frá 259 vitj­anum av 62 ymiskum ferða­ mannaskipum í Keypmanna­ havn­ar Havn í 2004. Viðmerkj­ ast skal, at í útrokningunum verð­ur roknað sum um, at einki av skipunum hevur royk­ reinsiskipan, hóast fleiri teirra høvdu roykreinsiskipan í 2004 (og helst uppaftur fleiri í dag). Frágreiðingin hjá DMU vísir, at ískoyti frá ferða­ manna­skipunum til luftdálk­ ing­ina í Keypmannahavn er sera lítið og einans beint við bryggj­una, har skipið liggur. Niðurstøðurnar í frágreið­ing­ ini eru (mín umseting): “At NO2 ískoyti frá ferða­ manna­skipum ikki í nær ná­ mind kann økja kon­centra­tión­ ina upp nærhendis mark­virðið fyri NO2, hvørki beint við ferðamannaskipið ella longri burtur”. “At SO2 ískoyti frá ferða­ mannaskipum er størri enn áð­ur mett, tó uttan at vera hættis­ligt”. “Ískoyti til dálking við bitl­ um er sera lítið í mun til mark­ virðini hjá ES”. Frágreiðingin svarar eisini nøkrum frammanundan sett­ um spurningum (mín um­set­ ing): Kunnu ferðamannaskip á­virka tað 19. hægsta tíma­ virðið fyri NO2? Svarið er “Ja”, men bert heilt lítið, og einans beint við bryggjuna. (19. hægsta tímamiðal varð økt úr 98 upp í 101 µg/m3, markvirðið 200 µg/m3). Er hjáveran av ferða­manna­ skipum før fyri at økja tað 19. hægsta tímavirðið upp um markið á 200 µg/m3? Svarið er avgjørt “Nei”. Er ískoyti frá ferða­manna­ skipum til miðal NO2-dálk­ing­ ina uppá ársbasis munandi? Svarið er “Nei”. (Ískoyti frá ferða­mannaskipum er í mesta lagi 0,8 µg/m3 í mun til bak­ grundsvirðið á 23 µg/m3 og markvirðið á 40 µg/m3. Niðurstøðurnar í hesi frá­ greið­ing staðfesta sostatt greitt, at ískoyti til luftdálking í Keypmannahavn frá ferða­ manna­skipum er rættiliga av­ markað. Vit vita sjálvsagt ikki við vissu, um sama man vera gald­andi her hjá okkum (Tórs­ havn). Men vit vita, at talið av ferðamannaskipum í Tórs­ havn vanliga hevur verið um 40-60 í mun til 259 í hesi kann­ ing, umframt at tíðin við bryggju er styttri í Tórshavn (8 tímar), í mun til 14 tímar í Keypmannahavn. Tí er ikki av leið at siga, at um tað vóru ferða­mannaskipini í hesi kann­ing, sum vitjaðu Tórs­ havn 60 ferðir í 8 tímar í miðal, hevði samlaða útlátið frá hes­ um skipum uppá ársbasis, roknað við lutfallsrokning, alt annað líka verið umleið 13 % av útlátinum, sum hendan frá­ greið­ing byggir á. Tórshavn, 19/2-2019 G.G. Fyri góðan ordans skyld skal gerast vart við, at undir­ ritaði starvast hjá Tórshavnar Havn, men omanfyri nevnda lesara­bræv umboðar míni egnu sjónarmið. Kunnu ferðamannaskip á­virka tað 19. hægsta tíma­virðið fyri NO2? Svarið er “Ja”, men bert heilt lítið, og einans beint við bryggjuna Er hjáveran av ferða­manna­skipum før fyri at økja tað 19. hægsta tímavirðið upp um markið á 200 µg/ m3? Svarið er avgjørt “Nei”. DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á