Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson Á HÁLSI KIA PROCEED – SPORTLIGUR OG FLOTT DESIGN Við Proceed tekur Kia av álvara kappingina upp við teir evropeisku kapp­ingarneytarnar. Kia Proceed er ein heilt serlig útgáva av Kia Ceed, hann hevur sportligt design og aftan minnir hann mest um Mercedes og Porsche. Kia nevna hann eisini Shoot­ing Brake. Kia Proceed fær sera góð skotsmál frá evro­ peiskum motor­journal­ istum, sum ikki ivast í at Kia við hesum bilinum hevur sera góð kort á hond­um í hørðu kapp­ing­ ini um evro­peisku kund­ ar­nar. Kia Proceed hevur lagt seg á odda, tá tað kemur til koyrieginkeikar og kom­fort. Hann kann kapp­ast við allar evro­ peiskar bilar í sínum klassa. Bilurin hevur flott modernað design, sum er teknað í Evropa til evropearar. Hetta er eisini við til at gera bilin so spenn­andi og attraktivan. Hóast Proceed er ein sportligur bilur við flott­um designi, er hann eisini praktiskur við góð­ um plássi og stórum við­ føris­rúmi upp á heilar 594 litrar, hetta er 200 litrar størri enn viðførisrúmið á Kia Ceed hatchback. 7-ára garanti Bilurin er rúmligur við stór­um viðførisrúmi. Kvali­tet­urin merkist allan vegin ígjøgnum, bæði innan og uttan. Alt er gjøgnum­ført og væl gjørt. Allar innbygdar trygdar­skipanir eru stand­ard. Proceed hevur t.d. intelligentan fart­ pilot við start-stop-skip­ an og Lane Following Ass­ist, sum fylgir bili­num frammanfyri í ferðslu­ni og registrerar vogn­bana­ linj­urnar, so bilurin alla tíðina heldur sær á síni breyt á koyribreytini. Kia Proceed fæst við bensin­motorum við ávika­vist 120, 140 og 204 hk og dieselmotori við136 hk. Kia tóku allan bil­ heimin á bóli, tá teir fyri 13 árum síðan komu á marknaðin við Kia Ceed og bjóðaðu sjey ára garanti upp á bilin. Korean­ar­arnir satsaðu eisini alt upp á hendan bilin, sum bleiv tann mest seldi Kia nakrantíð. Kia er einasta bilmerki í heiminum, sum gevur 7-ára garanti upp á allar sín­ar bilar. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Mot­ ors.